Síðsti arbeiðarin í Havn

Í 25 ár hevur Karl Johansen verið formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann hevur verið limur í felagnum omanfyri fimti ár, og hann hevur arbeitt alt sítt lív. Hann ásannar, at øgiligar broytingar eru farnar fram í hansara tíð. Nú tekur hann ein dag í senn

 

Samrøða


Nógv kenna hann. Kanska so frætt sum heilt nógv kenna hann. Hann eitur Karl Johansen. Nógv kenna kanska sum bilførara, onnur sum fakfelagsmann, nøkur sum bæði fakfelagsmann og bilførara, og uppaftur onnur kenna hann kanska sum mannin, sum plagar at halda røðu 1. mai.

Hann er so heilt vist nakað fyri seg. Hann er bæði havnamaðir og arbeiðsmaðir, og hevur hann á sín sermerkta hátt sett sín heldur serstaka brodd á fakfelagsvirksemi her á landi. Hann hevur nú í mong ár verið mótparturin hjá arbeisgevarunum í stríðnum um betri løn. Millum ár og dag hevur hann eisini fingið rættiliga nógv omanyvir seg av málsligum ábreiðslum, men enn situr hann tryggur á ovastu rók innan arbeiðsmannafelagið í høvuðsstaðnum.

Broytingarnar

Eftir at hava baksast eitt sindur í telefonini, so sita vit henda dagin yvirav Karl Johansen í stovuni hjá honum í Vørðsluni í Havn. Formansvillain er kjallarin av einum sethúsum, sum eru undir umbyggjan. Meðan vit sita og práta verður rokast óført á ovaru hæddini, men hetta er eftir øllum at døma nakað, Karl er vanur við. Vit sessast, og prátið byrjar.

Komandi ár verður Karl 67 ár, so tað eru umleið nakað tað sama av árum síðani hann varð føddur.

- Eg gjørdist limur í Havnar Arbeiðsmannafelag umleið 1949. Síðani tá havi eg verið vekk av og á, men eg havi so at siga verið limur líka síðani 1949, sigur Karl.

Heimurin var heldur ikki heilt tann sami, tá núverandi fakfelagsleiðarin byrjaði sína yrkisleið innan fakfelagið, ið hann seinni skuldi vísa seg at gerast ímyndin av.

Karl minnist, at eitt nú arbeiðsmenn á kaiini í Havn høvdu tað sera strævið.

- Teir skuldu draga ein tungan vogn við jarnhjólum, bara tveir mans, sigur Karl.

Hann sigur eisini, at tað er rættiliga stórar og umfatandi broytingar, sum eru farnar fram á júst hesum økinum. Hann vísir á, at tað í dag er tørvur á einum brotparti av monnunum, sum var tørvur á fyrr, og arbeiðið verður eisini gjørt nógv skjótari.

- Tá í tíðini vóru allir at kalla arbeiðsmenn, men soleiðis er ikki longur. Nú er alt spesialarbeiði. Hetta merkir eisini, at eitt nú Havnar Arbeiðsmannafelag hevur nógv færri limir í dag enn fyri 50 árum síðani, kanska helvtina so nógvar. Effektiviteturin hevur minkað um arbeiðsfólkið, sigur Karl.

Hálvtrýssini eru eitt tað rokmiklasta tíðarskeiðið í Føroya søgu. Karl minnist eisini drúgva verkfallið í 1951. - Tíðin beint eftir verkfallið var ikki nøkur glasilig tíð. Hungur og hall vóru at merkja um alt landið. Tað var ikki fyrr enn at føroyingar fingu møguleikan at leita sær til Íslands, til fiskiskap.

So við og við gjørdist støðan betri, og arbeiðsumstøðurnar fyri verkamenninar gjørdust eisini alsamt betri.

Formaður

Tá hetta árið er runnið, hevur Karl verið formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í 25 ár. Tað var heldur ikki uttan eitt sindur av roki, at Karl fyrst fekk pláss í nevndini og síðani sæti á ovastu rók innan Havnar Arbeiðsmannafelag.

Fimmogtjúgu ár er eisini rættiliga long tíð. Hesi árini hava tað eisini verið nakrir, ið hava roynt at troðkað Karl av ovastu rók, men hetta hevur ikki eydnast higartil.

Tann tíðin, Karl hevur verið formaður, er sjálvandi eisini nógvar og umfatandi broytingar farnar fram. Tað sokallaða vælferðarsamfelagið er eisini útbygt í rættiligan stóran mun, og verkamaðurin er heldur ikki hin sami í dag sum tá.

Henda dagin vit hitta Karl, er hann eisini eitt sindur errin yvir at hava sitið hesi góðu mongu ár sum formaður.

- Tað er ikki lætt at vera formaður. Beinanvegin tá okkurt gongur galið, so er tað tú sum hevur skyldina, veit Karl Johansen at siga.

Tað var eisini longu í 1976, at teir byrjaðu at tosa um at gera eina pensjónsskipan. Hetta var í veruleikanum nakað heilt nýtt. Frá byrjan var eisini Føroya Arbeiðarafelag við í ætlanunum, men endin gjørdist, at Havnar Arbeiðsmannafelag og Karl settu á stovn egnan eftirlønargrunn.

Tað var Marius Thomasen, fyrrverandi stjóri á Tryggingarsambandinum, sum hjálpti Arbeiðsmannafelagnum við at gera ein eftirlønargrunn. Hann fær eisini rós frá Karli fyri at hava gjørt eitt sera dygdargott arbeiði.

- Tá var heldur eingin lóggáva á økinum tá grunnurin byrjaði at virka í 1981. Tað var Pauli Ellefsen, sum í sínari tíð góðkendi skipanina, sigur Karl.

Tað er annars ikki tað nógva, sum Karl veit at siga okkum um síni mongu ár á trónini í Havnar Arbeiðsmannafelag. Sáttmálasamráðingar og stríð hava eyðkent hansara tíð sum formaður.

Sjálvur hevur hann starvast 38 ár hjá Balslev, og hetta er eitt tekin um, at honum dámar at vera har uppi.

- Nú taki eg ein dag í senn, og eg veit ikki, hvussu leingi eg fari at arbeiða ella hvussu leingi eg fari at vera formaður, sigur Karl Johansen at enda.