Danskur politikkur komin nærri Føroyum

Samfelagsfrøðingurin Jóannes Hansen vísir á, at føroyski veljarin til fólkatingsvalið hesaferð hevur betri fyritreytir at døma um, hvørja danska stjórn hann ella hon ynskja at stuðla. Bankamálið og tað at føroyingar gjøgnum danskar sjónvarpsrásir fáa betri innlit í, hvat fyriferst á politiska vígvøllinum í Danmark, eru atvøldin.

Føroyskir fólkatingslimir hava mangan verið tungan á vágskálini í donskum politikki. Soleiðis helt verandi fólkatingslimurin Óli Breckmann í mong ár lív í Schlüter-stjórnini, tá tey borgarligu sótu við valdinum frá 1984 til 93. Og Javnaðarflokkurin hevur altíð verið við til at tryggja donskum janvaðarstjórnunum parlamentariskt grundarlag.

Í dag er støðan tann, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava umboð í fólkatinginum. Báðir eru borgarligir flokkar, sum ikki hava stuðlað javnaðarstjórini hjá Poul Nyrup Rasmussen, sum kom til í 1993 aftan á, at Tamilmálið feldi Schlüter-stjórnina.


Vinstra ella høgra?

Valstríðið í Føroyum upp undir fólkatingsval hevur ongantíð borið serligan dám av, hvørjum vongi ? vinstra ella høgra ? føroysku flokkarnir stuðla í Danmark.

Vanliga eru fýra føroyskir flokkar við í dystinum um at fáa fólkatingsumboð. Á høgravonginum er sum kunnugt Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, meðan Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin umboða vinstravongin.

? Tjóðveldisflokkurin stuðlar ikki nøkrum flokki, so ein donsk vinstrastjórn eigur vanliga bara eina atkvøðu í Føroyum, meðan høgravongurin eigur tvær, sigur Jóannes Hansen.

Samfelagsfrøðingurin vísir eisini á, at danskur politikkur er komin nærri at Føroyum seinastu árini. Ikki minst síðani danskar sjónvarpsrásir hava fingið beinleiðis atgongd til fleiri føroyskar stovur. Og so er tað sjálvsagt eisini bankamálið, ið hevur givið rúgvu av umrøðu í bæði bløðum og loftmiðlum.

? Og vit kunnu framhaldandi vera vís í, at donsku fjølmiðlarnir fara at fylgja væl við gongdini í Føroyum ? eisini í sambandi við Fólkatingsvalið. Hetta verður eisini ein roynd fyri føroyskar politikarar, sigur Jóannes Hansen. Og hann leggur aftrat:

? í bankamálinum hava vit sæð, at føroyskir politikarar hava roynt at staðið saman sum ein maður. Upp undir fólkatingsvalið verður eygleiðingin frá donsku fjølmiðlunum upp aftur skarpari enn hon hevur verið, serliga tí føroysk umboðan kann gerast tungan á vágskálini. Tí skal tað ikki undra, at danskir fjølmiðlar fara at dyrka nuansir ? og møguliga ósemjur ? hjá føroyskum politikarum í bankamálinum, sigur Jóannes Hansen.


Frálík veljararkanning

Samfelagsfrøðingurin vísir eisini á, at fólkatingsvalið er besta veljarakanning, tú kanst ynskja tær upp undir eitt løgtingsval. Valluttøkan liggur vanliga væl omanfyri 50%.

? Allar Føroyar eru eisini eitt valdømi, og tí hevur lokalpolitikkurin ikki so nógv at siga. Tað liggur sostatt eisini í kortunum, at hetta er frálíkt høvi hjá flokkunum at royna nýggj løgmansevni, sigur Jóannes Hansen.

Og í hesum sambandi gerst Tjóveldisflokkurin rættiliga áhugaverdur.

Tí hóast fólkatingsvalið vanliga ikki er so áhugavert fyri Tjóðveldisflokkin, so kann tað gerast øðrvísi hesaferð. Flokkurin, sum sambært veljarakanning í Dimmalætting stendur til at gerast størsti flokkur á tingi eftir komandi løgtingsval, hevur sambært somu kanning tó ikki megnað at vísa á eitt beinleiðis løgmansevni.

? Hetta er sostatt einasta høvi hjá Tjóðveldisflokkinum at royna at møguligt løgmansevni av fyri at vita, um viðkomandi fær undirtøku millum fólkið.

? Javnaðarflokkurin hevur longu Jóannes Eidesgaard, sum løgmansevni og Fólkaflokkurin hevur nú gjørt vart við, at Anfinn Kallsberg er teirra løgmansevni.

? Fyri Edmund Joensen, løgmann, kann fólkatingsvalið eisini skiljast sum ein beinleiðis álitisváttan ella misálitisváttan frá sambandsveljarunum. Edmund Joensen var jú valdur í fólkatingið sum avleiðing av at hann var blivin løgmaður.

Í hesum sambandi er tað tó vert at nevna, at Jóhannes Martin Olsen, varamaður hjá løgmanni á fólkatingi, fekk bert umleið 200 færri atkvøður enn partamaðurin.