List
Tað er kanska mest í sambandi við kórsang, at vit kenna Frits Johannesen. Fuglafjarða kentukór og onnur kór eru millum tey kendastu kórini, ið vit hava hug at seta í samband við mannin.
Frits er uppvaksin í Fuglafirði, men hevur eisini tilknýti til Oyndarfjørð, har mamma hansara eisini er frá. Fuglafjørður og Oyndafjørður eru eisini nýtt sum motiv í einstøkum førum, men sum heild verður farið eitt sindur burturfrá tí sokallaðu ?føroysku? listini.
Í húsunum hjá Fuglafjarða heimavirkisfelag er tað í hesum døgum ein framsýning. Ein framsýning hjá Frits Johannesen, har hann hevur savnar teir flestu av hansara nýggjaru málningum.
37
Framsýningin hjá Frits Johannesen rúmar 37 myndir. Helvtin eru smærri vatnlitsmyndir og tekningar, og hin helvtin er akryl málningar, sum í vavi fylla størsta av framsýningini.
Eftir ein heldur drúgvan túr til Fuglafjørð og tveir fyrispurningar seinni, so eydnaðist tað loksins at vinna fram til Riberhús, har framsýningin húsast. Frits hevði bíðað eina góða løtu, men líkamikið við tí ? hann gav eina gjølla gjøgnumgongd kortini.
Vatnlitsmyndirnar og tekningar eru rættiliga nógvar í tali. Frits greiðir frá, at hetta tó bert er ein brotpartur av teimum tekningum og myndum, ið hann hevur liggjandi. Tekningar eru allar rættiliga smáar og allar settar tætt saman.
Motivini á teimum mongu arkunum, sum listamaðurin sjálvur hevur valt at prísa verkini eftir, eru rímiliga ymisk og tó, at serliga vatnlitsmyndirnar fylgja einar ávísari linju.
Í vatnlitsmyndunum hevur Frits Johannesen valt meira at leggja seg eftir hálvan skapum, har so eyga, ið sær, sjálvt skal hugsa sær hina helvtina.
Teir størru málningarnir siga so at siga allir frá sínari søgu. Serliga mannakroppurin, sum av so mongum listafólki verður nýtt sum motiv, verður nýtt sum motiv í so at siga hvørjum einasta málningi. Men tað er líkasum meira menniskja sálin ella menniskja lyndi, sum kann sigast at vera temaið á framsýningini.
Tónleikurin og serliga instrumentir verða javnan nýtt. Tað er eyðsæð, at Frits hevur ein kærleika tik tónleikin, og hann trýr uppá, at tónleikurin hevur mátt, sum á ein hátt bindur okkum menniskju saman. Eitt nú málningurin av afganarunum, sum ikki sleppa at spæla Mozart, vísir, hvussu tætt listamaðurin liggur uppat tónleikinum.
Málningarnir siga allir frá søgum við tónleiki sum ísletti. Søgurnar kunnu flest allar setast í samband við veraldarsøguna. Flestu søgurnar viðgerða óreinheitina hjá okkum menniskjum, og hvussu vit sjálvi beina fyri samljóði manna millum.
Menniskja
Sjálvur hevur Frits Johannesen fyri kortum verið á ársskeiði í Danmark, har hann hevur havt at gjørt við list og fingist nógv við at mála sjálvur.
Tað var eisini, tá hann var í Danmark, at lærari hansara bað hann og hinar næmingarnar um at fara at vitja Arken at hyggja eftir einari framsýning, sum var har.
Framsýningin vísti myndir, sum tóku støðu í menniskjalikaminum. Málningarnir vístu, hvussu vit menniskju fara við okkara kroppi, og hvussu vit misnýta okkara egna kropp, sigur Frits Johannesen.
Serliga var tað belgiska listakvinnan Orlan, sum hevði tikið eina røð av myndum av sær sjálvari, ið hugtók Frits. Á framsýningini sýndi ein amerikonsk kvinna, sum kallast fyri nancy Barson eisini hugvekjandi myndir.
Myndirnar á framsýningini vístu, hvussu vit menniskju mistnýta hvønn annan og okkara egna likam, og hvussu kríggj og bardagi kunnu fáa álvarsamar fylgjur. Hann fekk til uppgávu at gera eitt sindur burturúr framsýningini, og hetta hevur eisini ávirkað hann almikið.
Serstakliga málningurin ?Menniskjað sæð gjøgnum menniskjakroppin? er hugvekjandi og rættiliga sterkur. Sum so siga allir málningarnir á framsýningini frá einari søgu, har flest allar eru daprar. Hesum málningurin brýtur tó frá. Serliga eru tað teir heitu litirnir og klovnalíknandi fólki, sum veruliga gera hendan málningin heilt serligan. Somur litirnir og litriku persónarnir gera seg eisini galdandi á øðrum myndum.
Framsýningin er opin gerðandis frá kl. 15-17.30, leygardag 11-13 og sunnudag 15-18. Framsýngin er eina vitjan verd.