Hvat er satt, tá ið tíðindi verða borin frá vígvøllunum?

Ofta verður havt á munni, at fjølmiðlar og loftmiðlar vunnu Vietnamkríggið.

 

Frits Johannesen



Kelda: Ryggsekkjournalister og digitale informasjonskrigere av Rov Krøvel


Ofta verður havt á munni, at fjølmiðlar og loftmiðlar vunnu Vietnamkríggið. Kríggj hevur sjáldan loyst trupulleika hjá tí vanliga fólkinum, men bert lagt stein oman á byrðu, pínt, tínt og lagt ein ófrættadám yvir tilveruna, so ilt hevur verið at sæð nakran glotta fyri framman. Fjølmiðlafólk vera eisini tíðum fyri ágangi frá valdsharrunum og ikki so fá bøta við lívi sínum, meðan tey royna at flyta tíðindi frá økjum, har ófriður valdar.


Arkin

Á Arkini í Keypmannahavn síðsta heyst var ein myndlista-framsýning, ið bar heitið: Menniskjað í hálvt árhundrað sæð gjøgnum menniskjalikamið. Hetta var eitt kó frá síðsta árhundrað. Frá fimmti árunum til ár tvey túsund. Ikki sørt av dapurleika var at síggja á hesi framsýning, hvar deymurin av ræðuleikum fór sum ein reyður tráður gjøgnum myndirnar. Tað verður bara ov drúgt í hesi viðgerð, at koma inn á søguna frá hesi framsýning, men sigast kann, ikki eru vit farin so væl við okkum sjálvum, at vit kunnu breggja okkum av, at vit eru tey fullkomnu. Nei, Fyrri-heimsbardagið, Seinni- heimsbardagið, Koreakríggið, Kinesiska kollveltingin, Russiska kolveltingin, kríggj í Afrika, kríggj í Suðuramerika, Millumamerika, Miðeystri, Flógva kríggið, Deseret Storm o. s. fr. hava gjørt, at tú næstan kendi deymin av svidnaroyki av mannakjøti úr myndunum. Har var eisini ein standmynd við áseymaðum, rotnandi oksakjøti í flísum, sum leiddi tankarnar víða um. Tú stóð har og hevði ringa samvitsku. Tað líðandi menniskja bar krossin, og tað tóktist, sum Guð var deyður, og í hesum ragnarroki livdi lygnin_.. og hon ger tað enn.


Desert Storm

Hvar liggur sannleikin, tá ið kríggj er landanna millum? Eg kom at hugsa um t. d. Desert Storm, tá ið nýggja heimsskipanin var klakt av Geoge Bush tí Eldra og Norman Schwarzkopf - generalurin við ?superintellegensinum?, sum reikaði sum ein leyva í oyðimørkini og savnaði fjøld av herfólki, at leypa á Saddam Hussein, sum jú hevði tikið Kuwait og oljuríkidømið í hesum landi. Tíðindi vórðu borin dag sum nátt í úttvørpum, sjónvørpum og bløðum frá hesum samansjóaða hermóti. Í mongum føri tyktist hetta sum undirhald. Kríggj var blivið til undirhald, og orðaríkið Norman Schwarzkopf var tann stóri cowboyarin í hesi søk. Skrál og skról hoyrdist víða um, og løgið tykist tað mongum enn tann dag í dag, at teir(amerikanar og bretar) kríggjast enn ímóti Saddam Hussein. Maðurin situr eins tryggur í sínum sæti enn tann dag í dag. Fatið tað, hvør, ið fata vil.


Kuwait

Stjórnin í Kuwait bar ikki orð á fyri at vera eitt frílynt fólkastýri, t. d. hevði Amnesty International sett fingur á hetta stýrið fleiri ferðir fyri tess ágang ímóti sínum undirsáttum.. Tann kuwaitiski yvirklassin livdi í marglæti t. d. keypti hópin av stórum bilum og marglætislutum, sum bert var ein dreymur hjá tí vanliga borgarinum. Stórur partur av arbeiðsmegini í landinum vóru fremmandaarbeiðarar, sum onga vón høvdu um borgararætt ella atkvøðurætt í hesum landi, og eru nógvar svárar søgur, um hvussu hetta fólk verður viðfarið av hesum marglætisstýri.

Hvussu skuldu so bretar, amerikumenn o. a. fáa fólk at skilja, at tað var neyðugt at senda ungar soldatar út í oyðimørkina, at verja eitt marglætisstýri, sum ikki hevði ferilin av demokratiskum anda í sær?

Vietnamkríggið var enn ein tortur í eygunum á amerikumonnum, so svárt var tað, at fáa spæli í gongd: at verja demokratiska rættin hjá tí nýggju heimsskipanini.


265 000 irakiskir hermenn

Mangir eru leikirnir í búnum talvi. Knappliga hoyrdust tíðindini, at Saddam Hussein hevði savnað saman 265.000 hermenn fram við tí saudi-arabiska markinum. Hetta var ein stór hóttan ímóti Saudi -Arabiu (stýrið í hesum landi er eins ófrætta kent sum í Kuwait), men fekk Saddam Hussein tikið kvørkratak um hálvoynna, hevði hann so stórt vald, at hann kundi stýra floyminum av oljuni til Vesturheimin. Tað fyrsta herfólkið frá Vesturheiminum varð tí sent til tað Saudi-Arabisku oyðimørkina, at verja markið ímóti herfólkinum hjá Saddam Hussein. Hesin pástandur var ein høvuðsbrikkur í hesum talvleiki.


Fyligisveinamyndir

Sjónvarpsstøðin ABC hevði skaffað sær fleiri myndir frá russum ? Sojus-Karta - frá økinum, har herfólkið hjá Saddam Hussein stóð. Væntandi var at síggja ein ein hóp av herfólki fram við markinum millum Kuwait og Saudi-Arabiu, men var ikki ein hermaður at síggja og ei heldur eitt einasta tanks ella goturstykki. Vóru hesi herfólk og goturstykki farin upp í royk, ella vóru tíðindini frá amerikansku stjórnini ikki álítandi?

(Peter Blumberg: ? Satelite Picture Puzzle? ? Washington Journalist Reviewe mai 1991.)

ABC brúkti ikki hesar myndir, tí hildið varð, at møguliga vóru myndirna ikki tiknar tann dagin, sum sagt var at tær vóru; men okkurt var í hesum, sum ikki kundi mótprógvast.


Álopið á Kuwait

Tað var einki nýtt í tí, at Irak vildi hava Kuwait. Hetta var væl kent í tí arabiska heiminum, og vóru fleiri stjórnir, sum hildu, at hetta var ikki av leið, at so var. Møguliga hevur Saddam Hussein hildið, at hann slapp snikkaleysur burtur úr sínum álopið á Kuwait , tí í krígnum móti Iran, varð ikki klovið í tvey um hesa herferð hansara, somuleiðis, tá ið hann gassaði kurdisku bygdini Halabaja. Hann stuðlaði eisini virknum yvirgangskroppum, sum Bush eldri væl visti um (The Economist 9. August 1997), og kleiv ikki í tvey um hesar dára gerðir Saddam Husseins. Í politikki er mangt forborgið, sum vit lítið skilja av .Saddam Hussein var ein góður partanari hjá USA á tí politiska og hernarliga leikpallinum ? og hvat kunnu vit siga um henda leik í dag, nú Saddam Hussein situr og smírist í sinum tignarstóli? Ja, tað nyttar lítið hvat gjógvaramenn siga, varð sagt undir krígnum á Muntra í Fuglafirði, tá ið menn umrøddu krígsgongdina á vígvøllin-um undir Seinna heimsbardaga.

Sjálvandi visti Saddam Hussein, at leyp hann á Saudi-Arabia var hann illa sæddur, hetta vildi verið ein krígsavbjóðing móti vesturlendsku ídnaðarsamfeløgunum, sum dag og dagliga javnt og samt skuldu hava floymin av olju at reka samfelagið við. Men hvat við myndunum frá russum?


Jean Heller og fylgisveinamyndir frá russum

Jean Heller journalistur á St. Petersburg Times sá, at nakrar myndir vantaðu hjá ABC av sunnara helmingi av Kuwait. Kanska goymdu 265.000 hermenn seg har? St. Petersburg Times keypti tær írestaðu myndirnar frá Sojus- Karta, og læt serfrøðingar granska myndirnar. Hetta vóru somu serfrøðingar, sum høvdu hugt at myndunum, sum ABC hevði ognað sær, men ikki sóu teir nakrar hermenn av irakiskum uppruna við markið. Møguliga var tað lognbrá og sólarseilir í oyðimørkini, sum sárkaðu myndirnar, so einki sást. Sami fylgissveinur vísti myndir av tí vesturlendsku dubbingini í oyðimarkarsandinum við hópin av amerikanskum herfólki. Hvussi kundi hetta skiljast? Tað var ikki lætt.

St. Petersburg Times vildi hava prógv frá tí amerikansku stjórnini um teir irakisku hermenninar. Hetta vildi stjórnin ikki. Hóast tað, førdi Jean Heller seg ikki fram sum ein margskálk í hesi viðgerð. Hon fór hóvliga til verka. Hon vildi ikki leggja amerikansku stjórnina undir lygn, tilvitarliga frásagnir og viðgerð av upplýsingum, sum bert tænti teimum.


Peter Williams

Peter Williams, talsmaður í Hvítu húsunum hevði fingið henda spurning settan av teimum stóru tíðindatænastunum, um nakað prógv var fyri at irakiskir hermenn flyktust við markið til Saudi-Arabiu. Hann hevði spurt Pentagon um hesi viðurskifti. ?Jú,? segði hann, ? honum varð víst myndir av píkatráði, skotgrøvum, tanksum og øðrum krígsamboðum, sum bar boð um, at Saddam Hussein var í fer við at byggja upp eitt álop á Saudi-Arabia.? Hetta slúktu tíðindatænasturnar rátt sum t. d. ABC, CBS og aðrar, sum høvdu fingið varhugan av, at ikki alt ruggaði rætt um hermenninar hjá Saddami.. Tá ið ? The Big Brother? hevði talað, slerdu somu tíðindatænasturnar seg til tols við tað, sum Pentagon segði.

Peter Williams vildi vera við, at myndirnar frá tí russiska fylgissvein-inum vóru ov vánaligar og ikki kundu brúkast til próvførsluna um irakakisku soldatarnar, men Jean Heller var ikki einig í hesum pástandi.

Satt var tað, at tær russisku myndirnar vóru ikki eins góðar sum tær amerikasnku fylgissveinamyndirnar, men løgið tyktist tað, at serfrøðingarnir kundu ikki burturvísa pástandin hjá Jean Heller, at har vóru eingir irakiskir hermenn á myndini ? bert amerikanskir. Tað var eitt, sum ilt var at koma uttan um. Tað var: Eingin kundi siga, at tað var satt, tað sum amerikanska stjórnini tvíhelt um, at fjøld av herfólki hjá Saddam Hussein var við greinsuna til Saudi-Arabiu. Ikki hevur Pentagon enn latið úr hondum almennar myndir, ið prógva teirra framførslu.


Fjølmiðla siðvenja

Nú er hetta í journalistiskum høpi rættiliga áhugavert, hvat leikar á, tá ið tíðindi um krígsførslu skulu alment fram. Hvør hevur rætt í hesum føri er eisini áhugavert, men at síggja hvussu ólíka krøvini eru til próvførsluna um irakiska herfólki, gevur einum ta fatan, at valdsharrarnir í mongum føri bera blak í eyguni á fólki. Jean Heller og amerikansku serfrøðingarnir gjørdu sum góður og dygdargóður fjølmiðlavani eigur at verða, er at fara til óheftar keldur, og vita um Pentagon talaði satt. Tá ið keldurnar ikki eru samsvarandi við al-mennu boðini, so átti eitt kjak spurt burtur úr hesari gongd. Allar tær stóru tíðindatænasturnar tagdu hetta burtur og litu á tað, sum Pentagon segði.

Søgan hjá St. Petersburg Times doyði, tí Pentagon tvíhelt um, at teirra frásagn var tann rætta.


Fjølmiðlafólk

Tá ið lond fara í kríggj, verður tað fata sum landasvik at seta nærgangandi spurningar til tað sum fyrifert. Tað eru jú ungfólk, sum nú skulu út at berjast- seta livið í vága fyri fosturlandið, tess dygdum og rættindum. Tað mátti t. d. Harrisson Salisbury sanna frá Norður Vietnam, men mangan gongur henda hugsan sum á skeringi. Peter Arnett upplivdi tað sama, tá ið hann sat í Bagdad, meðan bumburnar regnaðu yvir Bagdad í krígnum, sum bar heitið Desert Storm. Undir slíkum korum er oftani brúk fyri óheftum fjøllmiðlum og tíðindafólki, sum bert hava tað fyri eygað, at bera sonn tíðindi. Her er tað at ryggsekkajournalistarnir koma inn í myndina, ið fara avstað bert við einum fjallarevi á bakinum - eygleiða, undirsøkja, granska og finna útav mongum sum fyrifert, ið tøknin ikki er før fyri at greina, og mong eru dømini um slík fjølmiðlafólk.

Jean Heller gjørdi ikki so stóran háva burtur úr sær, men hon gjørdi tað, sum eitt og hvørt tíðindafólk átti at gjørt, at granska og kanna um nú Pentagon talaði satt. Myndirnar, ið hon fekk, kostaðu snøggar 10.000 norskar krónur, sum flestu avísur høvdu ráð at keypa.


Tíðindaflutningur

Her er so nógv at tríva í eisini hjá føroyskum fjølmiðlafólki. Hvussu fer leikur nú fram í tíðindaflutninginum úr Afghanistan? Vit kenna tíðindaflutningin frá Falklandskrígnum, Eystur-Timor, Libanon krígnum og Balkan krígnum. Torført var tað hjá ærukærum tíðindatænastum, at flyta røtt tíðindi frá vígvøllinum. Í Falklandskrígnum fingu fjølmiðlarnir munnkurv. Á Eystur-Timor hava fleiri tíðindafólk mist lívið, bert tí tey vildu siga frá teimum ræðuleikum, sum har hava verið síðani sjeyti árini. Stórveldini lótu sum einki, tí størri áhugu var í tí stóru indonesisku fólkamongdini sum brúkari enn at seta fingur á Suharto og hansrar ágangi móti fólkinum á Eystur -Timor.

Í Libanon krígnum fingu vit misjøvn tíðindi. Um lurtað varð eftir tíðindunum frá Ísrael, so samsvaraði hetta ikki teimum, sum tú fekst frá palistinensum. Valdsharranir í Balkankrígnum gjørdu sum nasistarnir gjørdu undir Seinna-heimsbardaga, brúktu sjónvarpsupptøkur(filmsupptøkur) til at fremja sína ?propagandu?. Nasistarnir brúktu filmin , so lítil munur er millum hesi bølmenni frá Seinna heimsbardaga og teimum í dag.

Hvat fer at spyrjast burtur úr tíðindaflutninginum frá amerikanska álopinum á Afghanistan, er ilt at siga, men alt endyrtekur seg, og sannleikin fæst sjáldan í ljósmála fyrr enn fleiri ár eftir at vápnini hava talað.

Vit kenna ein ódám fara yvir heimin í løtuni. Ein ótryggleika. Kjøti krimpar seg. Menniskjað er ikki blivið klókari. Tað sást eisini væl á framsýningini á Arkini í Keypmannahavn síðsta heyst, hvussu menniskjakroppurin varð píndur og tíndur í hesum øra heimi í seinnu helvt av fyrru øld_. og einki íhald er í hesi framferð. Tað stendur bara við og versnar. Ja, tað nyttar lítið, hvat gjógvarámenn siga!

?