Pál Weihe
?????????
Í samtíð er ilt at meta um dygdina av gransking. Tað er eftirtíðin, sum ásannar møguligar dygdir. Her skal eg tó royna at lýsa nøgdina av almannakunngjørdari føroyskari gransking, og hvussu ofta føroysk gransking verður endurgivin í altjóða tíðarritum. Hetta er tó ikki á nakran hátt ein fullfíggjað uppgerð, men bert ábendingar. Eisini er at siga, at hugvísindi og samfelagsvísindi ikki koma til sín rætt í hesi uppgerð, tá leitað verður í dátugrunnum um altjóða tíðarrit, tí hesi meginøki vanliga ikki publicera á enskum mótsatt náttúruvísindi og læknavísindi, sum nærum altíð royna at publicera í altjóða enskmæltum tíðarritum.
Yvirskriftin í hesum fyrilestri kann týðast ymiskt. Hon kann t.d. merkja okkara samband og samstarv við altjóða granskaraheimin. Hetta er eitt týdningarmikið evni at umrøða, tí uttan samstarv við onnur á granskingarøkinum, hava vit ongar møguleikar í Føroyum. Tað skal tó ikki umrøðast her. Føroysk gransking í altjóða høpi kann eisini vera ein útgreining av, hvørjar møguleikar vit hava at granska á altjóða stigi í Føroyum, og hvørji krøvini eru, um vit skulu gera okkum galdandi, men heldur ikki tað skal umrøðast, sjálvt um hetta hevur alstóran týdning í tilrættaleggingini av føroyskari gransking.
Yvirskriftin kann eisini merkja ein samanbering av føroyskari gransking við altjóða gransking, t.v.s. at meta um nøgd og dygd og tað er evnið, eg fari at umrøða serliga. Ikki tí, eg eri ikki førur fyri at meta um dygdina hjá øðrum. Tað er soleiðis, at tá talan er um gransking, eru evnini mong, og tú skalt ikki hava arbeitt leingi í ávísum øki og vunnið tær kompetansu har, fyrr enn tú uppdagar, at tín kompetansa á øðrum økjum er lítil og eingin. Eg skal tí halda meg langt burtur frá at meta um dygdina hjá øðrum ella hjá mær sjálvum fyri tann skuld. Fyri at fáa eina hylling av hvar vit eru, havi eg leitað ymisk tøl fram úr almennum skráum bæði burturi og heima.
Fyrst um hugtakið gransking, sum er so nógv havt á mannamunni í hesum árum í Føroyum. Hvat merkir hetta. Eg síggi, at Granskingarráðið á heimasíðu síni hevur týtt definitiónina hjá OECD av gransking og menning og av innovatión. Vanliga greipa vit gransking og menning, og eitt sindur uttan fyri stendur nýskapanin ella innovatiónin, sum tey eisini rópa tað. Grundin til at OECD hevur sínar definitiónir er fyri at kunna gera upp, hvussu nógv virksemi er í teimum ymisku londunum. Teir hava brúk fyri at flokka og av-marka fyri at samanbera. Allýsingarnar hjá OECD eru hesar í týðingini hjá Granskingarráðnum:
Grundgransking er royniligt og ástøðiligt virksemi, ið fyrst og fremst verður int til at fáa nýggja vitan til vega um grundarlagið undir fyribrigdum og eygleiðingum uttan at hava serskild praktisk mál ella nýtslu fyri eyga.
Nýtt gransking ella "applied science" er virksemi við originalum burði til at finna nýggja vitan, ið fyrst og fremst er ætlað til praktisk endamál og nýtslur.
Menningararbeiði er skipað arbeiði, ið nýtir hendan kenda kunnleika, og miðar ímóti at framleiða nýtt tilfar, vørur og lutir at innføra nýggjar tilgongdir, skipanir ella tænastur ella bøta um tær, ið finnast.
Nýskapan er eitt hugtak, ið ofta er nýtt at virksemi í vinnulívinum, men tað kann nýtast á flestu samfelagsøkjum. Við nýskapan verður ofta hugsað um:
?at endurnýggja og víðka vøru- og tænastutilboð
?at fáa til vega nýggjar framleiðsluhættir, veitan og marknaðarføring og útbreiðslu
?endurnýggjan í leiðslu, skipan, arbeiðsviðurskiftum og førleika hjá starvsfólki.
Taki hesa greiningar fram, ikki tí at eg haldi tær eru so góðar, men fyri at lýsa, at granskingarvirksemi kann vera so mangt. Tað kann bæði vera grundgransking og so menningararbeiði ella møguliga eisini bert nýskapanararbeiði. Tað er av týdningi, at vit minnast til, at tað er hendan breiddin í hugtøkunum, soleiðis at pláss er fyri øllum, sum fáast við at framleiða nýggja vitan. Tað er soleiðis eingin grund at smæðast, bert tí ein ikki arbeiðir við grundgransking, sjálvt um tað sjálvandi er tað "fínasta", um eg so má siga.
Mannagongdin
Innan nógvar vísindagreinir, harímillum læknavísind-ina, er tað soleiðis, at reglurnar fyri nær eitt arbeiði verður roknað fyri vísindaarbeiði, eru rættiliga greiðar. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður tað skrivað í eini grein, sum verður sent til eitt vísindaligt tíðarrit. Blaðstjórin setir eina nevnd til at gera eina javnlíkameting, "peer-review". Tað merkir, at hann finnur vísindafólk, sum hava innlit í tað umráðið, sum skrivað verður um. Tað kunnu verða tveir ella tríggir serfrøðingar, sum meta um, og navnloyndir skulu teir so siga, hvat teir halda um arbeiðið. Teir kunnu koma við spurningum ella atfinningum, sum greinskrivarin skal svara. Hendan manna-gongdin kann verða drúgv og taka fleiri mánaðir. At enda avger blaðstjórin, um greinin verður góðkend ella avvíst. Tá ið hon er góðkend til almannakunnger-ing, kunnu vit siga, at hon er góðkend vísindi. Tað merkir sjálvandi ikki, at tað, sum sagt verður, er rætt, men tá hevur granskingararbeiðið fingið eina kritiska og kvalifiseraða meting.
Ein annar máti at meta um granskingarúrslit er at skriva eina doktararitgerð, sum verður mett um á almennum fundi, har javnlíkar, sum hava fingið góða tíð at lesa ritgerðina, siga sína hugsan um dygdina. Verður ritgerðin góðkend, standa hesir almennu góðskumetararnir inni fyri tí vísindaligu dygdini.
Granskingarúrslit, sum ikki eru javnlíkamett, kunnu sjálvandi vera góð vísindi, men innan náttúruvísindi verða tey vanliga ikki roknað við í uppgerðirnar yvir vísindalig avrik.
Eg sigi frá hesari mannagongd til tess at gera greitt, at í vísindini ber tað ikki til at síggja burtur frá krøvunum um góðsku. Hinvegin er tað eisini ein veruleiki, at tað er munur á tíðarritum. Tey allar fínastu tíðarritini eru meira kræsin enn onnur, men øll tíðarrit, ið siga seg vera vísindalig tíðarrit, hava ta strevan at finna skikkaðar javnlíkar at meta um avrikini.
Tilfeingið
Ein máti at gera upp granskingarvirksemi er at samanbera, hvussu stórur partur av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ, verður brúktur til gransking. Vanligt er at gera mun á tað, sum tað almenna brúkar, og tað sum privata vinnulívið brúkar til gransking og menning, vanliga stytt til R&D á enskum ella á okkara máli G&M. Sambært áliti frá útbúgvingarpolitikknevndini í samband við sjálvstýrisverkætlanina (latið úr hondum 1999, síðu 89) læt tað almenna í 1997 0,44% av BTÚ til gransking, og varð fígging uttanífrá roknað við, bleiv talið 0,69%. Vit vita ikki, hvussu nógv vinnulívið brúkar til gransking og menning, men neyvan er tað stórvegis.
Sambært tøl frá OECD fyri 2002 nýttu tað almenna og tað privata tilsamans í Svøríki 4,2% av BTÚ til G&T, Finnland 3,5%, Ísland 3,1%, Danmark 2,5%, Noreg 1,5%. Tað almenna eigur minna partin av hesum, í miðal gott hálvt prosent í ES-londunum og sostatt vinnulívið bróðurpartin.
Samanbera vit hetta við onnur lond í okkara heimsparti, stendur illa til í Føroyum. Um vit skuldu brúkt eins nógv og t.d. Svøríki, skuldu vit brúkt meira enn 400 milliónir krónur í Føroyum - tað almenna og tað privata. Spurningurin um hvussu nógv tilfeingi vit í verueikanum brúka til gransking og menning er sera týdningarmikil, og tí er tað at fegnast um at Granskingarráðið hevur tikið stig til at finna fram nýggj hagtøl um gransking, menning og nýskapan innan alment og privat virksemi í Føroyum. Tað er Heini Hátún, búskaparfrøðingur, sum er byrjaður uppá hetta arbeiði, sum væntandi verður liðugt eina ferð komandi vár.
Vísindaliga framleiðslan
Nøgdin á føroyskari gransking kann ikki bara gerast upp í krónum, men eisini í talinum av vísindaligum arbeiðum, t.d. greinum og vísindaligum tíðarritum, bókum, doktararitgerðum o.s.fr. Taka vit talið á vísindaligum arbeiðum, kunnu vit eitt nú brúka uppgerðirnar í Fróðskaparritinum seinastu árinum, har yvirlit er yvir vísindaligu útgávurnar hjá ymsum stovnum í Føroyum og aðrastaðni við. Í seinasta Fróðskaparriti nr. 51, er soleiðis eitt yvirlit yvir árið 2002, og her er uppgerðin flokkað í vísindaligar greinir og greinir av almennum áhuga. Hesin listin hevur verið í Fróðskaparriti síðani 1994, og gevur okkum soleiðis eina ávísa fatan av, hvussu vísindaliga framleiðslan hevur verið hesi árini. Í 1994 vórðu sambært hesum lista almannakunngjørd 154 vísindalig úrslit, 115 í 1997 og 207 í 2002. Meginparturin av hesum stavaði frá Fróðskaparsetri Føroya og Fiskirannsóknarstovuni.
Ein annar máti at leita uppá er at kanna altjóða dátugrunnar, sum skráseta vísindaligar útgávur. Johan Wallin, granskingarbókavørður á Syddansk Universitet, gjørdi mær tann beina at leita í Web of Sciense eftir greinum, har ein ella fleiri av rithøvundum høvdu heimstað í Føroyum. Web og Science fatar um "Science Citation Index", Social Science Citation Index" og "Arts & Humanities Citation Index", í alt meira enn 5000 altjóða tíðarrit. Hann fann íalt 174 greinir fyri tíðarskeiðið 1974 -2004. Her skulu vit minnast til, at hesir dátugrunnar ætlandi ikki eru vorðnir álítandi fyrr enn hesi seinastu umleið 10 árini, nú alt tilfar er vorðið teldutøkt. Erhard Jacobsen, bókavørður á Landsbókasavninum, gjørdi eisini eina leiting, og kom til áleið sama úrslit, nevniliga 183 greinir.
Samanbera vit talið av føroyskum publikatiónum við onnur lond í 2002 og rokna fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, so var talið fyri Svøríki 168, Danmark 141, Finnland 140, ES í miðal 70, USA 87 og Japan 55. Hesi tøl stava frá eini frágreiðing frá Nordisk Ministerråd, NORIA, s. 12, 2004. Nýta vit so tølini frá Fróðskaparriti til samanberingar, vóru í 2002 440 vísindaligar útgávur í Føroyum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Her veit eg tó ikki, um krøvini eru tey somu í báðum uppgerðum. Nýta vit hinvegin uppgerðina frá Web of Science í 2002, hava heilar 72 greinir føroyskan uppruna ella tilknýti. Og tað merkir, at vit eru nakað niðanfyri hini norðurlondini, men áleið við ES.
Eitt er at almannakunngera eina vísindaliga grein, annað er at kanna eftir hvønn týdning hon hevur havt. Tað er sjálvandi ilt at siga, men ein møguleiki er at brúka tað, sum verður rópt "science citation index", t.v.s. at her er talt upp, hvussu ofta ein ávís grein hevur verið nevnd í øðrum vísindaligum greinum, t.v.s. at hon er nevnd í bókmentalistanum. Tað ber væl til at gera hesa uppteljingar í dag, nú alt er goymt á teldu. Við tað at hetta er eitt lutfalsliga ungt fyribrigdi, er tað so serliga seinastu árini, at hesin háttur er álítandi.
Í áðurnevndu leiting í Web og Science vísti tað seg, at tær 174 greinirnar vórðu í alt endurgivnar 1784 ferðir. Ein grein var endurgivin 203 ferðir og 53 greinir vóru ongantíð endurgivnar. Summar teirra helst tí at greinirnar eru so feskar, at onnur ikki hava havt stundir til at nevna tær. Aðrar tí eingin hevur hildið tær vera áhugaverdar. Í Danmark var talið av endurgevingum í miðal 7,8 fyri hvørja av teimum 7285 greinunum, sum Johan Wallin hevði við í síni uppgerð fyri 1999. Í Føroyum var hetta tal 12,4 í 1999 og 10,3 fyri alt tíðarskeiðið 1993-2004.
Læknafrøðiligar greinir vórðu lutfalsliga ofta end-urgivnar. Fyri tíðarskeiðið 1993-2003lá Ísland á odda í heiminum við 15,5 endurgevingum í miðal fyri læknavísindaligar greinir. Síðani koma USA, Háland, Finnland, Kanada, Danmark og so Føroyar við 12,4 endurgevingum.
Eitt annað er so, at tað er bert eftirtíðin, sum kann gera av, um eitt granskingararbeiði er dygdargott ella ikki. Tað ber jú til at endurgeva eina vísindaliga grein mangar ferðir, sjálvt um hon ikki hevði rættar niðurstøður. Og hinvegin er tað áður sæð, at ein vís-indalig niðurstøða púra verður ignorerað av fjøldini av granskarum í samtíðini.
Eg havi brúkt talið av endurgevingum sum eitt einfalt vísital, sum kann geva okkum eina hóming av, hvar vit eru. Ikki sum sannleikan.
Granskingarpolitiskt álit 1996
Í skrivi 19. januar 1995 heitti táverandi landsstýrismaður í mentamálum, Eilif Samuelsen, á danska granskingarmálaráðharran, Frank Jensen, at fáa til vega fígging til føroyska gransking á sama hátt, sum peningur verður settur av til polargransking. Saman við áheitanini var ein granskingarætlan, sum føroyskir granskarar høvdu latið landsstýrinum við umbøn at kanna møguleikarnar fyri fígging. Danska granskingarmálaráðið og granskingarráðini settu ein útgreiningarbólk við hesum kommissorium "At vurdere det samfundsmæssige videnskabelige behov og muligheder for forskningsaktiviteter, der belyser Færøernes natur (inkl. de omgivende farvande) miljøfor-hold, kultur og erhvervsmæssige muligheder og sundhedsmæssige forhold. At beskrive forskellige modeller for organisering af indsatsen, herunder virkemidler, forskeruddannelse og færøske forskergruppers deltagelse i indsatsen og placering i ledelsen heraf."
Sett var ein ellivu-manna nevnd av væl kvalifiseraðum fólki. Úr Føroyum: Jóan Pauli Joensen, professari, og Bogi Hansen, deildarleiðari. Í bóklingi, sum er givin út av danska granskingarráðnum 1996, sæst, at til gransking í 1996 vórðu millum 17 og 22 ársverk, 8 teirra alment fíggjað í Føroyum. Nevndin kom til ta niðurstøðu, at í Føroyum vóru íløgurnar í gransking rættiliga avmarkaðar. Nevndin mælti til, at neyðugt var at økja um talið á PhD-lesandi og til tess at fasthalda góðar granskarar í Føroyum, átti eisini at verða sonevnd post doc stipendiir, t.v.s granskarastarv til teirra, sum hava skrivað sína doktararitgerð. Eisini mælti bólkurin til at gera tað møguligt hjá útlendskum granskarum at koma hendan vegin og føroyskum at fara burtur. Bólkurin mælti til, at gransking innan náttúru og náttúrutilfeingi og innan umhvørvi og heilsu áttu at raðfestast hægst. Í alt mælti bólkurin til, at 15 mill. kr. um árið vórðu avsettar í fimm ár til tess at fáa gongd á føroyska gransking.
Hetta arbeiðið hevði við sær ávísar játtanir, men langt burtur frá tí, sum bólkurin mælti til.
Fortreytir fyri gransking
Ein fortreyt fyri gransking er, at vit hava fólk við hóskandi útbúgving, og tað haldi eg ber til at siga, at vit hava. Ikki tí øll hesi eru búgvin at granska einsamøll, men tað ber til í dag at gera samstarv við vegleiðarar, sjálvt um teir ikki búgva á staðnum. Gransking í Føroyum kann eftir mínum tykki býtast upp í tveir høvuðspartar:
Tann fyrsti er tann gransking, sum hevur við føroyska mál, mentan, søgu og samfelagsviðurskifti at gera. Hesa gransking verða vit í høvuðsheitum noyddir at gjalda sjálvi. Tað er ikki óhugsandi, at útlendskir granskingargrunnar játta pengar í hesa gransking, men tað er minni sannlíkt og í hvussu so er verður tað trupult, tí úrslitini eru ikki so áhugaverd fyri útlendingar sum fyri okkum sjálvi.
Hin parturin er gransking innan umráði, har vit í Føroyum eru áhugaverd, tí tað viðvíkur eisini evnum, sum onnur samfeløg eru áhuga í. Her kunnu vit nevna havið um Føroyar, lívið í havinum, veðurlagsbroytingar og umhvørvisdálking, sum fer um landamørk og ávirkar djóralív og menniskju. Og so eru føroyingar sjálvir kanska eisini áhugaverdir - um vit hugsa um tað, sum íslendingar hava sett í verk innan ílegugransking. Á hesum økjum ber til at søkja um samstarv við onnur og fígging frá útlendskum granskingargrunnum, bæði almennum og privatum.
Tann vinnuliga granskingin ella menningin hevur sítt natúrliga útgangspunkt í fiski og fiskaframleiðslu og í øðrum lagi í skipum. Hetta eru meginumráði, sum hevur alheims áhuga, og tí er væl hugsandi, at góðir møguleikar eru at fáa samstarv við onnur og harumframt fígging. Eitt nú frá ES, sum fegin vil integrera privata og almenna virksemið innan gransking og menning.
Samstarv
Tosa vit um gransking í altjóða høpi, er tað eftir mínari meting ikki bara ein møguleiki, men beinleiðis neyðugt. Tann tíð er farin, har tað ber til at arbeiða í sjálvdrátti. Sjálvt um nógv granskingarvirksemi er víða um heim, so eru tey, sum arbeiða í einum ávísum umráði, lutfalsliga fá, og her er tí eitt neyvt samstarv bæði ein fyrimunur og beinleiðis neyðugt.
Tá ið vit tosa um gransking, skulu vit minnast til, at tað snýr seg um at finna fram til nýggja vitan, t.v.s., at tá eru vit í kapping við allan heimin. Tað er soleið-is eingin grund til at gera ta næstbestu granskingina. Málið skal sjálvandi altíð verða, at tað ein ger, óansæð um tað er lítið ella stórt, er fyrsta floks.
Framtíðin
Loyvi mær eisini at koma við nøkrum almennum hugsanum um tørvin á gransking í Føroyum. Um eitt samfelag sum okkara skal hava framtíðarmøguleikar, er tað neyðugt, at vit eisini troyta tað tilfeingið, sum vitan er. Vit hava jú brúkt almikið av peningi til at skapa fortreytirnar fyri vitansframleiðslu, við tað at vit hava skúlað okkara fólk heilt frá sjey árs aldri til í summum førum seint í tjúgunum. Sjálvandi skulu vit so royna at finna mátar, har henda skúling kann bøta um okkara framleiðslu; til at finna nýggjar leiðir at ganga innan tilvirkan av tilfeinginum úr havinum í víðastu merking og møguliga eisini á summum umráðum at fáast við grundgransking.
Eftir mínum tykki hava vit ikki møguleikar fyri at halda tað livistøði, sum vit hava í dag, um vit ikki seta á og kýta okkum innan nýskapan, menning og gransking. Við at nýta myndina við einum urtagarði, skal eg loyva mær at minna á, at slíkt hendir ikki frá degi til dags At ala fram ein góðan og vakran urtagarð er ikki løtuverk. Tú skalt velja røttu planturnar, tú skalt velta moldina, tú skalt taða, tú skalt finna lívd - serliga í byrjanini, tá vøksturin er smáur og viðkvæmur, men sum frálíður tekur garðurin seg fram, og við tíðini verður hann bæði til íblástur, men eisini til gagns, tá ið væl fruktar. At seta gransking við er sum at fáa sær urtagarð, men minnist til, at sjálvt um tað tekur nógv ár at fáa ein góðan garð, tekur tað bara eina løtu at forkoma øllum.