Hanus Kamban
-------------------
Upplýsing og miðøld
Hávarður Geirmundsson, høvuðspersónurin í skaldsøguni Gandaringurin eftir norska rithøvundin Sigurd Hoel, er bóndasonur úr Telemørkini. Tá ið skaldsøgan tekur við, er hann beint komin til ein landspart nakað væl “longur norðuri” í Norra, hevur gift seg við einkjuni Rannvá og sett seg niður á Olstaði, einum tí ríkasta garðinum í Norðurbygdini. Hávarður er væl skøddur til sín nýggja setning, hann hevur gingið á landbúnaðarskúla, hevur praktiskar royndir frá síni tíð sum fyristøðumaður á garðinum hjá Thurmann presti og er annars maður við hugflog og ætlanum.
Hendingarnar fara fram í tíðini um 1820-30, ofta verður sipað til kríggið í 1814, og til tann gitna prædikumannin og pietistin Hans Nielsen Hauge. Viðhaldsmenn hjá hesum seinna hava ein ávísan leiklut í bókini, av ikki bara uppbyggiligum slag.
Tann bygd, hesin ljósi upplýsingarmaður hevur vígt sína orku og sína framtíð, er í øllum lutum hansara mótsetningur, húsmenn og húskallar latir, ódugnaligir og undirbrotligir, bøndurnir lítið frægari, stórbøndurnir grammir jarðormar og búravnar. Afturhaldssemið er rótfrekt, og tá ið avbygdarmaðurin varisliga fer at bróta upp úr nýggjum, lýsa allar reyðar lampur í miðaldarinnar støðuhyli. Hakar og kvíslir úr jarni? Men eitrar jarn ikki moldina? Eplir? Men eru tey ikki vandamikil? Og var tað Guds ætlan, at menniskjan skuldi velta eplir, tíansheldur eta tey? Sama ger hvat hesin maður finnur uppá, allastaðni rennur hann seg í mótvilja og mistrúgv.
Í eini góðari skaldsøgu verða ofta, eftir klassiskari fyrimynd, at kalla frá byrjan pílar lagdir inn í tekstin, sum vísa fram ímóti einum mynstri ella vevnaði. Frá Gandaringinum kann ein, sum dømir um slíkar ábendingar, nevna dreymarnar hjá Hávarði, har hann villist í mjørka á ókendum leiðum og ættarkvæðið um Vilamann, sum “reið seg í bjørgið blá”, og hvørs gangari “snávar um villistrá”. Lesarin heftir seg eisini við, at sjálv bygdin ikki sjáldan liggur í skaddu, meðan hagin og skógurin í erva - har veiðimaðurin Jón, tann stolti og frælsi og reinlynti, hevur sína gongd - liggja í ljósi.
Kristafár og tey øru
Tann mótstøða, Hávarður stendur yvirav, er eitt skrímsl við mongum høvdum. Hansara versti mótstøðumaður er, so tykist ið hvussu er, Kristafár á Bergi, bóndin og kraddarin, sum ríkar seg upp av at hava øll tey øru í bygdini í einum kjallara, har tey sita, mong teirra leinkjað, upp undir øklar í sínum egna skarni. Kristafár hevði ætlað sær Rannvá og hennara garð og kann ikki fyrigeva Hávarði, at hann, tann fremmandi, her var við yvirlutan.
Men hóast Hávarður og Rannvá ta fyrstu tíðina liva saman í kærleika og hava eitt ríkt ástarlív, eigur bygdin eisini rót í henni, og tá ið Hávarður ætlar at keypa nýggj amboð og reint sáðkorn, vil hon, hóast hon umframt garðin eigur væl av pengum, ikki rinda fyri tað. Men Hávarður, sum er ráðasnildur maður, ger ein handil við stjóran á Verkinum, og tað eydnast honum at keypa smærufræ, ogna sær neyt av betri kyni, keypa harvu og fáa plógv til láns.
Gandaringurin er bók við mongum brigdum, ørgrynni av motivum, kompleksum vevnaði og heimspekiligum og sálarfrøðiligum mótsagnum. Men fyrst og fremst er hon fyrimyndarliga væl fortald, og frásøgnin verður, sum tú lesur, meira og meira spennandi, alsamt fyndugari og meira eirindaleys, til ein móti endanum kennir suðið frá tí sublimt orðaða sorgarleikinum.
Søgan um, hvussu Hávarður umskapar Vátlendið til sín besta jarðarteig, er samstundis ein frásøgn um eitt nýtt slag av veitargrevstri við taktum grótrennum, sum liggja undir flagi. Lýsingin av ítøkiligum menniskjansligum skittføri er minnilig. Tann sálarfrøðiliga lýsingin av menniskjansligum óndskapi er djúptøkin. Mitt í henda frásagnarvevnað hevur Sigurd Hoel sett ein persón, sum, við dygdum og veikleikum, er so sannførandi kveiktur, at lesarin heldur seg altíð hava kent hann. Ein yrking eftir Regin Dahl, “Minni maður” eitur hon, rennur einum í huga:
Droymdi tú um at drepa
hann, ið leyp fyrstur um ánna?
Hann, ið altíð ló,
tá ið harðast á stóð?
Hann ið fekk gentuflokkin at piprast
av tráanarfrøi,
bara hann steig inn um gátt?
Glataðu seyðir Ísraels
Alt hetta hevði tó neyvan borgað fyri listarligum sigri, um ikki høvuðspersónurin eisini hevði allegorisk drøg. Tí Hávarður er ikki bara barn av hugsunarhátti, sum spratt úr heimspekini hjá Holberg og Voltaire, hann er samstundis úr ævinligari tilfari, hann er bjargarin, komin út í armóðina og myrkrið til “glataðu seyðir Ísraels” eins og ein annar kendur maður, sum hann er javngamal við at kalla, tá skaldsøgan byrjar.
Tey spor, sum vísa á hetta samsvar, eru týðilig, her kann bara verða nevnt, at tvær ferðir verður sipað til Nikodemus, sum er kendur úr Jóhannesar evangelium, og at tá Hávarður kemur í fongsul, situr hann har sjálvurtriði. Og hetta, at hjálpa teimum glataðu seyðunum, er, óneyðugt at siga, hansara størsta mistak. Tí av øllum øvundarmonnum eru tað teir, sum hata hann mest.
Rithøvundurin telist millum teir fremstu í liðinum av (kanska ikki so mongum) veruligum intellektuellum, sum Norra hevur fostrað. Hann vísti hetta sum bókmentaligur forlagsráðgevi, serliga í tríati-árunum, og ikki minni sum ein, ið tíðliga, við glógvandi skilbundnum greinum, fór í hernað móti nazismuni og – hóast hann upprunaliga var radikalur sosialistur – sum ein tann fyrsti, ið sá at nazisma og kommunisma, í útgávuni hjá Stalin, vórðu úr sama bergi brotin.
Hann vísti hetta eisini sum fjølkunnugur og forvitin essayhøvundur. Ein tann besta og best skrivaða ritroyndin hjá Sigurd Hoel er eitt essay, hann skrivaði um tær norrønu fornsøgurnar. Hoel, sum var runnin úr norskum bygdasamfelag, vísti í hesi grein, at hann kendi hugaheimin í fornsøguni at kalla innanífrá, sum rótgrógvin norðbúgvi.
Tilvild ella lagna
Hetta sæst aftur í Gandaringinum, sum bæði er søgulig skaldsøga, krimisøga, samfelagslýsing, lagnuskaldsøga og eitt slag av fornsøguteksti. Rannvá er nøkur ár eldri enn Hávarður, og samstundis sum stjúkdóttir hennara, Kirstin, veksur upp og verður ein óvanliga vøkur, heldur still genta við stórum, lýsandi eygum, verður hesin aldursmunur ein vansi. Dramatikkurin veksur, tá ið Hávarður og Kirstin, stødd uppi á setrinum, verða álopin av eini bjørn. Hávarður fellir bjørnina við sínum líggja, eitt undur er tað, at líggjablaðið sker inn ímillum hennara rivjabein, og tá er tað Hávarður, eins og Martin Birck, hoyrir kirkjuklokkur ringja. Eitt tortýtt tekin – men um hvat?
Nú tekur ein hending aðra við sær, sjalusi tekur seg upp, eitt óhapp hendir, og í tí bygdin dregur alt sítt níðingssinni og hatur saman í eitt svart knýti, upplivir lesarin tann stóra grikska sorgarleikin.
Millum mótsagnirnar í hesum teksti er tann fremsti helst tví- og samdrátturin millum upplýsing og pátrúgv, frælsi og lagnuhugsan. Hávarður er upplýsingarmaður, men er samstundis framsíggin. Ikki bara tað, umaftur og umaftur upplivir hann (og lesarin) dømir um tað fyribrigdið, sum C.G. Jung rópti synkronisitet, tilvild, sum - tá ið saman um kemur - kanska ikki er tilvild. Tvídrátturin millum frælsishugsan og determinismu verður hvestur, tá ið júst royndin at skáka sær undan lagnuni, førir høvuðspersónin í hennara føvning. Einum renna í huga hesi orð, søgd av Iokaste, í Oedipus Tyrannos eftir Sofokles:
Hvat skuldi maður óttast, sum tilvildar kor valda, tá greiður varhugi er av ongum? Best er at liva miðleyst ...
Skyld og bót
Hávarður er maður, ið vil brenna brýr og byrja av nýggjum. Men fortíðin hevur ikki hug at sleppa honum, einamest minnið um gentuna, hann sveik, og sum druknaði seg. Skaldsøgan endar við rættarmáli, dómi og straffi, og samstundis verður skaldsins tak á síni frásøgn og sínum evni alsamt fastari, hansara fatan djúpari og hansara flog hægri. Við átta síðum lýsir Hoel eina heksajagstran, sum lesarin ongantíð gloymir.
Áhugavert er at høvuðspersónurin, sum er fyri dómsmorði, tó kennir seg sekan og á ein hátt góðtekur bæði dóm og revsing. Arthur Koestler var ein fyrimynd hjá Hoel, og júst hetta sálarfrøðiliga snarið, at verða órættvíst dømdur og tó vita seg sekan, finna vit eisini í Darkness at Noon eftir Koestler, kanska tí mætastu politisku skaldsøguni, sum kom í 20. øld. Í skaldskapinum eftir Sigurd Hoel er hetta evni ikki nýtt, og tað er tí merkiligt, at Koestler upprunaliga ætlaði at rópa sína skaldsøgu The Vicious Circle – Gandaringurin. Tilvild?
Hatrið til yvirlutan
Og hvat er tað so, um djúpast verður grivið, sum drívur hesar vesælu skepnur í Norðurbygdini at gera sum tær gera og hugsa sum tær hugsa? Alt, tykist høvundurin siga, kann fyrigevast, bara ikki eitt: menniskjans yvirluti, at vera stoltari, vakrari, frælsari enn hini. Men enn eina ferð, móti endanum á bókini, ger høvundurin eitt nýtt snar, tá ið hann avdúkar, at víst er óndskapurin djúpur og víst er Kristafár á Bergi eitt bakbeist, men at sín versta mótstøðumann, tann kalda telvaran, sum var stýrdur, ikki av kenslum, men av sínum viti, hevði Hávarður onki grun um. Hetta skal lesarin eisini sleppa at eiga á.
Gandaringurin er, hvussu tú so vendir henni, eitt meistaraverk. Hon er skaldaborin, vøkur, vís, blúgv, ómetaliga spennandi og orðað við fynd og sparsemi. Av nýggjari skaldsøgum veit eg bara eina, sum eg havi hug at líkna hana við, Livläkarens besök eftir P.O. Enquist, sum hon eisini av sjálvsøgdum grundum er skyld við. At bókin er so væl umsett ger hana til ein fong í hesi lestrarkargu tíð, gloypubita og góðgæti bæði hjá vanligum lesarum og hjá næmingum og lærarum.
Av somu orsøk er tað spell, at henda skaldsøgan í støðum ikki er nóg væl rættlisin. Onkustaðni mangla orð, í summum førum verða reglur uttan grund brádliga kappaðar av, í øðrum førum er bland í persónsnøvnum. Kemur bókin út í øðrum upplag, og tað hevur hon uppiborið, eigur hon at verða vandaliga rættlisin og búgvin til prentingar í einum sniði, sum stendur mát við hennara listarliga virði.
Sigurd Hoel: Gandaringurin.
Hans Thomsen týddi eftir Trollringen (1958). Sprotin 2009. 218 kr.