útskrivaði val, segði hann á Fólkatingsins røðaraplalli, at tað varð gjørt fyri at skaffa sitandi stjórn heimild at halda fram við sínum arbeiði. Nú er Fólkatingið farið heim, og øll lógaruppskot, sum skuldu [...] sigur, at eftir í Fólkatinginum liggja spurningar til ráðharrarnar fyri ymsu ráðharrastovurnar, men at teir sjálvir kunnu gera av, um teir vilja svara spurningunum. Hann heldur kortini, at tað ikki er sannlíkt [...] reiðar at svara spurninginum um, hvørja lagnu bankamálið nú fær. Viðvíkjandi arbeiðinum at hjá Landsstýrinum og Løgtinginum um at senda donsku stjórnini eitt útspæl um samráðingar um bankamálið, er nú komið
Hon kom inn ístaðin fyri Anju Skaale, sum er farin til Danmarkar at ganga í skúla. - Av tí at Anja einu ferðina í fjør heyst fekk forfall, varð eg biðin at koma við í Gekkasendingini, sigur Anna. Hon hevur [...] nevniliga um at vera álvarsligur og tosa, so fólk hoyra, hvørji tølini eru. Tað er onkuntíð komið fyri, meðan eg standi har og bert skal hugsa um tølini, at tankarnir fara at reika, og at eg fór at flenna og [...] útbúgvingina, men at torført er at fáa lærarastarv á meginlandinum. - Kanska endi eg úti á onkrum smáplássi, sum lærari og deknur, og so er óvist at eg fáa møguleikar at koma til Havnar hvørja viku, sigur Rudolf
ikki við at fáa nakað burturúr Kyndlavenjarin vísir eisini á, at tað var sera óheppið, at fólk við tilknýti til Neistan sótu við dómaraborðið, eftirsum Neistin var annar parturin í dystinum. ? Tað er ikki [...] skeivt ikki at gera vart við tað, sigur Sophus Dal Christiansen. Í kæruni leggur Kyndil upp til, at finalan verður spælt umaftur, men Sophus Dal Christiansen væntar ikki, at Kyndil fer at fáa nakað burtur [...] hava tosað saman og gjørt ein úrskurð. Av tí at ein av teimum trimum limunum í nevndini er ógegnigur og ikki kann taka lut, sigur Rósing Hansen, at tað er ein spurningur, um hinir báðir nevndarlimirnir
Føroya hevur avgjørt at geva 6 føroyskum unglingum kjansin at dystast móti bestu javnaldrunum úr hinum Norðurlondunum. Kappingin um NM verður hildin í svenska býnum Norrtälje, og hon byrjar í dag og endar [...] áhuga fyri talvi á ymiskum støði í landinum, og er hetta helst orsakað av mongu sterku telvarunum, ið hava vitjað Føroyar seinastu árini. Tískil er umráðandi, at spennandi avbjóðingar eru til staðar, men hetta [...] 11-12 ár. Hvørt Norðurland hevur rætt til at senda tveir luttakarar í hvønn bólkin, so útlit eru fyri hørðum stríði um stigini. Føroyingar hava tó góð úrslit at vísa á í hesi kapping seinastu árini, og
halda at tað er neyðugt við fíggjarligum tiltøkum rættuliga skjótt og eg meti, at tað er ein av høvuðsorsøkunum til at valið verður útskrivað nú. Jóhannes Martin Olsen væntar tí, at stjórnin velur at bíða [...] kann útseta eitt verkfall í 14 dagar, men eg rokni við at danska stjórnin við hesum ætlar at minna arbeiðandi fjøldina á, hvat tað er hon hevur at velja ímillum. ? Eina arbeiðaravinarliga javnaðarstjórn [...] metti, at Poul Nyrup Rasmussen hevði lættari við, at fáa javnaðarveljararnar at atkvøða fyri Amsterdam-sáttmálanum. Men tað var nokk ikki á henda hátt hann vildi hava tað. Nú er vandi fyri, at stjórnin
miðvíst at halda vinnuni niðri og at tað er tí, at hann er so tungur at dansa við. Tað, sum bankin kanska er bangin fyri, er, at vinnan verður so væl fyri, at tað er ikki neyðugt hjá henni at koma rennandi [...] sum hendi, var, at Fossbankin fall. Jákup Sólstein sigur, at misnøgdin er so stór við hugburðin hjá bankanum, at tað er ein veruligur møguleiki fyri, at vinnan í mest møguligan mun fer at venda bankanum [...] gera, at tað mestsum sær út sum hann sær tað sum eitt endamál at halda vinnuni niðri. Tí veruleikin er tann, at bankin setir at kalla ikki eina krónu í vága nakrastaðni. Hjá bankanum er einki at heinta
okkum, av tí at hon ikki er bundin av tí, sum undanfarna stjórnin hevur gjørt. - Hon kann t.d. koma til ta niðurstøðu, at Nyrup stjórnin bar seg politiskt skeivt at móti føroyingum, og siga, og at tað vil nýggja [...] sín fyrimun í Fólkatinginum, men tað er óvist, hvussu donsku politikararnir fara at meta um hetta, tá málið er sodnað. - Er tað ein vansi fyri málið, at so langt er fráliðið og danir einki frætta úr Føroyum [...] tey sum halda, at tað er eitt bakkast fyri Føroyar, at danska stjórnin útskrivaði val, áðrenn Landsstýrið fekk stundir at biða um samráðingar, í sambandi við bankamálið. Tað nýtist ikki at vera ein meinbogi
sambært somu kanning tó ikki megnað at vísa á eitt beinleiðis løgmansevni. ? Hetta er sostatt einasta høvi hjá Tjóðveldisflokkinum at royna at møguligt løgmansevni av fyri at vita, um viðkomandi fær undirtøku [...] vísir eisini á, at danskur politikkur er komin nærri at Føroyum seinastu árini. Ikki minst síðani danskar sjónvarpsrásir hava fingið beinleiðis atgongd til fleiri føroyskar stovur. Og so er tað sjálvsagt [...] in ikki so nógv at siga. Tað liggur sostatt eisini í kortunum, at hetta er frálíkt høvi hjá flokkunum at royna nýggj løgmansevni, sigur Jóannes Hansen. Og í hesum sambandi gerst Tjóveldisflokkurin rættiliga
sum er spennandi við skipanini, er, at har er ein undirskipan til lánsútrokning. So gongur tú við ætlanum um at keypa bil og hevur eina tílíka skipan, so nýtist tær ikki at tosa við bankan fyri at finna [...] soleiðis er eisini her. Tað er nevniliga so, at henda heimabankaskipan bert kann brúkast við PC-ara og ikki Macintosh-teldum Av Elektron verður sagt, at orsøkin er tann, at tað ikki loysir seg at brúka nógvan [...] kundunum Fyri at kunna brúka skipanina er neyðugt at hava eina teldu sum hevur mótald (modem, blðm.). Tí skalt tú kunna brúka skipanina er neyðugt at fáa samband við Elektron. Tá skipanin er innlisin í telduna
Úrslitið er, at hann hevur ilt við at koma í samljóð við seg sjálvan, og skuldarkensla mótvegis móðurini ger í heilum vart við seg. Elsba er í stóran mun uppvaksin uttan foreldur, og hon er tí frí at liva [...] kenslu av kaleidoskopiskum vavgreyti. Haraftrat er hon lyklaskaldsøga, sum fer fram heilt fá ár undan, hon er skrivað. Tað gav eisini at bíta. Ætlanin var, at hon skuldi hava eitt framhald, men tá ið vinmenn [...] sindur seinni er niðurstøðan tann sama: »Hon skuldi hava hann, magnaði hon tað, og troðka aðrar burtur, galt tað um«. Í bardaganum at fáa mann, er tað the survival of the fittest sum er galdandi. Ein orsøkin