Bókaummæli

Bókaummæli

 

Forlagið Leirkerið, Gøtu, hevur nú um dagarnar givið út tríggjar bøkur við ymiskum evnum eftir ymsum rithøvundum:


1. Skapan ella úrreiving eftir John Ankerberg og John Weldon, ISBN-99918 -45-14-18

2. George Müller eftir Arthur T. Pierson, ISBN-99918-45-14-3 og

3. Hermerki Harrans í húnar hátt eftir Dick Perfect, ISBN-99918-45-15-1


? tríggjar bíbliutrúgvar perlur, tú ger væl í at lesa; tær eru sum sniðaðar til nútíðar menniskju við tíðartroti, tí ljóð og mynd skræða í sansirnar allar ? sólarring íkring.


ad 1.

Fyrst nevnda bók er um: Veruleikar aftan fyri spurningin um skapan ella evolutión av lívi. Ása Gaasedal hevur týtt úr enskum í gott móðurmál. Tú fert at fegnast um, at annað aðalevnið í bókini, the theory of evolution, ella »menningarlæran«, hevur fingið virðiligan avloysara í orðinum úrreivingarlæran. Bókin sigur: »Nýggjar vísindaligar avdúkingar og harðlig skriving í greinum og bókum hevur fest í aftur orðadráttin um skapan ella úrreiving og fingið hesi kjakevni inn aftur í brennidepilin:

? Er úrreivingarástøðið vísindaligt av røttum?

? Er skapanarhugtakið einki uttan bara átrúnaður?

? Í hvønn mun hevur úrreivingarstøðið ávirkað nútíðarheimin?

? Talar próvtilfarið fyri serligari skapan ella ímóti?

? Hvørji siðalig og sosial fyribrigdi eru úrslit av úrreivingarlæruni?


Bókin svarar 18 úrvalsspurningum ? eitt nú spurn. nr. 11:

Setir úrreivingarlæran líka stór krøv til trúgv sum skapanarlæran?

Svar: Úrreivingarlæran krevur trúgv ? Soleiðis hevur nýggjara læran um úrreiving (nýdarwinisman) í ávísan mun bert skift ein átrúna (yvirnatúrliga skapan um við ein annan átrúna (materialistiska evulutión) ? Sum fólkalívsfrøðingurin Loren Elseley sigur: »Eftir at hava átalað gudfrøðingin fyri álit hansara á mýtur og undurverk, hava vísindini nú sett seg í somu støðu og hava skapt sína egnu mýtu við at halda, at tað, sum eftir drúgvar royndir ikki kann prógvast at henda í dag, vissuliga hendi í forðum«.

?

Leiðandi vísindamaðurin, dr. Louis Bounoure, kanningarleiðari á the National Center of Scientific Reserch í Fraklandi, tók soleiðis til: »Úrreivingarlæran er eitt vaksnamannaævintýr. Ástøðið hevur ikki hjálpt til at fremja vísindini. Tað er nyttuleyst«

?

Heimskendi russiski lívevnafrøðingurin og skapanarviðhaldsmaðurin dr. Dmitri Kouznetsov, sum hevur trý doktaraheiti í vísindum, hevur eisini sagt hugsan sína um tær negativu avleiðingarnar av úrreivingartankanum í vísindunum og á øðrum økjum. Hann ger vart við, at í Russlandi »gerast vísindafólk vanliga skapanarviðhaldsfólk av vísindaligum atvoldum« og at »viðhaldsfólk fyri úrreiving eru sera subjektiv viðvíkjandi tí tilfarinum, tey velja at nýta sum prógv fyri ástøðum sínum«.


John Weldon hevur M.D.-prógv í gudfrøði og bíbliuverju og Ph.D. í samanberandi átrúnaði.


ad.2

Kom og les um mannin, ið hevði áræði til at trúgva, at Gud bæði kundi og vildi nøkta allan tørv ? annaðhvørt til sín sjálvs ella tey túsundtals heimleysu, hann átók sær at syrgja fyri.

George Müller var føddur í Týsklandi í 1805; eftir óflýggjalív kom hann til trúgv og gjørdist so við og við ein bønarinnar maður, sum í øllum viðurskiftum leitaði sær hjálp frá himmalska Faðir sínum.

Lívsverk sítt avrikaði hann í Englandi, har hann seinni var viðgitin fyri barnaheim síni, tí hann leit Gud til at útvega alt, ið neyðugt var ? við bøn einans. Hann náddi tey 92 sum eitt livandi vitni um trúfesti Guds og hann hevur roynst mongum fyrimyndin fræga.

Les hesa ótrúligu frásøgn um ein hin kendasta bønarinnar mann í nýggjari tíð.

Við hesari 102-síðu bók? í styttum formi á føroyskum ? sum Absalon Absalonsen hevur latið í lættlisnan føroyskan málbúna, hevur hann veitt andaliga bókmentaheimi okkara virðismikið íkast.


ad 3.

Við nýggja landnámi jødanna ? 14. mai 1948 ? í huga, nú teir aftur fingu fult vald yvir egnum landi, vísir enski rithøvundurin Dick Perfect á, at hendingin er profetisk fyriboðan um, at The WORLD (er) ON RED ALERT, rímandi við føroyska bókaheitið »Hermerki Harrans í húnar hátt«, grundað á Esaias 11v12: »Hann (Gud) skal reisa hermerki til at vísa fólkunum, at Hann savnar saman aftur sundurspjaddu menn Ísraels og Juda og sankar teir aftur úr hinum fýra hornum jarðarinnar«.

»Hermerki Harrans í húnar hátt« er handbók, ívovin váttandi bíbliutilvísingar við tí endamáli í stuttum at vísa á, hvussu bókstavliga fyriboðaðir teir profetisku sannleikarnir eru og í øktan mun samsvara við mest sannlíku tilgongdina í heiminum í næstum.

»Sanniliga, HARRIN Harrin ger einki, uttan Hann hevur opinberað tænarum Sínum, profetunum, loyniráð Sítt« (Amos 3,7).

Les m.a. um: Burturrykkingina ? Komandi innrás í Ísrael ? Ræðandi veðurlagsbroytingar ? Smástjørnur, ið bresta í jørðina ? Stórar dálkingar ? Øgiligar skógareldar, ið taka seg upp ? Øtandi jarðskjálvtar ? Hermageddonstríðið ? Jesus kemur aftur í dýrd ? og mangt annað.

Dick Perfect hevur seinnu árini talst millum samverkrithøvundar á blaðnum Prophetic Witness hjá Prophetic Witness Movement; annar medarbeiðari hjá blaðnum var dr. Fredr. Tatford, sáli, sum vitjaði Føroyar nøkur ár herfyri.

Fororð rithøvundans enda soleiðis: »Bíbliuprofeti eru trygg og viss. Gud signi teg ríkliga, nú tú fert undir at lesa hesa sera avbjóðandi og onkuntíð ørkymlandi gransking.«

Fyrsta útgáva kom í 1997. Týtt úr enskur hevur Páll Róland Poulsen eftir 10. útg. 2001.

Perman á øllum trimum bókunum er listarligt avrik í fýra litum; allar eru í støddini 11x18xc.0,7 cm. Síðutalið ávikavist 77, 102 og 89. Prísur í bókabúð ríður um tær 100 kr. eintakið.

aura.