Seks ungir telvarar til NM

Talv: Seks føroyskir telvarar vera við í NM-kappingini fyri ung í Svøríki

Talvsamband Føroya hevur avgjørt at geva 6 føroyskum unglingum kjansin at dystast móti bestu javnaldrunum úr hinum Norðurlondunum. Kappingin um NM verður hildin í svenska býnum Norrtälje, og hon byrjar í dag og endar sunnukvøldið.

Telvað verða seks umfør, og føroysku luttakararnir verða Terji Petersen og Flóvin Þór Næs, sum skulu telva í bólkinum 17-19 ár, Ingolf Gaard í bólkinum 15-16 ár, Eyðálvur Johannesen og Martin Poulsen í bólkinum 13-14 ár, og Olaf Berg í bólkinum 11-12 ár.

Hvørt Norðurland hevur rætt til at senda tveir luttakarar í hvønn bólkin, so útlit eru fyri hørðum stríði um stigini. Føroyingar hava tó góð úrslit at vísa á í hesi kapping seinastu árini, og í fjør fekk Olaf Berg bronsu í bólkinum undir 10 ár, men í ár skal hann so royna seg í eldri bólki.

Annars eru tað í seinastuni fleiri ung, ið hava fingið áhuga fyri talvi á ymiskum støði í landinum, og er hetta helst orsakað av mongu sterku telvarunum, ið hava vitjað Føroyar seinastu árini. Tískil er umráðandi, at spennandi avbjóðingar eru til staðar, men hetta kann vera rættiliga kostnaðarmikið, skrivar Talvsambandið at enda í tíðindaskrivi. Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Klaksvíkar Býráð hava stuðlað ferðini til NM fíggjarliga.