innan arbeiðsmannafelagið í høvuðsstaðnum. Broytingarnar Eftir at hava baksast eitt sindur í telefonini, so sita vit henda dagin yvirav Karl Johansen í stovuni hjá honum í Vørðsluni í Havn. Formansvillain er [...] serstaka brodd á fakfelagsvirksemi her á landi. Hann hevur nú í mong ár verið mótparturin hjá arbeisgevarunum í stríðnum um betri løn. Millum ár og dag hevur hann eisini fingið rættiliga nógv omanyvir seg av [...] ag hevur nógv færri limir í dag enn fyri 50 árum síðani, kanska helvtina so nógvar. Effektiviteturin hevur minkað um arbeiðsfólkið, sigur Karl. Hálvtrýssini eru eitt tað rokmiklasta tíðarskeiðið í Føroya
spjaddar í umráðnum, og fornfrøðiligur útgrevstur í Sermermiut dalinum vísir, at her hevur fólk búð í fleiri túsund ár. Í Sermermiut var størsta bygdin í Grønlandi í 1727, tá tað búðu 250 fólk her. Í 1741 [...] býta millum tey 4.000 fólkini í Ilulissat. Tey búgva rúmliga, tey reiðiliga hálvtfimtatúsund fólkini í Ilulissat Kommunu. Umfram býin sjálvan eru fýra smáar bygdir í kommununi. Í teimum búgva millum 47 og [...] ein siglitúrur út í Ísfjørðin. Ein grønlendskur starvsfelagi sigur mær, at hann hevur hoyrt í útvarpinum, at strandafarskipið hevði broytt rutuna nakað orsakað av ferðavinnustevnu í Ilulissat, so helst
hvat rørist í grannalondunum í landsynningishorninum í Eystursjónum. Á henda hátt vóna tey at menna innanhýsis mentunnarligu ávirkanina. Samtakið, ið verður kallað »Baltiska mentunnarstevnan í Norðurlondum« [...] millum estlendingin og tað træ, sum hann hevur so stóran tokka til. Tað er møguliga hetta fyribrigdið, sum sæst aftur í, at tað í Estlandi eru fleiri »heilag« trø enn í nøkrum øðrum grannalandi. Sagnir Eitt [...] hava avgjørt, at stevnan verður fyriskipað í fleiri enn hundrað framsýningar og tiltøk nú í heyst. Leygardagin tann 6. okt. lat ein av hesum framsýningunum upp í Norðurlandahúsinum. Hetta er ein fotoframsýning
at koyra tungu kanónirnar í skotstøðu, og harafturat gav hetta eisini fleiri skjótálop, sum í allar flestu førunum góvu úrslit. Trý mál vóru soleiðis á muni í hálvleikinum, men í veruleikanum var hetta buldrandi [...] sjálvandi er hetta nakða, sum eigur at geva gott móti í bláu leguni. Tað skerst tó ikki burtur, at talan í báðum førum hevur verið um teprar sigrar, og tú finnur neyvan nakran áskoðara, sum heldur Neistin [...] at byggja á Í Kyndli er einki at ivast í, at menn iðra seg um tapta dystin móti grannunum, men hinvegin er heldur einki at ivast í, at bæði venjari og leikara eiga at finna nógvar lutir í dystinum, sum
Ása Gaasedal hevur týtt úr enskum í gott móðurmál. Tú fert at fegnast um, at annað aðalevnið í bókini, the theory of evolution, ella »menningarlæran«, hevur fingið virðiligan avloysara í orðinum úrrei [...] Kouznetsov, sum hevur trý doktaraheiti í vísindum, hevur eisini sagt hugsan sína um tær negativu avleiðingarnar av úrreivingartankanum í vísindunum og á øðrum økjum. Hann ger vart við, at í Russlandi »gerast [...] Harrans í húnar hátt eftir Dick Perfect, ISBN-99918-45-15-1 ? tríggjar bíbliutrúgvar perlur, tú ger væl í at lesa; tær eru sum sniðaðar til nútíðar menniskju við tíðartroti, tí ljóð og mynd skræða í sansirnar
enn tann dag í dag, at teir(amerikanar og bretar) kríggjast enn ímóti Saddam Hussein. Maðurin situr eins tryggur í sínum sæti enn tann dag í dag. Fatið tað, hvør, ið fata vil. Kuwait Stjórnin í Kuwait bar [...] soldatar út í oyðimørkina, at verja eitt marglætisstýri, sum ikki hevði ferilin av demokratiskum anda í sær? Vietnamkríggið var enn ein tortur í eygunum á amerikumonnum, so svárt var tað, at fáa spæli í gongd: [...] Hvør hevur rætt í hesum føri er eisini áhugavert, men at síggja hvussu ólíka krøvini eru til próvførsluna um irakiska herfólki, gevur einum ta fatan, at valdsharrarnir í mongum føri bera blak í eyguni
kanska mest í sambandi við kórsang, at vit kenna Frits Johannesen. Fuglafjarða kentukór og onnur kór eru millum tey kendastu kórini, ið vit hava hug at seta í samband við mannin. Frits er uppvaksin í Fuglafirði [...] burturfrá tí sokallaðu ?føroysku? listini. Í húsunum hjá Fuglafjarða heimavirkisfelag er tað í hesum døgum ein framsýning. Ein framsýning hjá Frits Johannesen, har hann hevur savnar teir flestu av hansara nýggjaru [...] arkunum, sum listamaðurin sjálvur hevur valt at prísa verkini eftir, eru rímiliga ymisk og tó, at serliga vatnlitsmyndirnar fylgja einar ávísari linju. Í vatnlitsmyndunum hevur Frits Johannesen valt meira at
kappingarár í fótbólti er nú mest sum lagt aftur um bak. Gleðisløturnar hava sjálvandi verið nógvar í hesum, men eins nógvar, og kanska fleiri hava vónbrotini helst verið. Fyri summi hevur hetta spælið [...] partur av lívsvirðinum, ella samleikanum, um tú vilt. Fyri uttanfyristandandi kann tað tykjast nærum ófatuligt, at vaksin fólk kunnu gerast so býtt í nøkrum, sum í veruleikanum er rættiliga óviðkomandi. Heimurin [...] hóast teir hvør í sínum lagi hava sínar meiningar um lívsins viðurskifti, so eru tað tó fá, sum geva hesum ans. Tá Kalle er í Gundadali, er tó annað skil á. Her var hann hetjan, tá hann var í vælmaktini sum
jødar. Í Spania hava jødar verið nógv forfylgdir fyrr í tíðini, bara fyri sína trúgv. Krossriddarin »fríaðu« Jerusalem, men tað var longu frítt. Jødar og muslimar búðu saman, í sátt og semju. Í hovinum [...] kristindóminum. Tí tað størsta boðið í kristindóminum er jú: »Ger móti øðrum, ið tú vilt at tey skulu gera móti tær« og »Elska næsta tín sum sjálvan teg«. Tað stendur ikki í klombrum : »Hata næstan ella avmarka [...] sigast kann, at USA hevur skapt eitt »Frankinsteinmonstur«, ið hevur sín egna vilja. USA vil spæla altjóða politi og berjast fyri »Pax Americana« t.v.s, fyri einum heimi, har USA hevur alla maktina. Ikki
Høgni Hoydal fór í landsstýrið, kom Finnur Helmsdal í løgtingið. Umframt tey omanfyri nevndu vóru millum hini, sum vóru í uppskoti, Hildur Patursson, sum viðhvørt hevur verið avloysari í hesum valskeiðnum [...] Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum inntil í 1984, tá hann ikki stillaði uppaftur. Tá hann í 1988 stillaði uppaftur, var tað í Suðurstreymi. Har kom hann á ting, tá Jóngerð Purkhús fór í landsstýrið. Síðani [...] Havn vóru tey fýra umboðini, sum í hesum valskeiðnum umboða Suðurstreymoyar valdømi í landspolitikkinum. Á valinum í 1998 fekk Tjóðveldisflokkurin í Suðurstreymoy tríggjar umdømisvaldar tingmenn. Tað vóru