samkyndur ikki kann góðtakast í Føroyum, tí at hetta fer at føra við sær, at føroyingar fara at missa sín felags samleika sum kristin tjóð. Møguliga hava hesi fólk grein í sínum máli. Kanska er tað ein trupulleiki [...] og demokrati ikki kunnu trívast í sama umhvørvi, men í grundini eru mótsetningar (totalitarisma versus pluralisma). Um t.d. tann liberali í eini slíkari støðu (sum t.d. í Føroyum) megnar at flyta tey moralsku [...] nátúrligt. Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, 22.august í Sosialinum Í summar var (enn einaferð) mikið kjak um tey samkyndu og teirra pláss í samfelagnum. Mótstøðan var enn einaferð stór móti at tey samkyndu
djarvt av einum landsstýrismanni í ískoytisavtaluni at gera eina avtalu við privatar, um hvørjar upplýsingar Løgtingið má síggja í einum máli og útgreina teir neyvari í einum skjali. Um landsstýrismaðurin [...] hann leggur dent á, at hann ikki er óheftur í málinum. Í frágreiðingini, sum kann heintast niðanfyri, sigur hannm illum annað, at einki løgið er í, at annar parturin tryggjar sær ávísa kompensatión, so sum [...] tryggjar opinleika í fyrisitingini, t. e. løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 8. mi 2001. Henda lóg ásetir nevniliga í § 4, stk. 1, at
brúkarar vitjað hesa síðuna eina vanliga viku. Norðlýsið vóru í roynd í veru teir fyrstu í Føroyum, sum veruliga satsaðu uppá ineternetmiðilin í tíðindaflutninginum. Og við sera góðum úrsliti. Einasta føroyska [...] og høvdu týdning í mínum lívi. Men eg var tolin noyddur at bíða til mánadag, nei mánakvøld, áðrenn eg bleiv kunnaður um, hvussu dystirnir í vikuskiftinum spældu av. Soleiðis er tað ikki í dag. Síðan internetið [...] internetið er komið í hvørt heim er eingin orsøk at bíða eftir nýggjastu tíðindunum. Í dag fái eg úrslitið á internetinum í somu løtu, sum dysturin er avblástur. Ella á tekstvarpinum. Tíggju minuttir seinni
vera áhugaverdar. Í Danmark var talið av endurgevingum í miðal 7,8 fyri hvørja av teimum 7285 greinunum, sum Johan Wallin hevði við í síni uppgerð fyri 1999. Í Føroyum var hetta tal 12,4 í 1999 og 10,3 fyri [...] , vóru í 2002 440 vísindaligar útgávur í Føroyum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Her veit eg tó ikki, um krøvini eru tey somu í báðum uppgerðum. Nýta vit hinvegin uppgerðina frá Web of Science í 2002, hava [...] talt upp, hvussu ofta ein ávís grein hevur verið nevnd í øðrum vísindaligum greinum, t.v.s. at hon er nevnd í bókmentalistanum. Tað ber væl til at gera hesa uppteljingar í dag, nú alt er goymt á teldu.
granskingarvirksemi í samfelagnum, men ístaðin skapa tær frustratiónir hjá øllum teimum, sum ikki fáa lut í vælferðini, størri gjáir millum priviligerað og minni priviligerað og afturgongd í samfelagnum. Eg [...] kunnu gera mun, men sum verða hildin uttanfyri, tí 15-20 ríkmenn skulu fáa milliónir í skattalætta, og tí formaðurin í Tjóðveldi ger av, at hann ikki hevur brúk fyri 300 milliónum krónum, tí hansara umsiting [...] mentan, náttúra, náttúrutilfeingi og heilsu. Umsøkjararnir vóru 44 í tali. 12 vórðu útvaldir, meðan 36 vórðu vrakaðir. Granskingarráðið hevði ikki fíggjarligu orkuna at stuðla meira enn einum ávísum tali av
sum ríkar seg upp av at hava øll tey øru í bygdini í einum kjallara, har tey sita, mong teirra leinkjað, upp undir øklar í sínum egna skarni. Kristafár hevði ætlað sær Rannvá og hennara garð og kann ikki [...] úr norskum bygdasamfelag, vísti í hesi grein, at hann kendi hugaheimin í fornsøguni at kalla innanífrá, sum rótgrógvin norðbúgvi. Tilvild ella lagna Hetta sæst aftur í Gandaringinum, sum bæði er søgulig [...] rættlisin. Onkustaðni mangla orð, í summum førum verða reglur uttan grund brádliga kappaðar av, í øðrum førum er bland í persónsnøvnum. Kemur bókin út í øðrum upplag, og tað hevur hon uppiborið, eigur hon
EN-FØ kom longu í 1992 á marknaðin, og tann DA-FØ kom út sum vanlig bók í 1997, og í 2005 kom hon sum teldutøk. Sama forlag hevur givið ta FØ-EN/EN-FØ orðabókina út í eini 5-punkta útgávu í februar 2008. [...] snevulin av, hvørjar tvørleikar føroyskt mál hevur at dragast í orðabókahøpi. Hevði tað ikki verið rímiligt at havt bert ein lim í nevndini, sum hevði førleika á hesum øki? Hví mótmælir málnevndin ikki hesum [...] Tað, sum hevði mín serliga áhuga, var, hvørjar hugleiðingar nevndin hevði gjørt sær í sambandi við orðabókapolitikk. Her verður m.a. nortið við, at tað er ein ”ørgrynna av útlendskum tilfari, sum átti
Atsóknir í Konso og Awasa Eg havi verið á vitjan í Konso úr Yirgalem, har eg nú arbeiði. Í Konso eru forboð sett prestum og evangelistum at fara út í bygdirnar at samla fólk um Guds orð. Á klinikkini í Konso [...] træið, kann hann so eisini lekja sjúk?” “Jú, tað kundi hann,” var svarið. Tey søgdu mær nú frá ungari gentu, sum hevði verið sjúk í mong ár. Hon hevði ikki talað orð í langa tíð og fekst ikki at eta, tá ið [...] Shamebo sigur frá Hann sat her í stovuni, gamli evangelisturin Shamebo. Hetta er í Arba Minch í oktober 1987. Á ungum árum hoyrdi hann um Jesus frá amerikanskum trúboðarum í Kambata landspartinum vestantil
at hevði hann havt eina breiða loysn og fingið formulerað nakað yvirfyri Nyrup, sum hevði eina breiða undirtøku í tinginum og fólkinum, so hevði tað fingið eina aðra móttøku, og ein sáttmáli hevði spurst [...] livifót, sum líkist tí vit hava í dag og sum danir ætla at hava í framtíðini. Og tað er væl hetta, sum liggur í tí, tá hann vísir til Skotland og Portugal. Eisini liggur tað í hesum, at danski forsætisráðharrin [...] burtur úr í tí 3. samráðingarumfarinum millum landsstýrið og donsku stjórnina kundi verið áhugavert at vita, hvat fólk heima í Føroyum meina um málið. Og ein rættiliga áhugaverdur spurningur í tí sambandi
maðurin Hvør situr so og hálar í træðrirnar á hvørjum? Jú, nú er Anfinn Kallsberg aftur tann sterki maðurin í føroyskum politikki. Tað vísir seg, at Anfinn og hansara menn í fíggjarnevndini, hava verið inni [...] skúli og mentan í breiðastu merking verður umsitið. Og, sigur Torbjørn Jacobsen, hann royndi í teir krákumánaðarnar, hann sat sum mentamálaráðharri, at fáa játtanina til skúla og mentan í breiðastu merking [...] politikari. At formaðurin í Mentanarnevnd Føroya Løgtings beinleiðis arbeiðir ímóti at fáa mentan og list at trívast, átti at fingið summar tingmenn at reist seg upp úr dýru og bleytu stólunum í tinginum. Men