Verkfallsfríar páskir

-Antin havi eg verið mismæltur ella havi eg ikki úttalað meg greitt nokk, og harvið verið misskiltur út frá samanahanginum, tá úttalilsi mítt í Degi og Viku fríggjadagin verður tulkað sum álop á almenn starvsfólk í Havn sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum ikki hevur tað so heilt gott við innslagnum í SvF í farnu viku.

-Tað eg segði ella meinti tá eg umrøddi málið um fólk og flutning, var, at tey, sum eru úti á bygd, eru verri fyri enn fólk í Havn. Fólk í høvuðsstaðnum kunnu ganga millum húsini, tey verða ikki rakt so meint í samband við sítt arbeiði, sum tey úti um landið, ið eru heft at skipa- ella bussflutningi. Hetta var tað eg sipaði til og var ætlan mín á ongan hátt at niðurgera ella gera mun á dygdini á fólki í Havn og úti um landið.

Karsten Hansen, sipar her serliga til tað, sum er komið fram á eitt nú heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum ella limum í felagnum. -Orð míni í SvF verða løgd út sum, at eg skal hava traðkað á tey alment løntu, men tað veit ein og hvør, at eg ikki hava nakra orsøk til. Eg kann undirstrika, at hesi fólk gera eitt dygdargott arbeiði.

Karsten Hansen leggur aftrat, at hetta so avgjørt heldur ikki hevur verið adresserað til blokaduvaktirnar, tí tey gera tá nakað, sjálvt um man kann tosa um, hvussu skilagott tað er.

Karsten Hansen sigur, at tað er ein rættur at fara í verkfall, so er bara spurningurin, hvat er lógligt og ólógligt. Sjálvur heldur fíggjarmálaráðharrin, at arbeiðssteðgurin ella verkfallið hevur verið eksemplariskt, verður hugsað um, hvussu róliga tað hevur gingið fyri seg.

Men hvat fer nú at henda!

Tá Sosialurin tosaði við Karsten Hansen seinnapartin í gjár roknaði hann við og vónaði, at partarnir fóru at verða samankallaðir í gjár. -Um nakar heldur, at eg vil leingja verkfallið, tí at tað loysir seg, so er tað burturvið. Tað loysir seg ongantíð at verða ósamdir.

-Men roynir tú veruliga at gera alt tú kanst fyri at fáa loyst hesa trætuna ella vil tú ikki hava hana at standa við um páskini?

-Vildi eg, at hon helt fram, so gekk eg ikki í Havn, men var framvegis verandi í Klaksvík. Karsten Hansen heldur ikki tað er altavgerandi at byrja samráðingarnar aftur út frá semingsuppskotinum, og hann útilokar ikki at byrja út frá øðrum støði so ella so.

Sjálvur heldur hann, at arbeiðssteðgurin er av fyri páskir. -Nú vita partarnir betur, hvat teir hava hvør annan, og eg haldi hetta átti at havt við sær, at vit seta okkum aftur við samráðingarborðið og finna eina semju.

Karsten Hansen leggur stóran dent á, at tað fæst ein avtala yvir tvey ár. Hann útilokar ikki, at tað ber til at ganga Starvsmanna-felagnum og hinum feløgunum á møti onkursvegna, um hetta ber í sær eina tvey ára avtalu. Hvar og um hetta liggur millum semingsupp-skotið og Føroya Tele-avtaluna vil hann ikki siga.