Noah er ikki við í Sarpugerði

Í sínum síðsta dysti í fremstu røð í Sarpugerði er Atli Gregersen partur av trímannaverju

HB er í dag í Sarpugerði fyri at halda tørn um næstfremsta plássið og harvið silvurkrónurnar.

 

Fyrr í ár hevur HB vunnið ímóti Víkingi bæði í Sarpugerði og Gundadali.

 

Sammett við uppstillingina í 3-0 heimasigrinum ímóti NSÍ hevur André Olsen skift fleiri spælarar út. Nýggir á liðnum eru Ári Mohr Jónsson, Heini Sørensen og Jákup L. Thomsen, sum avloysa Lassana Faye, Dan í Soylu og Noah Mnenéy, sum er leikbannaður.

 

Í dag er Atli Gregersen fyri síðstu ferð á besta liðnum hjá Víkingi í Sarpugerði. Síðsti dysturin yvirhøvur hjá honum í bestu deildini verður fríggjakvøldið, tá ið Víkingur fer at spæla steypafinalu ímóti KÍ.

 

Liðið hjá Víkingi í dag er tað sama, sum vann 4-0 í Vági síðsta sunnudag. Undantakið er, at Aron Jarnskor Ellingsgaard, sum var leikbannaður ímóti FC Suðuroy, í dag avloysir Ragnar Skála.

 

Víkingur – HB kl. 14.30

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Olaf Bárðarson, Ingi Jonhardsson – Jørgen Nielsen

 

HB: Bjarti Vitals Mørk – Mathias Voss, Áki Johannesen, Viljormur Davidsen), Ári Mohr Jónsson – Ási P. Dam, Heðin Hansen, Sammy Skytte, Heini Sørensen  – Emil G. Pedersen, Jákup L. Thomsen