Hugleiðingar
Jákup Mørk
Enn eitt kappingarár í fótbólti er nú mest sum lagt aftur um bak. Gleðisløturnar hava sjálvandi verið nógvar í hesum, men eins nógvar, og kanska fleiri hava vónbrotini helst verið.
Fyri summi hevur hetta spælið við leðurkúluni lítlan ella kanska ongan týdning, men hjá øðrum er tað ein stórur partur av lívsvirðinum, ella samleikanum, um tú vilt. Fyri uttanfyristandandi kann tað tykjast nærum ófatuligt, at vaksin fólk kunnu gerast so býtt í nøkrum, sum í veruleikanum er rættiliga óviðkomandi.
Heimurin stendur jú framvegis, fyri tað um lið títt tapti sunnudagin. Knøtturin steðgar ikki síni rundferð av hesum ávum, og kríggj og bumbuhóttanir áttu eftir øllum at døma havt størri árin á menniskjuna enn fótbólturin.
Flýggjanin
Hóast hetta, so er tað ein óreingjandi veruleiki, at fyri ein stóran part av heimsfjøldini hevur fótbólturin nógv størri ans enn teir lutir, sum annars skuldu havt størri týdning.
Vit kenna øll Kalla Mohr frá teimum væl umtóktu Pipar & Salt sendinginum. Í gerandisdegnum er hann kanska ikki nakað serligt. Hann og vinmaðurin, Børge, stríða teirra dagliga strev, og hóast teir hvør í sínum lagi hava sínar meiningar um lívsins viðurskifti, so eru tað tó fá, sum geva hesum ans.
Tá Kalle er í Gundadali, er tó annað skil á. Her var hann hetjan, tá hann var í vælmaktini sum leikari, og tað gevur honum eisini rætt til at hava eina meining, sum fólk taka í álvara. Hann kann kritisera venjaran fyri at taka hendan leikaran fram um handan, og fólk geva honum rætt ? ella í øllum førum lurta tey.
Eitt slag av flýggjan frá veruleikanum? Allarhelst. Men hinvegin nýtist hetta jú ikki at vera nakað ringt. Veruleikin er í nógvar mátar so dapur, at tað kanska bara vildi verið neyð og elendigheit, um Kalle alla tíðina bert skuldi hildið seg til veruleikan.
Í so máta er Kalli allar helst eisini ein spegilsmynd av flestu okkara, tí neyvan er tað nakar, sum ongantíð hevur hug at flýggja undan veruleikanum í eina løtu.
Flestu okkara hava jú eitt hvørt, sum vit nýta sum eitt slag av umbering til at rýma frá veruleikanum. Ein av fólkakærastu sangarum okkara tosar um at flýggja til tónleikin, og tá hevur hann so í øllum førum meldað greitt út. Vit onnur eru ofta heldur minni kontant. Vit fara heldur niðan á plenuna at hyggja at fótbólti, út á tjørnina at sigla við model-skipum, í bindiklubba ella til okkurt heilt annað. Sum um vit ikki heilt vilja viðganga, at talan er um eina flýggjan, men heldur siga okkum gera tað, tí hetta hevur okkara áhuga. Tað ljóðar líka sum meira rímiligt.
Sameinanin
Fyri at koma aftur til teir báðar vinmenninar, Kalla og Børga, so eru tað ikki øll tey, sum hyggja eftir fótbólti, sum eru í teirri hepnu støðu, at tey eina ferð taldust millum tey stóru í hesum høpi.
Tak til dømis Børge. Hann er sum so rættiliga ótryggur. Stiðjar seg mest sum alla tíðna upp at Kalla, og tykist annars ikki at vera so nógv fyri at koma í samband við onnur fólk. Hvussu kann ein slíkur finna upp á at fara til ein fótbóltsdyst, har fleiri hundrað ella kanska túsundtals fólk rópa í holið á hvørjum øðrum?
Svarið er helst tað, at hóast Børge ikki kennir øll hesi, so er eingin sum helst ivi um, at hann her sleppur at vera partur av einari fjøld, har øll í hvussu so er hava eitt felags áhugamál. Tað er helst meira enn sigast kann um gerandisdag hansara, har hann ? burtur sæð frá Kalla ? ikki tykist hava nakran góðan.
Her hevur hann eitt stað, har hann kennir seg sameindan við øðrum menniskjum, og sameining er nakað, sum vit øll hava tørv á til tíðir.
Tað er júst hetta sosiala við áskoðaratilveruni, sum hevur eitt hitt størsta árinið á fótbóltsáskoðararnar. Tað er tað, sum ger, at teir vikuskifti eftir vikuskifti ragga sær á vøllin at stuðla liðnum, og viðhvørt eisini gera onkrar fótbóltsútferðir.
Sjálvandi hevur spenningurin í dystinum eisini nakað at siga, men tað er tó langt ífrá altíð, at soleiðis er. Neyvan er tað spenningurin um úrslitið, sum ger, hópur av føroyskum áskoðarum fyri einum ári síðani fór til Sveis, har okkara landslið fekk ein ordiligan umgang, og tað sama kann eisini sigast um júst lidnu ferðina til Slovenia.
Her er tað heldur tann sameinan, sum ein slík ferð gevur, og so er tað sjálvandi eisini ein uppliving at ferðast til støð, har tú kanska ikki hevur verið áður.
Tað tykist tó eisini her, at tað júst er tann sosiali parturin, sum hevur størstan týdning. Tað at kunna ganga sum undangongufólk, tá land títt tekur tøk ímóti nógv sterkari tjóðum, er jú eisini eitt slag av sameinan. Líka mikið um fólk hella til fullveldi ella samband, so man tjóðskaparkensla teirra neyvan vera størri enn tað sama, tá 50 føroyingar standa niðri í Ljubljana og syngja føroyska tjóðsangin, sum eitt svar upp á stuðulin, sum túsundtals slovenar geva sínum liði.
Grundleggjandi tørvur
Hesin tørvur á sameinan er helst eisini sterkari hjá einari lítlari tjóð - ella fyri tað eisini hjá eini lítlari bygd, sum hevur sítt fótbóltslið.
Fyri at verða verandi í Slovenia, so er støðan har á mangan hátt meinlík teirri føroysku. Tað er eitt lítið land, umgyrt av stórum grannum, og hjá einum slíkum er tørvurin á einari eyðkenning mótvegis umheiminum størri. Her er fótbólturin ein háttur at staðfesta seg sjálvan uppá, og tí er áhugin fyri fótbólti lutfalsliga nógv størri millum fólkið, enn hann er hjá øðrum tjóðum.
Í Føroyum vóru eini 15 prosent av íbúgvunum samlaði á einum stað, tá landsdystur varð leiktur ímóti stórubeiggjunum úr Danmark. Í Slovenia fylgdu tríggir fjórðingar av fólkinum við, tá Slovenia vann á Føroyum og harvið tryggjaði sær ein sess framman fyri stórubeiggjarnar úr Jugoslavia.
Tað er í øllum førum sameinan á hægsta stigi, og er tað eisini ein staðfestan av, at fótbólturin er so øgiliga nógv meira enn bert eitt spæl, har tvær ferðir ellivu mans renna á einum grasvølli eftir einari rundari leðurkúlu.