Nú klokkan 14.30 verður síðsta umfar í ársins landskapping.
Í morgun var tað hvítt í fjøllunum í norðara parti av landinum, og fríska høgættarlotið ber við sær, at tað kennist at vera bítandi kalt, hóast tað eru umleið seks stig.
At vindurin er so nógvur kann bera við sær, at fótbóltsspælið verður nakað darvað, har sum ættin stendur á, men kortini verður tað roknað við, at allir dystirnir vera spældir.
Meistararnir í KÍ eru komnir til Runavíkar, og ferðslan er longu nógv úr Klaksvík og út á Skálafjørðin. At hann er høgur í ættini ber við sær, at fimleikarahøllin BYLGJAN verjir fyri vindi á vøllinum. Hjá áskoðarunum er tað gott hugskot at vera væl ílatnir.
HB er í Gøtu, og høgættin kennist væl í Sarpugerði. Vindferðin er í miðal 13 metrar um sekundið, og í hvirlunum er vindferðin omanfyri 18 metrar um sekundið.
FC Suðuroy er í Gundadali og spælir fyri lívinum. B36 er mótstøðuliðið, og í Gundadali er høgættin góð.
07 Vestur hevur vitjan av EB/Streymi, sum ikki hevur vunnið í meiri enn fýra mánaðir. Síðsti sigurin hjá EB/Streymi var 14. juni, tá ið tað endaði við 2-1 heimasigri ímóti FC Suðuroy. Um FC Suðuroy ikki vinnur í Gundadali, so ber heimasigur ella javnleikur í Sørvági við sær, at 07 Vestur sleppur undan niðurflyting.
Í Sørvági er miðal vindferðin 11-12 metrar um sekundið og í hvirlunum upp í 18 metrar. At hann er høgur í ættini ger, at tað er spælandi í Sørvági í dag.
B68 er í Trongisvági, har TB sigur farvæl við bestu deildina á hesum sinni. Í Trongisvági er vindferðin tann sama, sum hon er í hinum plássunum, har tað seinnapartin er fótbóltur í bestu deildini.
Kring alt landið er tað turt, og sólin kagar undan.
27. umfar
Leygardagin 25. oktober
Víkingur – HB: Rúni Gaardbo kl. 14.30
NSÍ – KÍ: Heini Ziska Viðoy kl. 14.30
07 Vestur – EB/Streymur: Jákup Øssursson Mohr kl. 14.30
B36 – FC Suðuroy: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 14.30
TB – B68: Dagfinn Forná kl. 14.30
| KÍ | 26 | 22 | 4 | 0 | 88 | 16 | 70 |
| HB | 26 | 19 | 4 | 3 | 68 | 35 | 61 |
| NSÍ | 26 | 19 | 3 | 4 | 90 | 33 | 60 |
| Víkingur | 26 | 12 | 8 | 6 | 42 | 27 | 44 |
| B36 | 26 | 11 | 6 | 9 | 43 | 39 | 39 |
| B68 | 26 | 6 | 7 | 13 | 34 | 60 | 25 |
| EB/Streymur | 26 | 6 | 7 | 13 | 27 | 55 | 25 |
| FC Suðuroy | 26 | 4 | 3 | 19 | 25 | 69 | 15 |
| 07 Vestur | 26 | 4 | 2 | 20 | 31 | 51 | 14 |
| TB | 26 | 2 | 6 | 18 | 24 | 87 | 12 |











