Tá ið Heini Ziska Viðoy fer at bríksla fyri fyrstu ferð í Runavík vera fleiri av teimum, sum higartil í ár hava verið fastir menn á liðunum hjá NSÍ og KÍ ikki á vøllinum.
Í gjár skrivaðu vit, at Brandur H. Olsen er illa skaddur í knænum
https://in.fo/news-detail/brandur-er-skaddur-i-knaenum
Umframt Brand eru Jasper Van Der Heyden og Klæmint A. Olsen ikki á listanum hjá NSÍ. Teir eru báðir skaddir. Petur Knudsen og Beinir Nolsøe eru tøkir aftur, eftir at teir vóru leikbannaðir í 3-0 tapinum á útivølli ímóti HB.
Hjá KÍ eru Hallur Hansson og Deni Pavlovic ikki á listanum, og Odmar Færø og Patrik Johannesen eru á beinkinum.
Jonn Johannesen, sum leingi hevur verið skaddur, er á beinkinum. Páll A. Klettskarð, sum var leikbannaður í 6-0 heimasigrinum ímóti TB, er aftur á liðnum.
NSÍ - KÍ kl. 14.30
NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness – Beinir Nolsøe, Emil Weihe Joensen, Michal Przybylski, Aron Knudsen – Petur Knudsen
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Mads Bo Mikkelsen, Jákuo B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Filip Brattbakk











