Kyndil vil hava nýggja finalu

Hondbóltur: Kyndil hevur sent kæru til kappingarnevndina hjá HSF í sambandi við steypafinaluna hjá kvinnum seinasta leygardag

Sum tað longu hevur verið frammi, hevur Kyndil sent kæru inn til kappingarnevndina hjá hondbóltssambandinum um steypafinaluna hjá kvinnum millum Neistan og Kyndil seinasta leygardag.

Kyndil kærir um dómaraborðið, sum eftir teirra tykki ikki megnaði sína uppgávu til lítar.

? Tað eru tey seinastu fimm sekundini, vit kæra um, sigur Sophus Dal Christiansen, sum er venjari hjá kvinnuliðinum hjá Kyndli. Kyndil tapti finaluna eftir longda leiktíð. Upprunaligi dysturin endaði við javnleiki 16-16, og Neistin vann umdystin 5-2 og sostatt dystin 21-18.

Kyndil var á odda 16-15, men í seinasta minutti javnaði Neistin til 16-16. Eitt sindur av tíð var eftir, og Kyndil fór í álop, men fekk ikki mál.

? Vit halda, at fimm sekund áttu at verðið løgd afturat upprunaliga dystinum, tí dómaraborðið ikki steðgaði tíðini beinanvegin, tá dómararnir gjørdu tekin um hetta. Vit hava eisini vant systemir til eina støðu sum hana, ið tók seg upp í endanum av dystinum, sigur Sophus Dal Christiansen.

Støðan, sipað verður til, er, tá Kyndil í allarseinastu sekundunum fekk 3-meturskast, men ikki hevði nóg nógva tíð til at fáa eitt vandamikið skot inn. Har høvdu fimm sekund afturat kunnað havt avgerandi ávirkan á endaliga úrslitið av dystinum.


Rokna ikki við

at fáa nakað burturúr

Kyndlavenjarin vísir eisini á, at tað var sera óheppið, at fólk við tilknýti til Neistan sótu við dómaraborðið, eftirsum Neistin var annar parturin í dystinum.

? Tað er ikki nakað persónligt álop á nakran, men vit halda tað vera skeivt ikki at gera vart við tað, sigur Sophus Dal Christiansen.

Í kæruni leggur Kyndil upp til, at finalan verður spælt umaftur, men Sophus Dal Christiansen væntar ikki, at Kyndil fer at fáa nakað burtur úr kæruni.

? Nei, tað rokni eg ikki við. Men vónandi fer hon at gera, at sovorðið ikki kemur fyri aftur, sigur hann.

Kæran varð send mánadagin, og sambært reglunum hjá HSF skal kappingarnevndin koma við einum úrskurði av kæruni í seinasta lagi eina viku eftir, at hon er løgd fyri nevndina, t.e. mánadagin í næstu viku.

Partarnir kunnu so kæra úrskurðin hjá kappingarnevndini til dómsnevndina, og eisini hetta skal gerast í seinasta lagi sjey samdøgur eftir, at partarnir hava fingið kunnleika um úrskurðin. Dómsnevdin hevur síðani tvær vikur til at gera ein úrskurð, og hann er endaligur.


Tekur ikki støðu

Tríggir limir eru í kappingarnevndini hjá HSF, og formaðurin Hans Holm er ógegnigur í hesum málinum. Hinir báðir limirnir eru Rósing Hansen og Poul Magnussen.

Rósing Hansen sigur við Ítróttarsosialin, at hann ikki vil taka støðu til málið, áðrenn teir í kappingarnevndini hava tosað saman og gjørt ein úrskurð.

Av tí at ein av teimum trimum limunum í nevndini er ógegnigur og ikki kann taka lut, sigur Rósing Hansen, at tað er ein spurningur, um hinir báðir nevndarlimirnir kunnu semjast um ein úrskurð. Um ikki, má málið sendast víðari til dómsnevndina, sigur hann.

Rósing Hansen roknar ikki við, at ein úrskurður frá kappingarnevndini fyriliggur fyrr enn mánadagin, sum altso er seinasta freist hjá nevndini at koma við sínum úrskurði.