Dagny Joensen
Tað eru tey sum halda, at tað er eitt bakkast fyri Føroyar, at danska stjórnin útskrivaði val, áðrenn Landsstýrið fekk stundir at biða um samráðingar, í sambandi við bankamálið.
Tað nýtist ikki at vera ein meinbogi fyri úrsltið, heldur Annfinnur V. Hansen.
- Ein nýggj stjórn kann vera ein fyrimunur fyri okkum, av tí at hon ikki er bundin av tí, sum undanfarna stjórnin hevur gjørt.
- Hon kann t.d. koma til ta niðurstøðu, at Nyrup stjórnin bar seg politiskt skeivt at móti føroyingum, og siga, og at tað vil nýggja stjórnin ikki hava sitandi á sær. Tað kann vera gagnligt fyri okkum, sigur advokaturin.
Politiski viljin
Annfinnur V, Hansen heldur, at henda niðurstøða eisini kann gerast veruleiki, um Nyrup stjórnin verður sitandi. Tá fer Nyrup stjórnin hugsandi at hava størri politiskan vilja at fara væl við føroyingum.
Annar spurningur er fyrningarfreistin 22. mars, og hvussu útlitini eru fyri at leingja freistina ella at avtaka hana heilt.
Fyrningarfreistin avgerandi leiklut
Landsstýrið hevur heitt á kamaradvokatin um at fáa hetta í lag. Kamaradvokaturin er advokatskrivstova, sum hevur øll rættarmál hjá statinum um hendi.
Hon sendir síðani pørtunum í málinum, sum kunnu væntast at gera seg galdandi, eitt nú Den danske Bank og Forsætisráðharraráðnum, áheitanina til góðkenningar.
Kunnu mótpartarnir hjá føroyingum góðtaka at fyrningarfreistin verður longd, so er alt í lagi.
Føroyingar kunnu eisini stevna, men tá vit ikki vita, um hetta verður ein rættarsak, er tað ikki skilagott, heldur Annfinnur V. Hansen.
- Hinvegin, um einki verður gjørt og fyrningarfreistin stendur við, so noyðast føroyingar at stevna, ella dettur møguleikin burtur at fara í rættin við málinum.
- Um nú Den Danske Bank ikki vil góðtaka at freistin verður longd, hvat hendir so?
- Nokta teir fyri hesum, so tvinga teir mótpartin at stevna, sigur Annfinnur V. Hansen.
Tó heldur hann, at møguleiki er fyri, at Den Danske Bank vil hava samráðingarloysn. Tað er seinasta útspælið hjá bankanum tekin um. Teir hava nú viðgingið, at okkurt kundi verið gjørt frægari í partabrævaumbýtinum.
- Hóast bankin gevur Fíggingargrunnin skyldina, eru teir fyri at lata føroyingum endurgjald.
- Í fyrstuni segði stjórin í Den danska Bank, at føroyingar fingu ikki inn í eygað. Nú tosa teir nú um endurgjald. Tað kundi verið tekin um, at Den Danske Bank nú eisini vil hava eina samráðingarloysn, sigur Annfinnur V. Hansen.
Bankamálið eingin trupulleiki hjá Nyrup
- Hevur Nyrup útskrivað valið, fyri at sleppa undan samráðingum við føroyingar, áðrenn valstríðið byrjaði?
- Nú eri eg kanska ikki tann rætti at úttala meg um politiskar metingar, men bankamálið var avgjørt ein trupulleiki hjá forsætisráðharranum, tá Grønborg-kanningin kom. Nyrup fekk tó vent málinum til sín fyrimun í Fólkatinginum, men tað er óvist, hvussu donsku politikararnir fara at meta um hetta, tá málið er sodnað.
- Er tað ein vansi fyri málið, at so langt er fráliðið og danir einki frætta úr Føroyum?
- Eftir mínum tykki áttu føroyingar at borið skjótari at. Teir áttu at komið við einum útspæli longu seinast í januar, tá málið var heitt í Danmark, sigur Annfinnur V. Hansen.
Illa avstaðfarið
hjá Landsstýrinum
Hann heldur, at Landsstýrið hevur brúkt alt ov lítla tíð til at at fyrireika seg, og vísir á, at SvF burturav setti ein søgufrøðing av at fylgja við gongdini í bankamálinum, meðan Landsstýrið einki fólk setti til hetta arbeiðið.
- Landsstýrið átti eisini at sett arbeiðsbólkin í so mikið góðari tíð áðrenn kanningin kom, at hann kundi gjørt fyrireikingararbeiði. - Hóast teir ikki vistu, hvussu úrslitið bleiv, kundi ein politisk ætlan á hægri stað verið gjørd um, hvat hugsandi kundi væntast.
- Eitt nú, kundu teir gjørt eina meting, hvussu fram skuldi farast, um kanningin segði, at danir høvdu snýtt føroyingar, ella um danir bert høvdu verið ósketnir, um tað var ein ráðagerð móti føroyingum, ella um einki var at finnast at.
- Slíkir møguleikar áttu at verið umhugsaðir og arbeitt víðari við, so útspælið var greitt beinanvegin, og meðan málið var fyri í Fólkatinginum. Tað er ein veikleiki, sigur Annfinnur V. Hansen.
Nú er valstríðið í Danmark byrjað, og heldur fram til valdagin 11. mars. Danska stjórnin fer ikki frá, meðan valstríðið er.
Nyrup Rasmussen fær komandi tíðina annað og meir at síggja til enn bankamálið og føroyskt viðurskifti sum heild .
Í forsætisráðharraráðnum er svarið, at eingin embætismaður hevur loyvi at svara politiskum spurningum, ella at skipa fyri samskifti millum fjølmiðlar og Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, áðrenn valið er av.
Fyri hansara part er bankamálið ikki nakar trupulleiki í Danmark. Tað er avloyst av innanríkismálum og komandi valstríðnum.
Føroyingar mugu krevja aftursvar
- Heldur tú at vit fáa samráðingarloysn nú?
- Tað er sera óheppið at føroyska útspælið ikki var komið stjórnini í hendi, áðrenn valstríðið byrjaði í Danmark, men føroyingar mugu sum skjótast senda útspælið, við áheitan um at fáa svar. Okkara grundgeving kundi hóskandi verið, at danska valið - fyri sovítt - einki hevur við viðurskiftini millum Danmark og Føroya at gera, sigur Annfinnur V. Hansen.










