Adrian R. Justinussen er seldur úr Hillerød til AC Horsens. Tann sáttmálin hevur gildiskomu 1. januar. Adrian heldur tó fram við at vísa stórspæl fyri Hillerød.
Í dag syrgdi Adrian fyri, at Hillerød vann 2-1 á Hobro á útivølli. Longu í øðrum minutti av dystinum sendi Adrian eitt gott fríspark inn í brotsteigin hjá Hobro, har verjuleikarin, Rasmus Møller tók av og stútaði bóltin í netið til 1-0 til Hillerød. Hobro javnaði til 1-1 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men stutt undan steðginum stútaði Adrian sigursmálið í netið til 2-1 aftaná eina góða sending frá Victor Dedes.
Adrian fær frá Soccerstand/Flashscore besta karakterin av øllum leikarunum hjá Hillerød. Adrian fær 8,2 (av 10 møguligum).
Hillerød er fremst í deildini við 27 stigum. Hvidovre er næstfremst við 24 stigum.
HER ber til at síggja Adrian leggja upp til 1-0 málið.
HER ber til at síggja Adrian skjóta sigursmálið.
Á Riisskoven leikvøllinum í Aarhus var Martin Agnarsson á vøllinum í 88 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad taptu 0-1 fyri Esbjerg, ið skoraði sigursmálið í fyrra hálvleiki.
Aarhus Fremad er nummar níggju í deildini við 17 stigum.











