Jens Hákun Leo
----
31 mai 2012 játtaði Granskingarráðið stuðul til tólv nýggjar granskingarverkætlanir. 6.737.449 kr vórðu latnar til granskingarverkætlanir innan økini mentan, náttúra, náttúrutilfeingi og heilsu.
Umsøkjararnir vóru 44 í tali. 12 vórðu útvaldir, meðan 36 vórðu vrakaðir. Granskingarráðið hevði ikki fíggjarligu orkuna at stuðla meira enn einum ávísum tali av granskingarverkætlanum og varð tískil noytt at velja og vraka ímillum innkomnu uppskotini.
Hetta er ár 2012, og hetta er samfelagið, sum skuldi leggja størri dent á gransking. Gransking er alneyðug fyri eitthvørt framkomið samfelag. Hetta vóru flest allir politikkarir samdir um.Teir lovaðu at raðfesta og gera íløgur í gransking, so hetta kundi skapa vitan, arbeiðspláss og burðardygga menning fyri føroyska samfelagið. Men teir hava ikki hildið síni lyfti. Hví skuldu Granskingrráðið bara fáa góðar sjey milliónir at spæla við? Hví ikki 70 milliónir? 32 umsøkjarir vórðu vrakaðir. Var peningurin tøkur, kundu nógvir teirra sloppið til verka við sínum granskingarverkætlanum.
Men so skuldi ikki vera. Landið hevur ikki gjørt ikki tær neyðugu íløgurnar í gransking, og hetta kemur at fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri føroyska samfelagið. Nýggj vitan verður ikki skapt, arbeiðspláss verða ikki skapt, og nógvir akademikkarir sleppa harvið at ganga arbeiðstøkir. Hetta er ikki nøkur vanlukka fyri teir fáu, sum megna at seta egið virksemi í gongd, men veruleikin er tann, at meirilutin av teimum ikki megnar at seta egið virksemi í gongd, tí teir antin ikki hava førleikarnar ella eydnuna við sær. Nógvir av teimum verða harvið noyddir at seta sína lít til, at tann almenni gerin fær tørv á teirra arbeiðsmegi.
Men tann almenni geirin í Føroyum vil ikki vita av teimum. Nýggjasta dømið uppá hetta eru teir 32, sum ikki sluppu til verka, tí peningur ikki var til taks, og tí peningurin skuldi nýtast aðrastaðni.
Tann almenni geirin eigur at skapa arbeiðspláss í ringum tíðum ; ikki fækka um arbeiðsplássini. Men síðan nær hava føroyskir politikkarir gjørt skynsamar raðfestingar? Teir søpla pengar vekk, og tað kann gera teimum tað sama, tí teir eru tryggjaðir, meðan hini, millum annað teir 32 granskingarhugaðu, kunnu skíta ella hvørva.
Eg fór ikki á val í fjør, tí eg metti ikki, at nakar av politisku flokkunum var verdur at atkvøða fyri. ABCDH flokkarnir hava givið vanlukkuligar skattalættar, sum hava kostað samfelagnum milliónir omaná milliónir. Allar hesar milliónirnar kundu verið nýttar til burðardygga menning og til at stuðla teimum, sum veruliga høvdu tørv á teimum, millum annað teimum 32 granskingarhugaðu. Men hvør fekk hesar milliónirnar? Jú, nøkur fá, ið nnast inni væl vistu, at tey kundu verið tær fyriuttan.
Síðstu 8 árini er fólkatalið í Føroyum minkað, almenni geirin hevur ikki skapt nýggj arbeiðspláss, tað er ikki vorðið meira attraktivt at búgva í Føroyum, og hvat hendir? Ørvitis skattalættar verða latnir, og fiskiloyvi verða lutað burtur í eyst og vest til vinir og kenningar (ókeypis sjálvandi). Allar hesar milliónirnar kundu gjørt mun, skapt menning og økt granskingarvirksemi í samfelagnum, men ístaðin skapa tær frustratiónir hjá øllum teimum, sum ikki fáa lut í vælferðini, størri gjáir millum priviligerað og minni priviligerað og afturgongd í samfelagnum.
Eg havi ikki gloymt Tjóðveldi. Teir hava eisini søplað pening burtur. Hvør minnist ikki tær 300 milliónirnar, teir søgdu frá sær í 2003, tí vit nú skuldu royna at klára okkum sjálvi? Hví skuldu tit skera blokkin niður?! Tað kundi Danmark funnið út av fyri okkum, tá vit vóru búskaparliga búgvin til tess.
Vit vóru ikki búskaparliga búgvin til ein blokkniðurskurð í 2003. Vit skuldu tikið ímóti blokkinum við gleði, takkað Danmark fyri hann og brúkt hann til at ment føroyska samfelagið á burðardyggan hátt – við millum annað at stuðla granskingarverkætlanum. Tað er ikki at bidda. Faktum er, at Føroyar eru lítlar. Vit hava okkara avmarkingar, og vit eiga at taka útgangsstøði í hesum og ikki í tí, at vit eru nakrir ússaligir biddarar, um vit ásanna, at vit ikki klára okkum sjálvi. Tann persónliga vælferðin hjá einstaklinginum eigur at koma fram um stoltleikan hjá nøkrum fáum sokallaðum “idealistiskum” ríkum loysingarmonnum.
Vit eiga at stremba ímóti sjálvstýri, men tað gera vit ikki, sum nú er. Sum nú er, oyðsla vit peningin burtur. Tá vit eru búskaparliga búgvin, eigur Danmark at steðga veitingini til okkara alt fyri eitt. Men so leingi vit ikki eru búskaparlig búgvin (geva ørar skattalættar, lata vera við at stuðla gransking og skapa nýggj arbeiðspláss) er blokkstuðulin ein alneyðug inntøka fyri samfelagið.Tað er ikki eyðmýkjandi at fáa blokkstuðul.Tann ríki eigur at geva tí minni ríka, inntil tann minni ríki klárar seg sjálvan. Hetta er ikki annað enn góður moralur.
Enn eru vit tey, sum eru “minni rík”. Orsøkin til hetta er, at okkara politikkarir hava søplað og oyðslað ein alt ov stóran part av landsins peningi burtur. Hetta er galdandi fyri politikkarir frá øllum flokkum. Sum nú er, eru alt ov mong, sum kunnu gera mun, men sum verða hildin uttanfyri, tí 15-20 ríkmenn skulu fáa milliónir í skattalætta, og tí formaðurin í Tjóðveldi ger av, at hann ikki hevur brúk fyri 300 milliónum krónum, tí hansara umsiting hevur tað ivaleysa gott. Hetta er álvarssamt, og hesin ørskapurin verður fíggjaður av okkara foreldrum, sum hava uppiborið betur !
Vit eiga at brúka peningin á øðrvísi hátt. Stuðul eigur millum annað at verða játtaður til gransking, sum heilt ítøkiliga økir um kappingarførið hjá ymsum vinnugreinum, harímillum ferðavinnuni, og sum ger tær meira burðardyggar. Harumframt eiga landsins fólkavaldu eisini at seta á stovn ein altjóða lærdan háskúla, sum fæst við slóðbrótandi gransking. Lærdi háskúlin skal lokka útlendsk lesandi til Føroya, fáa fleiri av teimum lesandi í Føroyum at verða verðandi í landinum og harvið vera við til at skapa virksemi og størri fíggjarligt avkast fyri landið.
Hetta er vegurin fram og ikki núverðandi syrgiliga gongd, sum er niðurbrótandi, hugtyngjandi, og sum skapar eina Generation X, ið verður svikin og fremmandagjørd av politiska systeminum. Milliónir verða oyðslaðar burtur, men hóast hetta finst enn ein vón fyri mín heimstað. Latið okkum leggja tað, sum er farið, aftur um okkum og stevna ímóti eini bjartari framtíð, har pláss er fyri øllum í føroyska samfelagnum, eisini Generation X, og har búskaparlig ábyrgd verður sett í hásæti.