Sum snarljós frá klárum himli

Hatta kom púra óvart á øll her í Fólkatinginum, men eg haldi at tey eru glað at fólkatingsval nú endiliga er útskrivað, sigur Jóhannes Martin Olsen, fólkatingsmaður

? Ja, hatta kom púra óvart á allar fólkatingslimirnar, sigur Jóhannes Martin Olsen, í stuttari viðmerking, til at Poul Nyrup Rasmussen útskrivaði fólkatingsval.

Men Jóhannes Martin Olsen heldur, at fólkatingslimirnir samstundis eru glaðir fyri, at vali er útskrivað.

? Tað hevur ligið í luftini síðani einaferð tíðliga í heyst, at val skuldi útskrivast, men tað er ongantíð komi so langt.

Hvussu verður so við bankamálinum og fyrningarfreistini sum er 22. mars?

? Eg rokni ikki við, at tað fær nakrar avleiðingar í so máta. Valið og fyrningarfreistin fella saman, men eg rokni við, at okkurt verður gjørt politiskt fyri at leingja fyrningarfreistina.

Er tað møguligt?

? Í politikki er alt møguligt, so tað vænti eg kemur upp á pláss.

Verður annars tosað nógv um bankamálið í Fólkatinginum í løtuni?

? Nei, tað verður ikki nevnt við einum orðið. Tað er pressan sum setir dagsordanin í kjakinum, og tá teir onki gera við málið í løtuni, so verður onki tosað um tað her inni heldur.


Arbeiðsmarknaðurin og fólkaatkvøðan

Av teirri orsøk heldur Jóhannes Martin Olsen ikki, at bankamálið er orsøk til at Poul Nyrup Rasmussen hevur útskrivað val júst nú.

Hinvegin heldur Jóannes Martin Olsen, at orsøkirnar skulu finnast í ymiskum øðrum politiskum málum, sum hava størri innanríkis og uttanríkis týdning fyri Danmark.

? Samráðingarnar um eina stóra umhvørvisætlan eru júst endaðar, og tað úrslitið er stjórnini til fyrimuns.

? Eg rokni við, at tað er ein av orsøkunum til at vali kemur nú. Nú fáa teir fyrimun av tí málinum.

Danska stjórnin hevur eisini tikið undir við ætlanum hjá amerikanska forsetanum, Bill Clinton, um tiltøk mótvegis Irak og eisini tað spælir inn, sigur Jóhannes Martin Olsen.

Lønarsamráðingarnar á danska arbeiðsmarknaðinum eru byrjaðar og, eftir tí Jóhannes Martin Olsen hevur skilt, standa tær í botni.

? Tað er væl møguligt at tað er taktikkur, men eftir tí eg havi skilt, so varð lagt upp til verkfall, júst um tað mundið tá valið nú verður.

? Semingsstovnurin kann útseta eitt verkfall í 14 dagar, men eg rokni við at danska stjórnin við hesum ætlar at minna arbeiðandi fjøldina á, hvat tað er hon hevur at velja ímillum.

? Eina arbeiðaravinarliga javnaðarstjórn ella eina borgarliga stjórn, sigur hann.

Fólkaatkvøðan um Amsterdam-sáttmálan er, sambært Jóhannes Martin Olsen, ikki nevnd við einum orðið enn, men tað er jú eisini so stutt fráliðið enn.

Uffe Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, hevur alment sagt, at hann fegin vildi hava fólkaatkvøðuna um Amsterdam-sáttmálan áðrenn eitt val tí hann metti, at Poul Nyrup Rasmussen hevði lættari við, at fáa javnaðarveljararnar at atkvøða fyri Amsterdam-sáttmálanum.

Men tað var nokk ikki á henda hátt hann vildi hava tað. Nú er vandi fyri, at stjórnin fær bæði í posa og í sekk.


Fíggjarpolitikkurin skal skerpast

Afturat øllum hesum kemur, at danskir búskaparfrøðingar hava talað at búskaparligu gongdini í Danmark í løtuni.

? Tað er bara Knud Sørensen, stjóri í Den Danske Bank, sum hevur róst stjórnini., sigur Jóhannes Martin Olsen

? Hann var nøgdur við búskaparligu gongdina og við fíggjarliga politikkin hjá stjórnini.

Tað, búskaparfrøðingarnir hava ávarað ímóti er, at danski búskapurin er í vanda fyri at gerast ov heitur.

? Tað gongur ov skjótt í løtuni og gjaldsjavnin hevur verið negativur í seinastuni. Tað hóvar ikki búskaparfrøðingunum.

? Teir halda at tað er neyðugt við fíggjarligum tiltøkum rættuliga skjótt og eg meti, at tað er ein av høvuðsorsøkunum til at valið verður útskrivað nú.

Jóhannes Martin Olsen væntar tí, at stjórnin velur at bíða við at seta fíggjarlig tiltøk í verk, til eftir valið.

? Tá eru jú fýra ár til næsta val, og eftir fýra árum hava veljararnir gloymt alt um fíggjarlig tiltøk, sigur hann.


Framgongd í veljarakanningum

Tað er onki at ivast í, at veljarakanningarnar eisini hava spælt við í avgerðini um nær valið skuldi útskrivast.

Tað er sjálvandi óvissa í veljarakanningum í Danmark eins og allar aðra staðni, men tað er í øllum førum greitt, at danski javnaðarflokkurin er munandi betri fyri til eitt val nú, enn hann var fyri bara 8-9 mánaðum siðani.

Tá søgdu allar veljarakanningar, at javnaðarflokkurin fór at missa millum 5 og 6 prosent av atkvøðunum, og at vinstriflokkurin fór at gerast størsti flokkur í Danmark, við meiri enn 30% av atkvøðunum.

Síðani tá er tað broytt aftur, og nú tykist myndin aftur líkjast teirri gomlu, har javnaðarflokkurin er størsti flokkur.

Jóhannes Martin Olsen ivast heldur ikki í, at hetta vigar tungt í avgerðini hjá Poul Nyrup Rasmussen.

? Tað sigur seg sjálvt at hann hyggur eftir veljarakanningunum.

Ætlar tú at stilla upp aftur?

? Tað veit eg ikki enn. Nú skal fyrst heim til Føroya at tosa við við fólk um tað. Tí finna vit skjótt út av.

Men ikki er tíðin long til at taka avgerðina. Valið verður longu um 20 dagar, og tí skulu flokkarnir gera skjótt av. Men tað merkir bara at valstríði verður sera stutt.