Løgmaður hevur nú fingið frágreiðingina frá sínum egna løgfrøðisliga ráðgeva á Løgansskrivstovuni. Tað er Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur á Løgmansskrivstovuni, sum hevur skrivað frágreiðingina, og hann leggur dent á, at hann ikki er óheftur í málinum.
Í frágreiðingini, sum kann heintast niðanfyri, sigur hannm illum annað, at einki løgið er í, at annar parturin tryggjar sær ávísa kompensatión, so sum CIP gjørdi við at krevja eina millión krónur, føra tingingarnar ikki á mál til ávísan dato.
Ráðgevin vísir eisini á, at landsstýrismaðurin hevur heimild at halda fíggjarligar útreiðslur av fyrirreiking og gerð av sáttmálanum, og hevur landsstýrismaðurin í fíggjarløgtingslógini 2013 neyðugu fíggjarligu heimildirnar at halda slíkar útreiðslur, 6 mió. kr. Stk. 5 ásetur, at í avtaluni um endaligan einkarrætt skal tað treytast, at hesar útreiðslur skal einkarrættarhaldarin rinda landskassanum aftur. Sostatt er heimild at gera ískoytisavtaluna pkt. 3.1, men landsstýrismaðurin hevur skyldu at fáa upphæddina aftur frá tí, sum endaliga fær einkarrættin í endaligu koncessiónsavtaluni. Nevnda avtala er tí neyvan ólóglig ella óvanlig og bindir ikki tingið at taka ávísa støðu í málinum.
Landsstýrismaðurin hevur heimild at gera slíka tagnarskylduavtalu, men treytin er sjálvsagt, at henda avtala virðir føroyska lóggávu, sum tryggjar opinleika í fyrisitingini, t. e. løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 8. mi 2001. Henda lóg ásetir nevniliga í § 4, stk. 1, at høvuðsreglan er, at øll skjøl hjá tí almenna eru opin fyri almenningin, men at fyrisitingin kann undantaka skjøl frá almeninginum, gevur lógin ítøkiliga heimild fyri hesum. Skilja vit tagnarskylduregluna í procesavtaluni við ískoyti soleiðis, at hon er avmarkað av rættindum skjalainnlitisumsøkjara eftir innlitislógini, er ongin trupulleiki hjá landsstýrismanninum við tagnarskylduregluni í procesavtaluni.
Hinvegin er tað so, at mótparturin í avtaluni ger galdandi, at processáttmálin setur til viks rættindi sambært hesi lóg, so hevur landsstýrismaðurin ein trupulleika. Hann hevur nevniliga onga heimild at seta til viks lógina um alment innlit í avtalum við privat.
Men fyri mesta partin hevur landsstýrismaðurin heimild at nokta innliti við heimild í innlitislógini, nevniliga § 12 har sagt verður, at rætturin til skjalainnlit fevnir ikki um upplýsingar um privatu, herundir fíggjarligu, viðurskiftini hjá einstaklingum tøkniligar útbúningar ella mannagongdir, ella um rakstrar- ella vinnuviðurskifti ella líknandi, um so er, at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tann persónin ella virkið, sum upplýsingin viðvíkir, at áheitanin ikki verður gingin á møti og § 13, nr. 6, har ásett er, at rætturin til skjalainnlit kann avmarkast í tann mun, tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi privatum ella almennum áhugamálum, har tað vegna serligar umstøður í hesum føri er neyðugt at dylja málið.
Tað skilst, at allar umsóknir um innlit í málið eru viðgjørdar vísandi til reglurnar í innlitislógini og ikki vísandi til procesavaluni við ískoyti, so her er onki sum bendir á, at landsstýrismaðurin hevur borið seg at ólógliga.
Onki er yvir at dylja, at tað er rættuliga djarvt av einum landsstýrismanni í ískoytisavtaluni at gera eina avtalu við privatar, um hvørjar upplýsingar Løgtingið má síggja í einum máli og útgreina teir neyvari í einum skjali. Um landsstýrismaðurin við hesum tilætlað ella av grovum ósketni hevur skúgvað til viks tær skyldur, sum liggja á honum sbr. starvsinnihaldi hansara sbr. lógini um ábyrgd landsstýrismanna § 5, stk. 1 ella somu grein stk. 2 við at tiga við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum, er ikki lætt at taka dagar í millum jbr. viðmerkingarnar niðanfyri undir 5.3. Hetta er ein ítøkilig meting, sum Løgtingið í fyrsta lagi sjálvt má gera av, um tað skal rættarmálskannast.
Orðingin í tingskipanini er ”almennir stovnar”, og afturat hesum er tilknýtt ”aðrir”, sum eftir mínum tykki má lesast í tilknýti til hitt fyrra soleiðis at skilja, at tosað verður um aðrar stovnar enn teir almennu, eitt nú sjálvsognarstovnar, privat áhugafeløg ella onnur slík feløg og stovnar. Varð hugsað um einstaklingar, hevði orðingin ”onnur” verið brúkt. Samanbera vit við praksis á økinum, so vita vit, at tað kemur nærum ikki fyri, at innanhýsis viðmerkingar frá starvssettum ella deildum í einum ráði, verða lagdar við. Viðmerkingarnar verða umhugsaðar í stjórnarráðnum og skulu innskrivast í sjálvar viðmerkingarnar til lógaruppskotið í tann mun, tær ”innihalda upplýsingar, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum” sbr. lógini um ábyrgd landsstýrisins § 5, stk. 2.
– Ikki er lætt hjá løgfrøðingi, við vanligum løgfrøðiligum háttalagi, at siga, hvat ið »er av stórum týdningi fyri tingsins meting« og hvat, ið ikki er, sigur Sjúrður Rasmussen.
– Er ein meiriluti av Løgtinginum fyri at byrja eitt rættarmál, tí at hildið verður, at so er, og eitt nevningating er samt við tinginum í, at so er, ja so vita vit, at vit tosa um stóran týdning. Men at einstakur løgfrøðingur heldur, at talan er um stóran týdning er meira eitt git enn verulig yrkislig meting. Roknast má tó við, at manglandi upplýsingurin skal vera av slíkum slagi, at hann veruliga ger mun hjá tí einstaka tingmanninum, tá ið hann skal taka støðu til, um hann atkvøður fyri ella í móti. Aftaná drúgva rættarmálsviðgerð er lættari at taka støðu til slíkan spurning, men sum er, gerst metingin alt ov óviss, tí at faktisk og rættarlig sjónarmið hjá øllum pørtum í málinum eru ikki lýst.
– Svarið upp á setta spurningurin má tí fyri mítt viðkomandi bara standa opið, sigur Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni.
Frágreiðingin kann heintast niðanfyri.