10. partur
Atsóknir í Konso og Awasa
Eg havi verið á vitjan í Konso úr Yirgalem, har eg nú arbeiði. Í Konso eru forboð sett prestum og evangelistum at fara út í bygdirnar at samla fólk um Guds orð.
Á klinikkini í Konso hevur verið serliga strævið hesa tíðina. Meslingar hava gingið. Fleiri túsund fólk eru deyð. Tað varð mær sagt, at ein maður hevði mist øll børnini hjá sær, níggju í tali, og eisini konuna av meslingum ella av eftirsjúku. Her er sama støða við meslingum, sum tað var í Føroyum fyrr. Vandin er, tá ið fólk ikki hava havt meslingar sum børn, og tey verða smittað.
Yvirvøldin hevur nú tikið Tabor Semenary bíbliu- og forstøðumannaskúlan í Awasa, sum er norðanfyri okkum. Luhersk Missionssamband bygdi skúlan fyri 17 árum síðani, og teir góvu hann til Mekane Yesus kirkjuna. Tað eru bert 4-5 ár síðan, at kirkjan fekk skúlan aftur.
Nakrar dagar seinni tóku teir eisini missiónsstøðina, sum hvítusunnumenn úr Svøríki hava bygt í Awasa, sum nú er landspartahøvuðsstaður. Har er stór og vøkur kirkja, verkstaður og skúli fyri jarn- og træsmíð og nógv hús afturat.
Hátíðarhald fyri kollveltingina
Nú eru vit í 1984. Til heystar eru 10 ár síðani kollveltingina. Ætlanin er at hava stórt hátíðarhald um alt landið í hesum sambandi.
Fólk vórðu mánaðir frammanundan tikin út til skrúgongu til hátíðarhaldið, sum skaldi fara fram.
Ljósperur eru settar upp, og skulu tær brenna nátt sum dag alt til heystar. Her í Yirgalem var ravmagn, men hetta var eitt óneyðugt oysl. Ikki minst, tá ið hugsað verður um, at hungursneyð aftur stóð fyri durum.
Aftur turkur í 1984
Á okkara leiðum hevur regnað væl, síðan eg kom higar, og alt er grønt og vakurt. So var ikki alla staðni, og nógva staðni var turkur við sama lag. Hungursneyðin var tí stór. Fólkinum tørvaði nógva hjálp við sama lag.
Hungursneyð var eisini aftur í Konso og øðrum pørtum av landinum. Hon var byrjað so smátt í 1982, men nú merktist hon rættuliga. Aftur gjørdist tað uppgávan hjá Mekane Yesus kirkjuni at hjálpa til at býta út neyðhjálp til fólkið.
Hesa ferð var ikki nakar keisari at geva skuldina. Tí var henda hungursneyðin eitt skot fyri bógvin hjá kommunistiska stýrinum. Hildið verður, at henda hungursneyðin kostaði eina hálva millión mannalív og hótti aðrar fimm milliónir við tí sama.
Yirgalem var væl fyri við regni, og vit merktu einki til hesa hungursneyðina.
Evangelisturin Shamebo sigur frá
Hann sat her í stovuni, gamli evangelisturin Shamebo. Hetta er í Arba Minch í oktober 1987.
Á ungum árum hoyrdi hann um Jesus frá amerikanskum trúboðarum í Kambata landspartinum vestantil, har hann var føddur fyrst í øldini.
Hann hevði slitið seg upp sum evangelistur. Hann búði nú í Addis Abeba. Tveir dagar frammanundan var hann komin higar at vitja vinir og kenningar. Teir átti hann nógvar av, tí hann hevði virkað her í fleiri ár.
Hann kom at arbeiða fyri Norsk Luthersk Missionssamband. Shamebo upplivdi eina serliga hending, sum hann greiðir frá:
“Vit fóru til Garda í Gidole økinum at hava møti. Eg las og talaði Guds orð til teirra, og tey lurtaðu væl eftir. So segði eg teimum, at ætlanin var at koma regluliga at læra tey at lesa og at boða Guds orð. Eg spurdi so, um tey vildu taka ímóti boðskapinum.
Teir gomlu menninir fóru útum at tosa um hetta. Tá ið teir kom inn aftur var svarið: ”Vit og forfedrar okkara hava tænt Satan, og vit ætla at halda áfram at ofra til tað stóra træið, sum stendur her uttanfyri. Tit kunnu læra børnini og tey ungu, men vit vilja halda áfram sum fyrr.” So fóru teir út í myrkrið.
Tey ungu og børnini sótu eftir, og vit fóru nú at læra tey bókstavarøðina. Tá ið ein løta var farin hoyrdist eitt brak uttanfyri. Vit hvukku við og spurdu, hvat hetta var, men eingin visti, so hildu vit áfram við undirvísingini.
Ein løta gekk, so hoyrdist aftur eitt brak, harðari enn fyrru ferðina. Eg helt, at tað kanska var grót, sum rullaði oman brekkuna. So hoyrdist aftur eitt enn størri brak og eitt buldur. Vit lupu á føtur at vita, hvat hetta var.
Stóra træið koppaði
Har lá hetta stóra træið endalangt í túninum. Tað var brotnað av niðri við rótina. Tíbetur varð einki hús rakt. Vit fóru at hyggja at rótini og sóu, at brotið var heilt frískt.
Teir gomlu, sum vóru farnir heim, hoyrdu buldrið og komu saman við bygdarfólkinum at vita, hvat ið var hent. Tey undraðust stórliga.
Hetta settu øll í samband við boðskapin tey høvdu hoyrt. Tey hildu, at Gud nú hevði víst teimum, at hann var sterkari enn satan.
Tíðindini um træið fór út til allar bygdirnar. Ein streymur av fólki kom at síggja, hvat ið var hent, og at síggja træið, sum fólk høvdu tilbiðið í øldir, liggja í túninum.
Nógv fólk vóru komin til Garda, tí elsti maður í bygdini var deyður, og hesi fólkini komu í sorgarhús.
Um morgunin stóð eg uppi á rótini á trænum og talaði Guds orð fyri eini stórari mannamúgvu, sum var eini 3.000 fólk.
Shamebo: Gentan líktist ikki menniskja men kom kortini fyri seg
Ein dagin spurdi tey: “Tá ið Gud kann fella hetta træið, kann hann so eisini lekja sjúk?” “Jú, tað kundi hann,” var svarið. Tey søgdu mær nú frá ungari gentu, sum hevði verið sjúk í mong ár. Hon hevði ikki talað orð í langa tíð og fekst ikki at eta, tá ið fólk vóru hjá.
Vit fóru nú til smáttuna, har gentan lá. Smáttan var lítil og fátækslig. Eg ógvaðist við, tá ið eg sá gentuna liggja á moldgólvinum. Andlitið og allurin kroppurin vóru uppsvølpað, so hon líktist nærum ikki einum menniskja.
Eg fór inn í smáttuna. Eg tosaði við hana og las Guds orð fyri henni. Tá svaraði hon aftur og tosaði fyrstu ferð í langa tíð.
Vit bóðu fyri henni og løgdu hana í Guds hond. Síðan fóru vit við henni til klinikkina á missiónsstøðini í Gidole. Her fekk hon viðgerð í tveir mánaðir. Tá var hon fullkomiliga frísk bæði til likams og sálar. Hon gjørdist eisini kristin.
Fólk komu úr bygdunum til klinikkina bert fyri at síggja hana. Tey vóru stórliga bilsin at síggja hana ganga um fríska og ferðuga.
Shamebo: Bjargaður av sólamyrking
Eg havi sitið í fangahúsi í Yrgalem og var fongslaður fyri Kristi skuld. Ein dagin var eg tikin til forhoyr i rættinum. Eg var spurdur um ymiskt í samband við mítt virki sum evangelistur. Teir speiróku meg og hildu meg fyri spott.
Alt í einum fór at skýma, hóast hetta var mitt á degi. Teir, sum forhoyrdu meg, vóru so skelkaðir, at teir sleptu mær leysum og róku meg eisini á dyr sum skjótast. Teir hildu hetta vera Guds dóm. Tá var hetta ein sólarmyrking, sum teir og heldur ikki eg vistu av!”
Hetta var frásøgnin hjá Shambero. Eg havi sjálv upplivað sólarmyrking uttan at hava vitað av henni frammanundan. Eg var tá sjúk í øðrum eyganum og gekk við bindi fyri tí. Meðan eg arbeiddi gjørdist myrkt fyri hinum eyganum, og eg var bangin fyri, at eg var við at blíva blind. Eg fór útum og fann útav, at hetta var sólarmyrking, sum fólk vóru komin nógva staðni frá, eisini útlandinum sum Amerika og Europa, at hyggja at. Sólarmyrkingin “sást” serliga væl á hesum leiðum.
Trøllkonan Sui
Ein partur av søguni hjá Shamebo er eisini søgan um Sui. Eg kom at kenna hana, tá ið eg arbeiddi á sjúkrahúsinum í Gidole 1969-71. Hon var lág av vøkstri og hevði við framferð síni ein ávísan myndugleika við sær.
Hvønn morgun vóru andaktir hildnar uttanfyri klinikkina á sjúkrahúsinum. Millum onnur hevði Sui eisini andakt. Sui hevur góðar gávur. Hon dugur seks stammumál, og hetta ger hana sera væl fyri í hesum virkseminum. Fólk komu ymsa staðni frá, og tey tosaðu ymisk mál. So gekk hon runt og samtalaði við tey á teirra egna máli.
Sui hevði ikki altíð verið kristin. Hon er fødd umleið 1930 í Bore. Hetta er ein bygd, sum liggur um 3.000 metur omanfyri havið, einar 800 metur hægri uppi enn missiónsstøðin í Gidole.
Foreldur hennara og øll har um vegir vóru heidningar. Hon hevði frá barnaárum fylgt foreldrunum til satantænastur. Tey vóru sett av illum andum. Eisini tilbóðu og ofraðu tey til stokkar, steinar, trø, fossar, slangur og annað.
Hon var tískil á ungum árum trøllkona og í tænastu hins ónda, men kom til trúgv á Jesus fyri mongum árum síðani. Tað var júst Shamebo, sum fyrstur kom til bygdina haðani hon var ættað, at prædika Guds orð, og hann førdi hana til Jesus.
Var kona nummar fýra
Fyrstu ferð, hon hoyrdi gleðiboðskapin, var hon gift við einum manni, sum hevði fýra konur. Hon var ikki noydd at gifta seg við honum. Hetta vildi hon sjálv. Hon vildi heldur giftast við einum væhavandi manni enn at ganga allar sínar dagar og stríðast og strevast.
Tað var ikki við mildum orðum, at Sui tók ímóti Shamebo, tá ið hann kom at boða hendan nýggja boðskapin í Bore. Sui kendi, at her var komið nakað nýtt, sum henni ikki dámdi. Hon var ill og vildi ikki fara at lurta eftir Shamebo.
Hon bað hann sleppa sær burtur aftur. “Ert tú eitt konufólk,” segði hon við hann.
“Hví arbeiðir tú ikki sum aðrir menn í staðin fyri at ganga runt og drekka kaffi?”
“Eg havi seks gudar, sum eg trúgvi á,” segði Sui, “og maður mín hevur 63 gudar. Hvat er hetta fyri ein gudur, sum tú kemur og boðar okkum?”
Sui átti eitt lítið barn sum lá sera sjúkt á gólvinum. “Um so er, at tú eigur seks gudar og maður tín hevur 63, hví hava teir ikki hjálpt barninum hjá tær?” spurdi Shamebo.
Hóast hann fekk eina so óblíða móttøku, gavst Shamebo ikki at vitja Bore.
Sum frá leið gjørdist hon eitt sindur forvitin. Loyniliga nærkaðist hon plássinum, har fólkið lurtaði eftir Shamebo. Úrslitið varð eisini, at hon gjørdist gripin av orðinum og bleiv ein kristin.
Vrakaði allar sínar gudar
Tískil vrakaði Sui allar sínar gudar og fór at trúgva á Jesus. Nakrar dagar seinni doyði barnið. Sui gjørdi tá framvegis, sum heidningarnir vóru vanir. Hon stroyddi mold í hárið og smurdi runu um alt andlitið. Tá ið Shamebo sá hetta, segði hann við Sui: “Hvat er hetta tú gert? Hetta er jú siður hjá heidningum, og tú sigur teg at vera kristna.” Síðan rættir hann henni sápu og biður hana fara oman í ánna at vaska hetta av sær, og tað gjørdi hon so.
Hon fór heim í heimbygd sína og fór at vitna fyri manni sínum og hinum sum vóru har. Men tey slerdu bert alt uppí glens.
Tað bleiv ov mikið fyri hana framvegis at liva uppi í heiðinskapinum, har djevladyrkan fór fram. Hon fór tískil heim til mammu sína í Bore.
Hon gekk tá við barni undir belti. Hon fekk eina gentu, sum gjørdist sjúk. Tá komu fólk til hennara og søgdu, at nú mátti hon ofra til Satan og gomlu gudarnar, so at barnið kundi gerast frískt aftur. Hesum noktaði hon sjálvsagt fyri.
“Um tú ikki gert, sum vit siga, og barnið doyr, so skal tú sleppa at jarða tað sjálv”, søgdu tey. Hetta var ein verulig hóttan. Tað var ein vanæra um bygdarfólki ikki vildi hjálpa til við eini jarðarferð. Men tað helt Sui, at trúboðararnir fóru at hjálpa henni við, um tað skuldi enda so. Gentan gjørdist tó frísk aftur. Sui átti fleiri børn, sum doyðu sum smá. Hendan genta vaks tó upp og gjørdist sjúkrasystir.
Ein beiggi Sui var blivin kristin áðrenn hon. Síðan eru bæði mamman og øll systkini blivin kristin og eru blivin evangelistar. Sui hevur eisini verið framúr íðin í tænastuni at bera gleðiboðskapin út til bygdirnar á Gidole leiðini.
Hitti fyrrverandi trølkonuna aftur
Jorunn Hamre, norskur trúboðari, hevur verið í Etiopia í nærum 50 ár. Hon er har enn eysturi í landinum, 77 ára gomul. Hon var eitt skifti í Gidole. Hon og Sui abeiddu væl saman. Tær hava mangan verið úti í bygdunum fleiri dagar í senn og havt bíbliuskeið fyri kvinnunum.
Fyri nøkrum árum síðani var Sui eina ferð í Noregi. Hon hevði møtir ymsa staðni, og Jorunn tulkaði hana. Í Noregi man Sui hava verið í skóm. Annars dámdi henni best at ganga berføtt. Jorunn hevur eisini skrivað eina áhugaverda bók um Sui.
Fyri einum ári síðani flutti Sui frá Bore. Hon býr nú um ein kilometur niðanfyri missiónsstøðini. Har bygdi hon sær eina snotiliga smáttu. Staðið, har smáttan stendur, var fyrr nýtt til satandyrkan. Hon segði frá, at tá ið fólkini har rundan um frættu, at hon ætlaði at byggja á hesum staði, vóru tey skelkað og ráddu henni frá at gera tað, tí har búðu illir andar. Men ikki bilaði!
Sjálv havi eg ofta verið uppi í Bore, har Sui búði, har eg havi vitjað hana, tá ið eg havi haft kvinnumøti har.
Í 1995 tá ið Lea systir mín saman við Honnu, systir Doris Heinesen og Elsebeth úr Danmark saman við mær vitjaðu í Etiopia, vóru vit eisini í Gidole.
Vit fóru oman til Sui, men tá var hon ikki inni. Hon var farin á marknaðin søgdu grannarnir. Vit skuldu tá fara víðari til Arba Minch og vit bóðu tey heilsa henni. Men beint, sum vit skuldu fara, kom Sui. Tá hevði hon frætt, at vit høvdu verið har. Tað var hjartanemandi at síggja hana aftur. Vit fingu tikið eina mynd í skundi, áðrenn vit máttu fara.
Gav og fekk meira aftur
Sui segði mær einaferð frá, tá ið hon var til eina gudstænastu í kirkjuni á missiónsstøðini í Gidole.
Her varð tosað um at geva til Guds ríki aftur sum tøkk fyri alt tað, sum Gud hevði gjørt fyri okkum.
Hesin spurningur rakti Sui. Um hálsin hevði hin eitt knýti við nøkrum fáum krónum í. Hetta var alt, hon átti av peningini.
Spurningurin, hon setti sær sjálvari, var, um hon skuldi geva alt ella helvtina av hesum. Meðan hon hugsaði um hetta, var talvan farin framvið, uttan at hon hevði lagt nakað í hana.
Vanliga hevur hon eitt lætt sinni. Men hendan dagin var hon tung um hjartað, sum hon gekk niðan brekkuna til Bore.
Ein dagin kemur Shamebo til bygdina. Hann sær, at Sui var so stúrin og spurdi hvat ið bagdi. Hon greiddi honum frá øllum.
Tá fer Shamebo at flenna. “Hevur tú ikki lisið tað, sum stendur í Malaki 3,10:
Ber alla tíggjundina í goymsluhúsið, so at føðsla verður í húsi mínum og roynið meg við hesum, sigur Harri herliðanna, um eg ikki tá lati tykkum himinsins lokur upp og ríkiliga helli signing yvir tykkum.”
“Á,” segði Sui og rætti Shamebo knýtið við peninginum í. Gleðin skein í andliti hennara. “Eg veit, at Gud skal syrgja fyri mær.”
Nakrar dagar seinni komu boð til hennara um at koma oman á missiónsstøðina. Kona trúboðaran vildi tosa við hana. “Eg bleiv eitt sindur kløkk. Hvat mundi hon vilja mær?” segði Sui. Tá ið Sui kom til trúboðarakonuna, var hon bæði blíð og tíð. “Sui,” segði hon, “Gud hevur mint meg so nógv um teg í seinastuni.” So gav hon henni ein pakka við klæðum og øðrum, sum hon trongdi til. “Eg merkti,” segði Sui, “at Gud hevði byrjað at opna himisins lokur. Og síðan hevur hann signað meg ríkiliga.” Sunnudagin eftir gav hon eina kúgv til arbeiðið. Eg veit ikki um hon átti nakra aðra. Gud elskar ein glaðan gevara. Sui hevur ikki liðið nakra neyð og er glað fyri at vera við í arbeiðinum bæði á ein og annan hátt.
Víst er Sui ein merkisverd kvinna.
Shamebo er deyður fyri nøkrum árum síðani.
Hjálp til verandi og komandi mammur
Í 1989 var eg til eitt skeið um tuberklar, sum hópur av fólki doyr av á hvørjum ári. Nógv varð gjørt fyri at fáa fólk at koma til kanningar, men tað var ikki lætt. Í stórum økjum av landinum høvdu fólk ongar møguleikar at fáa nakra hjálp, tá ið tey gjørdust sjúk. Tey búðu undir ringum umstøðum og fingu ofta ikki tann mat, tey áttu at fáa. Tí høvdu tey so lítla mótstøðumegi, tá ið tey gjørdust sjúk.
Frá klinikkini fóru vit regluliga út í bygdirnar at læra fólkið um heilsu. Vit arbeiddu saman við formannin í bóndafelagnum á hvørjum stað. Hann tók so ábyrgdina av at samla fólkið saman, tá vit komu.
Ikki so fáar konur doyggja í barnferð. Vit ráddu teimum at koma til kanningar. Tveir dagar um vikuna tóku vit okkum á klinikkini serliga av barnakonum og børnum undir 5 ára aldur. Tað komu eisini nógv.
Men spurningurin var bert, hvussu vit kundu fáa fleiri at koma.
Ein dagin vóru Alemaz, hon var sjúkrahjálpari, og eg niðri í Dembele. Formaðurin fyri bóndafelagnum í Dembele segði, at teir nú ætlaðu at royna at byggja eini hús, so vit kundu kanna konurnar og smábørnini á staðnum og læra tey um matgerð og annað.
Ein stórur trupulleiki var longu tá AIDS. Vit royndu at undirvísa tey um, hvussu tey kundu sleppa undan hesi sótt. Tann greiðasta og besta fyribirging er at hava eitt fast parlag. Men her skal eisini rættilig hugburðsbroyting til. Menninirnar fóru á kaffihús við tí, sum hetta førdi við sær. Teir komu síðan heim og smittaðu konuna.
Annars hevur Mekane Yesus kirkjan ta skipan, at áðrenn eitt par í kirkjuni kann verða gift, skal tað kannast fyri HIV. Er annar parturin “positivur”, so verður brúðleypið avlýst. Hetta er sjálvandi hart. Tað kann eisini verða ringt at trúgva slíkt um sín maka, sum ein hevur havt álit á. Tí verða royndirnar tiknar aftur, men geva sum oftast sama úrslit. Hetta er hóast alt betri, enn um tey verða gift, og tann sjúki smittar tann fríska og eisini børnini, sum tey fáa.
_______________________
Forfylgingin av sjúkrahúsevangelistinum Taddese
Taddese var eingin vanligur evangelistur. Hann sat ósekur í fongsli, tá ið hann var umvendur og bleiv kristin. Hann skikkaði sær so væl í fongslinum, at hann slapp leysur áðrenn tíðina. Tá ið níggja sjúkrahúsið í Yirgalem var klárt í 1967, var hann biðin um at at vera evangelistur fyri sjúklingarnar, og hetta gjørdi hann til lítar. Her var nóg mikið at gera, tí tað vóru 4.500 árligar innleggingar
Upprunaliga var tað missiónsfelagið, sum hevði ábyrgdina av rakstrinum av sjúkrahúsinum. Men í 1977, eftir kollveltingina, var tað avgørt, at staturin skuldi standa fyri sjúkrahúsinum og lønargjaldingum. Starvsfólkið fekk harvið rættindi sum alment sett.
Men hetta gav trupulleikar fyri Taddese. Kommunistarnir kundu jú ikki seta ein evangelist í starv! Men hetta varð greitt soleiðis, at Taddese var skrivaður sum sosialarbeiðari, men arbeiðið var tað sama.
Men hetta frættist sjálvsagt, eisini til lokalu floksskrivstovuna, at tað almenna hevði sett ein mann, sum eftir teirra tykki arbeiddi ímóti myndugleikunum.
Tað vóru gjørdar ætlanir at steðga honum. Men eingin tordi beinleiðis at gera nakað. Sjúkrahúsið var landskent og her komu fólk alla staðni frá. Tí kundu myndugleikarnir ikki rættuliga gera nakað, sum kundu koma at skapa teimum trupulleikar við og á sjúkrahúsinum.
Misti sítt samleikaprógv
Men teir kundu gera lívið súrt fyri evangelistin, og her vóru nógvir møguleikar.
Í einum og hvørjum kommunistastati verður fyrr ella seinni vørutrot. Tað var heldur ikki leingi eftir kollveltingina i 1974, at sukur og mjøl varð skamtað. Víst kundi henda vøran keypast frítt í privatum handlum, men her var tað dupult so dýrt sum í handlunum hjá statinum. Fyri at kunna keypa í statshandlunum var neyðugt við samleikaprógvi. Tað skuldi jú vera eftirlit við øllum. Samleikaprógvini skuldu eisini endurnýggjast hvørt ár.
Tá ið Taddese eina ferð kom at endurnýggja sítt samleikaprógv, tóku teir kortið inn og bóðu hann koma aftur dagin eftir. Dagin eftir var eingin, sum fann kortið. Heldur ikki annan dagin eftir. So Taddese mátti klára seg uttan kort. Og nú kundi hann ikki keypa bíligt sukur og annað, tí hann kundi ikki prógva, hvør hann var.
Men hetta var ikki nóg mikið at ræða Taddese.
Bygdu landbrunn á hansara grundøki
Nú fóru teir at happa børnini hjá honum orsakað av pápanum. Ein súkla hvarv í grannalagnum, og ein sonur Taddese varð innkallaður á floksskrivstovuna og lagdur undir at vera tjóvur. Tey flestu skiltu, at her var talan um falskar ákærur.
Taddese helt fram at arbeiða. Børnini vóru errin at hava ein pápa, sum ikki lat seg ræða. Sjálvt floksleiðarar, sum komu á sjúkrahúsið, vitnaði hann fyri um sína trúgv. Teir tordu ikki at koyra hann út av sjúkrahúsinum. Kanska blivu teir so sjálvir útkoyrdir!
Taddese hevði keypt eini hús nærindis sjúkrahúsinum. Ein dagin koma ungfólk inn á grundina at høgga trøini hjá honum. Jú, viðurin skuldi brúkast til floksskrivstovuna!
Ein dagin frættir Taddese, at tað var samtykt á floksskrivstovuni at fongsla hann. Hann sleppur sær burtur sum skjótast, og tekur buss til Addis Abeba.
Eftir eina viku kemur hann aftur, og tá eru hesar ætlanir longu sleptar.
Men so mátti okkurt annað gerast fyri at gera honum lívið trupult. Ein dagin koma ungfólk og grava á hansara grund. Hvat hetta var? Jú, teir skuldu gera ein landbrunn til floksskrivstovuna, sum var nærindis. Nú helt hann tað vera ovboðið, men hvat kundi hann gera?
Hann fór at tosa við norska læknan á sjúkrahúsinum Sigmund Lende, sum var umrøddur í seinasta parti. Læknin visti, at hetta høvdu teir ikki rætt til. Men hvat kundi hann eisini gera?
Fekk hjálp frá floksleiðsluni
Í lokalhøvuðsstaðnum Awasa var ein ungur lovandi maður á floksskrivstovuni. Hann kallaðist Belew, var væl úbúgvin og eisini dámligur. Tað kundu summir av teimum eisini vera. Hann hevði eisini verið innlagdur á sjúkrahúsinum, so læknin helt, at hann kundi loyva sær spyrja hann til ráðs.
Hann fór so at vitja Belew á skrivstovuni, og tað var so heppið, at Belew var at hitta. Læknin greiddi so honum frá øllum, ið var hent Taddese. Sigmund segði erliga, at hann metti hesa framferð at gera seg inn á Tadesse vera eina roynd at fáa hann út av sjúkrahúsinum, tí hann var evangelistur.
Belew metti, at hetta var ein ólóglig mannagongd. Teir høvdu ongan rætt at gera manninum ónáðir á hendan hátt. Hann biður so læknan fara aftur á sjúkrahúsið, so skuldi hann nokk orðna hetta.
Tríggjar dagar seinni frættist á sjúkrahúsinum, at bilurin hjá Belew var farin framvið á veg til Yirgalem. Eina løtu seinni frættist, at Belew var á floksskrivstovuni og hevði sent boð eftir lokala floksformanninum, sum arbeiddi á sjúkrahúsinum. Ein tíma seinni frættist, at hann var handtikin! Tað var júst hesin, sum hevði staðið aftanfyri happingina av Tadesse. Nú varð hann fastsettur fyri maktmisnýtslu. Hann sat í tríggjar dagar. Hetta var vist nóg mikið til at fáa hann at ásanna sítt mistak. Fjórða dagin var hann aftur til arbeiðis og lætst sum einki.
Nakað samstundis hevði Tadesse havt familjuráð heima hjá sær sjálvum. Øll vistu, hvussu vágafult hann livdi, hóast sloppið var hesa ferð. Men her var øll familjan samd um, at hann skuldi ikki bakka fyri yvirvøldini, hvat tað enn kom at kosta honum. Hetta var dirvið so tað munaði!
Tað var heldur ikki so leingi, at hann fekk frið. Seinni varð hann handtikin og hevði verið píndur. Bein hansara vórðu skadd. Hann slapp leysur aftur, men hann kom ikki fyri seg aftur. Hann fór frá við eftirløn og flutti til sína heimbygd nærindis Addis Abeba. Har hitti eg hann eisini eina ferð, eg kom hagar. Har doyði hann nøkur ár seinni.
Eg minnist Taddese sum ein trúgvan Harrans tænara. Hvønn morgun gekk hann runt á stovunum og las Guds orð fyri sjúklingunum. Hann hevði eina dámliga medferð, og varð virdur bæði av høgum og lágum.
“Øll børnini hjá okkum eru trúgvandi,” segði Taddese, og gleðin lýsir av andliti hansara. “Vit ganga í Mekane Yesus kirkjuni her í Mekanissa í Addis Abeba,” sigur hann. Tað tekur umleið ein tíma at ganga. Tey ungu ganga so skjótt segði hann. Hjá mær er tað eitt sindur tyngri, men eg vil so fegin koma og hoyra orðið vera boðað og at vera saman við Guds børnum. Gleði og friður vóru eyðkenni, sum eyðkendu Taddese.
Næstu ferð:
Í komandi parti verður millum annað greitt frá Lemma. Fyri gerast verdigur at gerast limur í kommunistaflokkinum gjørdist hann ein svíkjari. Men hetta gjørdist bert ein stokkut gleði