Nýggj stjórn ikki somu ábyrgd fyri bankamálinum

Tað kom óvart á nógv, at Nyrup Rasmussen útskrivaði val í gjár. Hvørja ávirkan hetta fær fyri framtíðar samráðingar við møguliga nýggja stjórn eftir valið, er ógreitt. Tó heldur løgfrøðingur í Fólkatinginum, at ábyrgdin fyri at loysa málið, ikki verður tann sama, sum um sitandi stjórn verður afturvald

Dagny Joensen


Tá Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, í gjár útskrivaði val, segði hann á Fólkatingsins røðaraplalli, at tað varð gjørt fyri at skaffa sitandi stjórn heimild at halda fram við sínum arbeiði.

Nú er Fólkatingið farið heim, og øll lógaruppskot, sum skuldu legggjast fram aftrat í hesi setuni, detta nú burtur.

Poul Jensen, nevndarskrivari í Politisku búskaparnevndini í Fólkatinginum, sigur, at eftir í Fólkatinginum liggja spurningar til ráðharrarnar fyri ymsu ráðharrastovurnar, men at teir sjálvir kunnu gera av, um teir vilja svara spurningunum.

Hann heldur kortini, at tað ikki er sannlíkt, at ráðharrar, sum nú skulu út í valstríð, fara at hava stundir til tað.

- Hvør skal átaka sær ábyrgdina av bankamálinum, sum Landsstýrið um stutta tíð sendir stjórnini?

- Bankamálið fellur ikki burtur, og um ein nýggj stjórn kemur til eftir valið, skal hon frameftir hava ábyrgdina av málinum.

- Kann hugsast, um nýggj stjórn kemur til, at hon kennir seg eins bundan mótvegis føroyingum, sum sitandi stjórn, ið hevur skapt trupulleikarnar?

- Komandi stjórnin skal svara føroyingum, men hugsandi er, at svarið ikki verður so nýtiligt. - Møguleikarnir eru ikki eins góðir, og um Nyrup stjórnin kemur til aftur, heldur nevndarskrivarin, sum var einasti persónur vit hittu í gjár.

Viðvíkjandi kanningini um leiklutin hjá Lykketoft í samband við tað, sum fór fram í bankamálinum áðrenn partabrævaumbýtið, so heldur kanningin fram. - Hóast Lykketoft møguliga fer frá sum fíggjarmálaráðharri, so er lógin um ráðharraábyrgd galdandi, sigur Poul Jensen.

Tað var ikki møguligt at fáa viðmerking frá forsætisráðharran til málið í gjár, og heldur ikki vóru embætisfólkini í forsætisráðnum til reiðar at svara spurninginum um, hvørja lagnu bankamálið nú fær.

Viðvíkjandi arbeiðinum at hjá Landsstýrinum og Løgtinginum um at senda donsku stjórnini eitt útspæl um samráðingar um bankamálið, er nú komið so væl áleiðis at Landsstýrið og politisku flokkarnir eru samdir um tvørpolitiskt..

Eitt nú verður nú roynt at biða kamaradvokatin um, at forsætisráðið fráfellur kravið um at gera firningarfreistina galdandi, so 22. mars dagfestingin dettur burtur.

Tað var ikki møguligt at fáa viðmerking frá løgmanni í gjár.