List frá hjarta til hjarta

»Ancient Trees of Estonia« er heitið á baltiskari framsýning í Norðurlandahúsinum. Hetta er ein fotoframsýning um Estlands avgomlu trø. Estlendski myndlistamaðurin Hendrik Relve hevur tikið myndirnar

 

UMMÆLI


Mentunnarstýrini í baltisku londunum hava gjørt eitt samtak, ið hevur til endamáls at virka sum sýnisgluggi fyri norðurlond. Tey trý baltalondini vilja við hesum samstarvi bjóða norðurlondunum eitt gott høvi at ogna sær kunnleika um, hvat rørist í grannalondunum í landsynningishorninum í Eystursjónum. Á henda hátt vóna tey at menna innanhýsis mentunnarligu ávirkanina.

Samtakið, ið verður kallað »Baltiska mentunnarstevnan í Norðurlondum«, er ein sonevnd ferðandi ketufamsýning, bygd upp við sjálvstøðugum tiltøkum. Hvørt landið sær ræður fyri síni egnu umboðan í samtakinum, soleiðis at tey, ið vitja einstøku liðirnar í ketuframsýningini, hava møguleika at skilja millum sereyðkennini hjá londunum á framsýningini. Á henda hátt ber framsýningin eitt meiri tjóðskaparligt bráð, enn ein beinleiðis felagsframsýning hevði gjørt.

Tey fyriskipandi londini, hava avgjørt, at stevnan verður fyriskipað í fleiri enn hundrað framsýningar og tiltøk nú í heyst.

Leygardagin tann 6. okt. lat ein av hesum framsýningunum upp í Norðurlandahúsinum. Hetta er ein fotoframsýning, sum á estlendskum eitur »Eesti põlispuud« ella »Estlands avgomlu trø«. Tað er estlendski myndlistamaðurin Hendrik Relve, sum hevur tikið myndirnar.

Søgulig trø

Hugskotið til júst hesa framsýning fekk Hendrik Relve frá Põlispuu verkætlanini, sum varð gjøgnumførd í Estlandi í tíðarskeiðnum 1996-99. Stigið til hesa verkætlan tók ungmannaumhvørvisbólkurin »Order of the Forest«, ið gjørdi eitt risa arbeiði við at savna upplýsningar um tey gomlu og tey søguligu trøini saman. Fleiri enn túsund fólk hjálptu við at finna trøini, gera uppmátingar og meta um lividygdina og at fáa møguligar sagnir til vega.

Síðan fór Hendrik Relve og tók myndir av teim mest undrunnarverdu trøunum. Hansara framsýning er løgd soleiðis til rættis, at til hvørja mynd hoyrir ein tekstur til. Hesin tekstur er oftast í trimum pørtum. Fyrst verður »kelinavnið« á trænum nevnt, og sagt verður, hvar træið stendur. Síðani verða teir formligu upplýsingarnir um træið givnir. Til dømis verður sagt frá hvørjum standi træið er í, og hvussu høgt og tjúkt og gamalt tað er. At enda verður greitt frá søguligu viðurskiftunum víðvíkjandi trænum.

Hesin triðji parturin er óivað tann mest spennandi parturin hjá flestu føroyingum at lesa, tí at her eru nógvar frásagnir, sum væl tola samanbering við føroyskar sagnir.

Andalig leinkja

Trøini hava havt stóran týdning fyri estlendingin í fleiri mannaminni, og hava estlendingar eisini sera tætt tilknýti til trø, samanborið við aðrar evropabúgvar. Onkur vil vera við, at ein orsøk til trætilknýtið er, at Estland mestsum altíð hevur hoyrt undir fremmant harradømi. Meðan leiðarar eru komnir og farnir, og veldi eru risin og fallin, hevur fólkið kent seg rótleyst. Tá hava tey leitað sær vissu í teim stinnu bulunum, sum hava staðið líka óvíkiliga fattir gjøgnum so nógvar ymiskar skiftandi tíðir og hava sligið røtur djúpt niður í móðurjørðina. Eitt fyribrigdi, sum á útlendskum verður rópt »identifikatión«. Dømi eru at finna í eitt nú teim mest avhildnu eftirnøvnunum: Tamm merkir eik, Kask er bjørk og Mänd er fura. Eisini er siður at planta trø til minningar um einhvønn ella eitthvørt og til ávís serlig hátíðarlig høvi. Á henda hátt er ein at kalla andalig leinkja íkomin millum estlendingin og tað træ, sum hann hevur so stóran tokka til. Tað er møguliga hetta fyribrigdið, sum sæst aftur í, at tað í Estlandi eru fleiri »heilag« trø enn í nøkrum øðrum grannalandi.

Sagnir

Eitt »heilagt træ« man ljóða sum ørvitistos fyri føroyingin av beru helluni. Almenna vitanin um trø her á landi avmarkar seg sjálva til ta sannroynd, at snikkarin brúkar timbur, og at Greytasleikur leggur gávur undir jólatrø. Men vit hava hundrað nevni fyri vind, sjógv og grót, sum er okkara náttúra. Ein baldrut náttúra, men fyri føroyingin er hon kær tó og verður saknað, tá ið hann er fjart av landi skotin. Vit hava eisini fest nógva átrúgv til ymiskar klettar og aðrar lutir í fjøllunum kring okkum. Hugsa vit soleiðis, fáa »heilagu trøini« ein heilt annað innihald og annan tóna og ljóða kanska ikki so undarlig hóast alt. Hesar samanberingar millum gamlan føroyskan og gamlan estlendskan náttúru átrúnað mugu sigast at vera áhugaverdar at fara at gera á framsýningini í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.

Til stuttleika kunna tvær »træ sagnir« verða endurgivnar her. Ein sigur frá eini hending, har ein bóndi var úti á mørkini hjá sær ein dagin, tá konan brádliga sá ein heygg detta frá himli. Hon royndi at rópa á mannin, men hann hoyrdi hana ikki, og sostatt lendi heyggurin oman á honum. Seinni vaks eitt risastórt træ upp úr heygnum júst á tí staði, har maðurin stóð, tá hann varð jarðaður á lívi. Henda søgnin minnir ikki sørt um onkrar sagnir, vit hava í Føroyum. Hugsað verður serliga um fótasporið og grøvina hjá Sjúrði við Gellingará.

Ein onnur søgn greiðir frá, hvussu eitt høgt træ er klætt við smáum karvaðum krossum allan vegin upp eftir bulinum. Træið stendur við jaðaran á eini gøtu, ið leiðir til ein gravstað. Tað sigst, at tað var siður at telgja ein kross í børkin, tá eitt líkfylgi fór framvið, fyri at verja ímóti at sálin í hinum deyða skuldi koma aftur til bygdina. Fleiri eru sagirnar her á landi, sum greiða frá hvussu borið varð at, fyri at ikki skuldi verða gingið aftur.

Sjálvandi er einastandandi myndlistin hjá Hendrik Relve tann mest týðandi parturin av framsýningini, og tað eru nakrar ógvuliga vakrar myndir, tú kanst fara og hyggja at. Serliga tí at tekstirnir einans eru á enskum og á íslendskum. Har er nakað til bæði eygað og hjartað.

Í Estlandi, sum so nógva staðni, er bókin »Tann lítli prinsurin« væl dámd, og einum rennur til hugs tað, ið revurin lærdi lítla prinsin um tað við avgerandi týdningi: »Einans við hjartanum kanst tú síggja rætt. Tað avgerandi er ósjónligt fyri eyganum.« Vit kunna siga, at hetta er »from heart to heart art« ella »list frá hjarta til hjarta«. Tí kunna vit eisini enda við at siga: »Far og vitja framsýningina og finn røturnar!«