enn streingjaleikur fyri meg. Tá um tún tú tónar tínar sendi, tá eg lærdi elska, æra teg. At Ditlev hevði hoyrt og skilt kirkjuklokkuna, lat hann ongantíð nakran iva vera um, hóast hann ikki gekk og lýsti [...] klokkuljóðið enn meira persónligt. Grána vangin man, og sporið tyngja, veit ei sjálvur, hvagar leiðin ber. Einastaðni tó, har klokkur ringja, veit eg, ævigt góð at hvíldin er. Hóast vangin var farin at grána, tóktist [...] Tað var líkasum, at alt mól um snørið. Ringdi telefonin, plagdi hann at siga: »So. Nú var ein á.« Og ikki var hann meira enn farin av vaktini, so fór Vága Heini glíðandi út um molan. Var tað seint á kvøldi
– Ert tú vanur við at hoyra hatta ljóðið, hatta brummið frá skipum, so kanst tú siga, at tað ljóðar sum eitt skip, sum liggur við bryggju. Men tað er tað, sum vit skulu lýsa. – Eg havi ikki nakað líknandi [...] nýggju kunngerðini um óljóð frá skipum kunnu upplivast, og tað er torført at samanbera tað við onnur ljóð. Tað sigur Jóhannes Steingrund, stjóri í Steingrund Akustik, sum hevur veitt ráðgeving í sambandi [...] sambandi við nýggju kunngerðina um óljóð frá skipum við bryggju. Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur sent út kunngerð um óljóð frá skipum við bryggju til hoyringar, og í kunngerðini verður ásett markvirðið fyri
so avgjørt heldur ikki hevur verið adresserað til blokaduvaktirnar, tí tey gera tá nakað, sjálvt um man kann tosa um, hvussu skilagott tað er. Karsten Hansen sigur, at tað er ein rættur at fara í verkfall [...] samankallaðir í gjár. -Um nakar heldur, at eg vil leingja verkfallið, tí at tað loysir seg, so er tað burturvið. Tað loysir seg ongantíð at verða ósamdir. -Men roynir tú veruliga at gera alt tú kanst fyri at fáa [...] arbeiði, sum tey úti um landið, ið eru heft at skipa- ella bussflutningi. Hetta var tað eg sipaði til og var ætlan mín á ongan hátt at niðurgera ella gera mun á dygdini á fólki í Havn og úti um landið. Karsten
uppliving av teimum heilt stóru, tá ein nýmótans klædnabúð læt upp í grannalagnum hjá okkum. Har sóu vit danska skemtaran Osvald Helmuth í onkrum flottum tweedjakka geva klaksvíksbørnum autograf við [...] so langt, tú minnist. Tú hevur tað ikki frá fremmandum at skipa fyri. Her hevur tú havt seiggið, sum bulurin í familjuni, Jóhanna hjá elektrikaranum. Stundandi móti teimum sjeyti fírdi tú ikki fyri [...] síggjast hvørja ferð, tú ert heima og mangan saman við øðrum frá barnaskúlanum. Heima ert tú nakrar ferðir um árið. Tað hevur verið ein frægd at fylgt við, hvussu vandaliga tú hevur sett í stand húsini
eg ikki vildi lata fara. Eitt er ein steypafinala. Men hvat um Kyndil skal spæla ein avgerandi dyst í FM-stríðnum um tveir mánaðir. Kundi tú so eisini hugsað tær at rætt eina hjálpandi hond? - Nei. Nú [...] verður um avgerandi dyst um tveir mánaðir, so klára teir nokk eisini at spæla tann dystin uttan meg. Nú hann gevst á besta Kyndils-liðnum er einki at ivast í, at Jónleif framyvir fer at fáa nakað betri [...] tó ikki við, skuldi vera nakað varandi stað. - Wislander hevur altíð verið mín stóra fyrimynd, og hann endaði so strikuspælari, eftir at hann annars var spælskipari, so hvør veit. Neit tað verður nokk ikki
Við tíðini lærir tú at fáast við fjølmiðlafólk, soleiðis at tú velur, hvørji fólk tú tosar við, og hvat tú vilt tosa um. Tað er týdningarmikið, at tú sjálvur setir tíni mørk, um tú kennir teg órættvíst [...] ungur spælari, tá tú byrjar at koma fram í fjølmiðlunum, so skalt tú ansa eftir, hvat tú sigur, men tað lærir tú eisini við tíðini. Tað kunnu vera nakrir ógrundaðir journalistar, sum skriva um teg og endurgeva [...] bløð, tí eg dugi ikki málið. Og mann kann siga, at eg spyrji heldur ikki um nakað, um eg síggi meg sjálvan í bløðunum. Minni eg veit, lættari verður tað fyri meg, sigur Nocko. Hann fjalir ikki útyvir, at
nærverandi sitatum og tilsipingum verða listarlig kjak og ástøði flættað inn í tekstin, so tú áðrenn tú veit av kennir teg sum heima millum orð sum 'fini' og 'sample' og onnur gátufør heiti, sum knappliga [...] hví ikki bara lata seg draga við? Hevur tú bara eitt sindur av listarligum forvitni við tær, letur bókin Livandi List dyrnar upp til eitt sjálvtøkuborð, har tú kanst velja at eta teg proppmetta ella njóta [...] útgangsstøðið hjá Inger S. Sørensen, og verður bókin tí í sær sjálvum ein afturvísing av vanliga páhaldinum um, at føroysk list er einsháttað og siðbundin. Í staðin borðreiðir listfrøðingurin við einum fyllishorni
atsóknir, so er framvegis ikki ólógligt at leiga út til hesi. - Tú kanst bara dømast sum samsekur, um tú í hesum førinum við vissu veit, at talan er um fólk, sum vilja fremja ólógligar atgerðir. Tað skal vera [...] púrasta greitt, áðrenn eg gjørdi nakað arbeiði fyri tey. - Teirra svar var, at tað var í lagi. Tey bóðu meg kanna nøkur viðurskifti – millum annað um Paul Watson varð handtikin, um hann kom til Føroya, og eg [...] har eg varð spurdur, um eg kundi virka sum teirra sakførari. Eg svaraði teimum, at á ongan hátt tók undir við teirra virksemi. At eg tvørtur ímóti aktivt tók lut í grindadrápi, um eg hevði møguleika til
tess longur norður og suður um brúnna tú kemur. Jú sannliga er Sundalagið, ið røkkur frá Tangafirði til Eiðis, nakað fyri seg. Mest álíkt einum eldorado bara tú gevur tær fær um tað. Tey, sum hava ferðast [...] dagliga, tó at vit ikki geva okkum far um hann. Hann skuldi vísa seg at geva ikki bert blaðstjóra og teknara men eisini fiskifrøðingum og fornfrøðingum nakað at hugsa um. -Eg helt eg skuldi bjóða blaðstjóra [...] tað, at vit koyra oftani um brúnna við Streymin uttan at geva okkum fær um tað lív, sum streymurin har hevur verið uppruni til og framvegis er tað. Hvør av okkum man hava hugsað um, at nettupp her búleikaðust
arvingarnar um at greiða frá hesum tilburði í einum brævi, men onki er enn komið, skrivar fráfarni stjórin í ársfrágreiðingini 2010. Tú fær ikki greitt svar í løtuni um, hvør hevur rætt. Tað veldst um, hvønn [...] vatnlitsmyndir eftir Sámal Joensen-Mikines, sum savnið hevur biðið um at fáa aftur frá arvinginunum. - Savnið hevur síðan 2005 fregnast um myndirnar, og arvingarnir váttaðu, at myndirnar vóru í Williams húsi [...] málningarnar. Meðan vit leitaðu, var greitt, at málningarnir eru horvnir, og eg veit ikki, hvar teir eru. Listasavnið hevur biðið um eina frágreiðing, og tað er bara kleyvarskapur, at tað ikki er fingið frá