Uppstilling og løgtingsval
Valfeburin er av álvara farin at gera um seg. Tað sæst og hoyrist eitt nú á lýsingunum frá valfeløgunum, sum so smátt eru farin at hugsa um uppstillingina til løgtingsvalið. Tað verður í seinasta lagi 30. apríl komandi ár ella um gott og væl eitt hálvt ár.
Flokkarnir eru so smátt farnir undir uppstillingarfundirnar. Vit hava longu hoyrt um 1. uppstillingarfundin hjá Sambandsflokkinum á Strondum. Javnaðarflokkurin í høvuðsstaðnum hevði sín fyrsta uppstillingarfund mikukvøldið, og Tjóðveldisflokkurin í Suðurstreymoy hevði fyrsta uppstillingarfundin næstsíðsta mánakvøld.
Av tí at talan er um 1. uppstillingarfundir ber í flestu førum ikki til at siga við vissu, hvussu endaligu listarnir koma at síggja út. Vit hava eisini skilt á lagnum, at tað á fundunum hjá Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum í Havn varð ikki atkvøtt um, hvør skal koma á listan. Tað verður gjørt á øðrum og triðja uppstillingarfundunum. Í staðin varð fyrsti uppstillingarfundurin brúktur til at koma við uppskotum um, hvørji skulu kappast um at koma upp á listan.
Millum tey, sum vóru í uppskoti á fundinum hjá Tjóðveldisfelagnum í Havn vóru tey fýra umboðini, sum í hesum valskeiðnum umboða Suðurstreymoyar valdømi í landspolitikkinum. Á valinum í 1998 fekk Tjóðveldisflokkurin í Suðurstreymoy tríggjar umdømisvaldar tingmenn. Tað vóru Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk og Finnbogi Ísakson. Tá Høgni Hoydal fór í landsstýrið, kom Finnur Helmsdal í løgtingið.
Umframt tey omanfyri nevndu vóru millum hini, sum vóru í uppskoti, Hildur Patursson, sum viðhvørt hevur verið avloysari í hesum valskeiðnum, og býráðslimirnir Jógvan Arge og Leivur Hansen, og so Karin Kjølbro. Haraftrat vóru eisini mong onnur nøvn.
Á uppstillingarfundinum hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymi mánakvøldið var Finnbogi Ísakson í uppskoti at koma á listan. Men Finnbogi Ísakson vildi ikki á fundinum siga, um hann er sinnaður at stilla upp aftur. Løgtingsformaðurin segði, at hann á øðrum uppstillingarfundi fer at boða frá, um hann ætlar at stilla uppaftur ella ikki.
35 ár síðani fyrstu ferð
Finnbogi Ísakson er tann av núverandi tinglimunum, sum varð fyrst valdur í løgtingið. Longu í 1966 var Finnbogi Ísakson, sum tá var 23 ára gamal, valdur inn á ting fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum. 8. november í ár eru sostatt 35 ár síðani tann ungi tjóðveldismaðurin fyrstu ferð setti fót sín innum tinggátt.
Finnbogi umboðaði Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum inntil í 1984, tá hann ikki stillaði uppaftur. Tá hann í 1988 stillaði uppaftur, var tað í Suðurstreymi. Har kom hann á ting, tá Jóngerð Purkhús fór í landsstýrið. Síðani 1990 hevur Finnbogi verið valdur hvørja ferð í Suðurstreymoyar valdømi. Hann hevur verið landsstýrismaður fleiri ferðir, og í hesum valskeiðnum er hann løgtingsformaður.
Tað er eingin loyna, at tað millum manna hevur verið gitt, um Finnbogi Ísakson fór at stilla upp aftur til løgtingið. Hann sigur við Sosialin, at skuldi hann funnið uppá at tikið seg aftur, so vildi tað ikki verið á 1. uppstillingarfundinum. ?Lat meg siga tað soleiðis: eg umhugsi støðuna.
Uppá fyripspurning um hann hevur orku til at royna enn eitt skeið sigur Finnbogi Ísakson, at tað hevur hann nokk. Aldurin er so heldur ikki meira enn 58. Og líkindi at fáa nakað líkinda starv eru kanska heldur ikki so góð. Hugurin at halda fram er eisini til steðar.
-Men hví so ikki taka eitt tørn aftrat: -Tá man hevur verið so leingi í politikki, so er tað ein spurningur, nær tú skal gevast. Kappingin er eisini sera stór staðfestir tingmaðurin.
Ansa eftir blokkum
Tað er einki dulsmál, at tað í Tjóðveldisflokkinum eins og í øllum øðrum flokkum eru ymsar meiningar um, hvør er skilabesta kósin at halda, hóast semja kann vera um grundsjónarmiðini. Og Finnbogi Ísakson hevur verið mettur at hoyra til tann gamla og meira hóvliga partin av flokkinum. Tað kom tí ikki dátt við, tá hann í sambandi við føðingardagshald hjá einum av tingmonnunum á Gamla Apoteki fyrr í ár segði seg sakna størri samstarv millum flokkarnar og nevndi í tí sambandinum, at formenninir í stóru flokkunum fyrr dugdu betur at samstarv a tvørtur um blokkmark. ?Og tað meini eg framvegis leggur hesin royndi politikarin aftrat.
Tá spurt verður um samgongumøguleikum eftir næsta val er Finnbogi Ísakson eitt sindur varin. -Er meiriluti fyri eini samgongu, sum vil fara úr ríkinum, ið er høvuðsendamálið hjá Tjóðveldisflokkinum, so má man rokna við, at Tjóðveldisflokkurin vil halda fram í tí samgonguni. Men hinvegin kann man ikki siga, at møguleikarnir fyri øðrum samgongum ikki eru til steðar. Tað veldst um, hvussu valúrslitið sær út. Man kann ikki læsa seg so fastan, at tað bara verða tveir blokkar og so ikki meira.
-Hevur tú varhugan av, at Tjóðveldisflokkurin síðani formansskiftið hevur læst seg ov fastan til bara tveir blokkar í føroyskum politikki?
-Nú gjørdist støðan so serstøk eftir seinasta val. Tað er nokk meira tað sum hevur ført til, at tað sær út sum tað bara eru tveir blokkar í løtuni. Verður valúrslitið eitt sindur øðrvísi so sær myndin væl eisini øðrvísi út.
-Men sær tú ein vanda við tí blokkpolitisku linju, sum leiðslan í flokkinum hevur valt, at Tjóðveldisflokkurin kann koma at útiloka seg sjálvan eftir valið?
-Tað vóni eg í hvussu er ikki. Men eg haldi, at Tjóðveldisflokkurin skal ongantíð læsa seg so fastan, at hann bara kann brúkast í andstøðu.
Karin Kjølbro ikki aftur
Millum hini uppskotini á uppstillingarfundinum hjá flokkinum í høvuðsstaðnum var eisini Karin Kjølbro, sum sat í løgtinginum frá 1978 og fram til 1990. Karin var ? saman við Jonu Henriksen ? fyrsta kvinnan, sum varð vald á ting. Frammanundan høvdu Malla Samuelsen og Jona Henriksen verið í tinginum sum eykalimir fyri ávikavíst Marius Johannsen úr Sjálvstýrisflokkinum og Jákup Lindenskov úr Javnaðarflokkinum.
Tað eru uttan iva mong tjóðveldisfólk, sum vildu ynskt at sæð Karina aftur í politiki, tí hon var jú var ein markant løgtingskvinna. Hon hevði stóran áhuga fyri kvinnuspurningum og sosialpolitikki, men hon gjørdi eisini vart við seg, tá t. d. stóru skipapakkarnir vórðu viðgjørdir í áttati árunum. Karin hevði fleiri ferðir sjónarmið, sum avgjørt ikki vóru í tráð við sjónarmiðini hjá teimum, sum tóku avgerðirnar og sum hon var í samgongu við. Heldur ikki hjá teimum, sum høvdu valdið í hennara egna flokki.
Men hvat sigur Karin Kjølbro so sjálv til at verða í uppskoti til valevni til komandi løgtingsval: -Eg var ikki á fundinum og veit einki um hatta. Tá eg fór úr politikki, so fór eg. Tað var ikki við tí fyri at koma aftur, og tað hevur heldur ongantíð verið í huga mínum at gerast virkin politikari aftur. Karin Kjølbro vil heldur hava, at ung og nýggj fólk skulu koma framat. Hon hevur framvegis stóran áhuga fyri politikki og vil gera sítt at lyfta við. ?Man kann royna at lívga um sín flokk uttan, at man er aktivur politikari. Eg havi havt mína tíð. Royndi at arbeiða nógv ta tíð tað var og haldi meg ikki av avlopsorku til tað longur.