Visiónsleysir politikkarar

   

Oddfríður Marni Rasmussen
·????????????????????????



Felags játtanir eru ikki felags
Fregnir við Carl Johan Jensen, sum pennaførara, hava tvær tær seinastu vikurnar sett ljóskastaran á meiningarnar hjá politisku framsøgumonnunum fyri mentan og list. Við støði í hesum báðum viðtalum, onnur við framsøgumann tjóðveldisfloksins Torbjørn Jacobsen, og hin við javnaðarmannin og formannin í Mentanarnevnd Føroya Løgtings, Andreas Petersen.
Torbjørn Jacobsen hevur roynt at fingist við ráðið, sum verður nevnt Mentamálaráðið, har skúli og mentan í breiðastu merking verður umsitið. Og, sigur Torbjørn Jacobsen, hann royndi í teir krákumánaðarnar, hann sat sum mentamálaráðharri, at fáa játtanina til skúla og mentan í breiðastu merking at hækka so, at hvørki skúli ella mentan í breiðastu merking ikki skuldi missa nakað. Nú hava lærararnir fingið eina vælunta lønarhækking á uml 9 % og hetta er tað sama, sum hinir lønarbólkarnir í samfelagnum hava fingið, men samlaða játtanin til skúla og mentan í breiðastu merking fylgir ikki við. Tað vil siga, at tær hækkanir, sum vórðu stungnar út í kortið av farnu samgongu, hava nú broytt kós, nú nýtt fólk er sett á brúnna at stýra. Tær hækkingar á listaøkinum, sum standa í mentanarálitinum, tær vilja landsins kosnu menn ikki fylgja. So kann ein hugsa um hví. Í nýggja fíggjarlógaruppskotinum skal sparast allastaðni uttan á játtanini til Teistan. Hann fær eina millión meira, tí í valstríðnum, varð lagt fram av politisku valevnunum úr Sandoynni, at hesi 1800 tandrini mugu sleppa til høvuðstaðin um kvøldarnar at hyggja eftir list og øðrum mentanaligum tiltøkum, sum høvuðstaðurin hevur at bjóða. Men henda milliónin verður skarvað av mentanini, so hvat er at hyggja at hjá sandoyggjafólki.

At standa í stað er betri enn at arbeiða eftir reyv
Játtanin til musikkskúlan minkar eisini eftir fíggjarlógaruppskotinum. Hon minkar so nógv, at helst mugu fólk sparast burtur - fólk, sum læra ungdómin at spæla uppá ymisk tól, og sum hevur verið við til at uppdrigið ein professionellan lurtaraskara í nógv ár.
Nærum øll gransking á Fróðskaparsetrinum verður steðgað, tí at teir missa 10 % av samlaðu játtanini. Í samgonguskjalinum, sum bert er eitt eiti hjá Eidisgaard og hansara monnum, verður granskingin raðfest høgt. Men hesir menn munnu halda, at tað onki bilar, um føroyingar ikki kunnu metast við onnur lond, tá ið talan er um gransking, ella, tá ið talan er um at útbúgva sítt egna fólk. Tað er kanska betri, at tey fara aðrastaðnis at nema sær kunnleika og, at onnur granska fyri okkum.
Eitt mál, sum LISA hevur stríðst fyri og sum nú er horvið, er upphavsrættindi hjá øllum, sum fáast við at skapa eitthvørt listarligt. Tey í Mentamálaráðnum vita neyvan hvørjum borði málið liggur á, ella um tað er stungið niður í onkra skuffu. Skuffandi er, at onki verður gjørt fyri at tryggja upphavsrættarhavarum pengar, sum fara aðrastaðnis, og aðrastaðnis er til Danmarkar. Tað er eyðsæð at yvirtøkur av málsøkjum ikki eru raðfestar ovalaga hjá samgonguni, men upphavsrættindi er ein eyka inntøka hjá listafólkum og ein verja móti, at alt, sum er vart av lógini ikki verður misbrúkt.
Eitt annað mál, sum LISA hevur bart fyri, eru tey sosialu rættindini hjá listafólkum. Har eru vit bókstaviliga talt á grulvugarðsstøði. At hugsa sær til, at ein flakakvinna skar seg illa og hon noyddist á almannastovuna fyri at fáa pengar, tað hevði ikki komið fyri. Men um eitt listafólk kemur til skaða, er onki trygdarnet at lenda á. Tey hava somu rættindi sum tey, ið ikki kunnu hjálpast av samfelagnum - tey sjónligu, sum vit skammast av. Og flokkurin í landsstýrinum, sum eigur løggman skal eitast at arbeiða við sosialum viðurskiftum, men teir hava eisini í hesum málinum gloymt hvaðani teir koma frá. Javnin er loystur frá javnaðarflokkinum.

Sterki maðurin
Hvør situr so og hálar í træðrirnar á hvørjum? Jú, nú er Anfinn Kallsberg aftur tann sterki maðurin í føroyskum politikki. Tað vísir seg, at Anfinn og hansara menn í fíggjarnevndini, hava verið inni á hvørjari konti og sagt, hvar skal sparast og hvar ikki skal sparast. Hví skulu vit hava landsstýrismenn, tá ið Anfinn og hansara hondlangarar geva landsstýrismonnunum ordrar um, hvussu, hvør og hvar skal sparast? Tað er løgið, sum Anfinn fær skora seg framat allastaðnis.

Samgonguskjalið og stevnuskráir
Eg havi aldri fyrr sæð eitt samgonguskjal, sum hevur verið so lítið eftirfarandi sum hetta, ið samgongan hevur skrivað undir. Men tá ið talan er um mentan, var nú ikki annað væntandi. Samgonguflokkarnir hava fyri langari tíð síðani gloymt hvaðani teir eru komnir, at teir einaferð hava hildið seg til stevnuskrá floksins, sum skal eitast at stuðla og birta upp undir eitt mennandi mentanarlív.

Mentanarálitið
Á síðu 17 í mentanarálitinum er ein mynd, sum vísir hvussu politikarar eiga at tulka mentanarhugtøk og almennar mentanaruppgávur. Ovast er stuðul til listarligt arbeiði og skapan av list. Síðani kemur lóggávan fyri allmennan og privatan fjølmiðlapolitikk. Og næstniðast í pyramiduni, er samtíðarperspektivið, sum er stuðul at menna virksemi í mentanarliga fólkaræðinum, lokalmentan, áhugafeløg, ítrótt, frítíðarvirksemi o.s.fr.. Eisini er her eitt søguligt perspektiv og tað er siðsøguligt virksemi, varðveiting av mentanararvinum, kunning um mentanararv. Niðast er mentanarpolitikkur við atliti at útbúgving, nýggjari tøkni, vælferð, politiskum fólkaræði o.s.fr. Harafturat skal sigast, at ein av meginreglunum er reglan um armslongd. Henda reglan inniber, at "tað almenna skal stuðla uttan at stýra", sum danski mentamálaráðharrin Julius Bomholdt orðaði seg. Tað, sum løgtingsins Fíggjarnevnd við Anfinni Kallsberg á odda ger, er ikki bert brot á regluna um armslongd, men eisini á áðurnevndu pyramidu, sum sigur hvussu politikkarar áttu at tulka mentanarhugtøk og almennar mentanaruppgávur. Anfinn og hansara harkalið skilja neyvan regluna um armslongd, við sínum stuttu ørmum.

Mentanarnevnd Føroya Løgtings
Onnur viðtalan í Fregnum, hon við Andreasi Petersen, er undir alt lágmark. Yvirskriftin er soljóðandi: Yrkislist er ein lívsstílur. Sovorði møsn! Yrkislist er at liva av at vera listafólk. Tað er ikki ein betri lívsstílur enn at liva av at vera politikari. At formaðurin í Mentanarnevnd Føroya Løgtings beinleiðis arbeiðir ímóti at fáa mentan og list at trívast, átti at fingið summar tingmenn at reist seg upp úr dýru og bleytu stólunum í tinginum. Men sjálvandi. At siga onki, kostar onki.
Eg prátaði herfyri við ein fyrrverandi landsstýrismann, og hann lýsti nútíðar politikarar soleiðis: Teir verða noyddir at velja tvinnar kostir, seta seg niður at hugsa um teir, og velja hvørgan. Við øðrum orðum eru hesir menn politiskir visiónsloysingar, og hetta visiónsloysi forðar øllum øðrum fólkum, sum hava eina visión at arbeiða. Teir høvdu ikki skilt álvaran í málinum, um teir so tóku málarakustin frá listamálaranum og bóðu hann so mála.
Andreas Petersen er ein stór umbering fyri, at hann er settur at vera formaður í Mentanarnevnd Føroya Løgting, tí hví skal ikki eisini sparast at mentanarøkinum eins og aðrastaðni, sigur hann ferð eftir ferð í viðtaluni í Fregnum. Tað kann eg svara honum. Mentan og list eru lunnarnir undir fólkaræði, eisini politiskum fólkaræði, og soleiðis sum landsstýrismenn og stórur partur av Løgtinginum hugsar og tosar, so munnu hesir ikki vilja hava nakað sum helst við fólkaræði at gera og enn minni politiskt fólkaræði. Søguna hava teir gloymt, bæði flokssøgu sína, siðsøgu og felags virði. Tað vísir seg, at politikarar nú á døgum hava nóg mikið við at umbera seg, tí, at teir ikki megna at halda sína egnu stevnuskrá og enn minni samgonguskjalið, sum varð undirskrivað fyri stuttum. Ein skuldi trúð, at formaðurin í Mentanarnevnd Føroya Løg-tings, arbeiddi fyri, at list og mentan í breiðastu merking høvdu sovorði góð kor at mennast undir, at vit enntá kundu reypa av hesum uttanlands, eins og menn gera við fiskidagaskipanina, men so er ikki. Eitt virus, kallað visiónsloysi hevur sett seg í mønuna á stóra partinum av landsins politikarum og forðar boðum at finna vegin fram til heilan.

Felags mentanarlína
Teir fáu politikararnir, sum ikki eru befongdir av visiónsloysisvirusinum, vælsignaðir royni at fáa partapolitiskt agg og lokalpatriotismu burtur. Royni at evna eina langtíðarætlan fyri mentan í Føroyum, sum er bindandi fyri allar flokkar, og minnist til at spyrja tey um ráð, sum fáast við list og mentan. Mentan er fyri øll, eins og øll eiga fiskin, so tað burdi ikki verið so ringt at drigið eina felags mentanarlínu.