So kom heimabankin til Føroya eisini.
Í londunum kring okkum hava hesar skipanir verið frammi í nøkur ár, og undirtøkan hevur verið góð.
Arbeiðið upp á skipanina byrjaði í februar mánaði í fjør, og tað er Elektron, sum hevur staðið fyri arbeiðnum.
Í gjár varð skipanin handað peningastovnunum, og mánadagin verður møguligt hjá almenninginum at brúka skipanina.
Í sambandi við handanina skipaði Elektron fyri tíðindafundi, har greitt varð frá skipanini.
Tað er jú ongin orsøk at uppfinna tann djúpa tallerkin einaferð enn. Hann er har frammanundan.
Tí er beinagrindin til skipanina keypt úr Danmark frá SDS. Heimabankaskipanin byggir á somu trygdarskipan sum Elektron, og hon er sera effektiv.
Sum nevnt er beinagrindin donsk, men skipanin, sum kundarnir hjá peningastovnunum fáa, er føroysk. Allur tekstur er týddur til føroyskt.
Nýggir møguleikar
hjá kundunum
Fyri at kunna brúka skipanina er neyðugt at hava eina teldu sum hevur mótald (modem, blðm.).
Tí skalt tú kunna brúka skipanina er neyðugt at fáa samband við Elektron.
Tá skipanin er innlisin í telduna kann samband fáast við peningastovnarnar um mótaldið, og soleiðis fæst at vita, hvussu nógv stendur á kontoini í bankanum.
Men tað er ikki einasti møguleiki við heimabankanum.
Tað fer nevniliga at bera til at flyta pening millum konti, bæði í Føroyum og í Danmark.
Tað vil siga, at harrin í húsinum ikki nýtist at fara í bankan fyri at gjalda fyri blómurnar, hann keypti konuni. Hann kann gera flytingina úr stovuni hjá sær sjálvum, um hann vil tað.
Um skipanina ber eisini til at gera fastar flytingar, so sum sjúkrakassagjøld, SEV-gjøld og líknandi.
Her fær kundin møguleika at avgera nær flytingin skal gerast. Um tað verður eina ferð um mánaðin, aðru hvørja viku, eina ferð um árið ella okkurt líknandi.
Eitt annað, sum er spennandi við skipanini, er, at har er ein undirskipan til lánsútrokning.
So gongur tú við ætlanum um at keypa bil og hevur eina tílíka skipan, so nýtist tær ikki at tosa við bankan fyri at finna útav, hvussu nógv tú skalt gjalda um mánaðin ella hvussu stór rentan er. Tað finnur teldan út av út frá teimum upplýsingum tú gevur henni.
Harafturat er eisini møguligt at rokna skattin út.
Stjórin á Elektron, Niels Christian Nolsøe segði, at skipanin er royndarkoyrd í fleiri mánaðar.
Umleið 200 fólk hava havt eitt eintak av skipanini heima við hús og hava royndarkoyrt skipanina.
? Frá teimum hava vit fingið nógv nýggj hugskot, sum tað enn ikki er tikin støða til. Tað verður gjørt eitt sindur seinni, men onkrar av hesum broytingum og betringum verða lidnar áðrenn summarfrítíðina.
Virkir fáa gleði
av skipanini
Henda nýggja skipan kann fara at verða góður vinningur fyri vinnukundarnar hjá bankunum.
Hóast tað verður arbeitt uppá skipanina enn, eitt nú við at geva møguleika fyri hópflytingum, so er longu nú ymiskt í skipanini, sum óivað fer at lætta um hjá vinnukundum.
Í heimabankaskipanini er nevniliga møguleiki at flyta lønir.
Tað vil siga, at virki í framtíðini sjálvi kunnu gera allar lønarflytingarnar av skrivstovuni og sostatt sleppa undan bíðitíðini í bankunum.
Tað verður ein lætti hjá nógvum.
Ein annar møguleiki sum Niels Christian Nosløe nevndi, eru hópflytingarnar.
Hvussu hesin parturin kemur at virka, er sjálvsagt ikki vist enn, men hyggja vit eftir teimum skipanum sum eitt nú eru í Danmark, so fer serliga hesin parturin at lætta munandi um umsitingina av eitt nú út- og inngjaldingum hjá bæði størri og smærri virkjum.
Líknandi danskar skipanir gera tað møguligt at samankoyra upplýsingarnar sum liggja eitt nú í kreditorbókhaldum við heimabankan, soleiðis, at tá rokningarnar fella til gjaldingar, so skulu fá trýst á telduna fyri at gera greitt til flytingar.
Tá flytingarnar eru avgreiddar í heimabankanum, er møguligt at bókføra gjaldingarnar beinleiðis í eina kassakladdu. Sostatt er bókhaldið dagført sama dag sum flytingarnar eru gjørdar.
So tað eru nógvir møguleikar hjá kundunum, og eisini hjá peningastovnunum fyri at veita eina enn betri tænastu enn teir gera í dag.
Tøknifrøðin er so langt frammi í dag, at næstan alt er møguligt.
Bert til PC-arar
Tó so, tað kemur sjáldan ein skipan sum er til gleði fyri øll, og soleiðis er eisini her.
Tað er nevniliga so, at henda heimabankaskipan bert kann brúkast við PC-ara og ikki Macintosh-teldum
Av Elektron verður sagt, at orsøkin er tann, at tað ikki loysir seg at brúka nógvan pening til at útvikla forritið til Mac-maskinur.
Tað eru ikki so nógv sum brúka Macintosh sum heimateldu, og virkini eru fá sum brúka Macintosh EDV-útgerð til umsitingina.
Tekisku krøvini til teldurnar eru annars at:
-tær hava IBM-sambæra við min. 486 prosessor og 8 Mb RAM
-30 Mb frítt pláss á harðdiskinum
-SVGA-skíggja
-Windows 95, og
-Hayes-sambærligt mótaldminst 14.400 baud