Fongur fyri føroyskar listabrúkarar

Livandi blandið av fakligum innliti og spontanum eldhuga ger nýggju listabókina hjá Inger Smærup Sørensen til ein sannan fong hjá øllum við áhuga fyri føroyskari nútíðarlist


Fríggjadagin kom nýggja listabókin Livandi list eftir Inger Smærup Sørensen, listfrøðing, í bókabúðirnar. Bókin er í nógvar mátar ein fongur fyri listaáhugaðar føroyingar og onnur, ið hava saknað eitt yvirlit yvir og innleiðslu í føroyska nútíðarlist. Júst nútíðar listaheimurin kann nevniliga tykjast rættiliga fløktur at fáa greiðu á, tí har hendir allatíðina okkurt nýtt, og tí tey mongu listafólkini leita í so nógvar ymsar ættir.

Hesin ymiskleikin er eisini útgangsstøðið hjá Inger S. Sørensen, og verður bókin tí í sær sjálvum ein afturvísing av vanliga páhaldinum um, at føroysk list er einsháttað og siðbundin. Í staðin borðreiðir listfrøðingurin við einum fyllishorni, sum stendur til at bresta av listarligum lívi og litum, sum folda seg út beint fyri nøsini á okkum - um vit tíma at hyggja. 



Listin kjakast

Innihaldsliga er bókin skipað soleiðis, at hvørt av teimum 49 listafólkunum hevur fingið eina síðu við teksti og tríggjar við myndum av verkum. Hóast bókin í so máta ikki tykist gera mun á fólki, merkir tað ikki, at Inger Smærup Sørensen meinar, at list er demokratiskt. Tvørturímóti aftrar hon seg tíbetur ikki við at vísa á, at tað eru úrmælingar, sum skapa listina.

Tá tað er sagt, sparir listfrøðingurin lesararn fyri skrásikrar dómar, ið lítið annað lata eftir seg enn eitt afturlatið listaverk. Heldur letur hon verkini kjakast við viðkomandi listarlig rák og ástøði á ein hátt, sum letur verkini upp í tráð við egnar treytir, sum ger teg klókari uttan mun til, um tær dámir verkið ella ikki. Við tætta samspælinum millum verk og ástøði, verður verkið samstundis ein nýggjur lykil til ástøðina. Ella við øðrum orðum: í hondunum á Inger Smærup Sørensen verður sjálvt ofta turra og troytta ástøðin líka sprelllivandi, sum livandi listin beint her og nú. Við nærverandi sitatum og tilsipingum verða listarlig kjak og ástøði flættað inn í tekstin, so tú áðrenn tú veit av kennir teg sum heima millum orð sum 'fini' og 'sample' og onnur gátufør heiti, sum knappliga gera tað munin lættari at seta orð á verk eftir til dømis Amariel Norðoy ella Hanna Bjartalíð.

Eitt bragd má tað eisini sigast at vera, at alt hetta hendir í einum frásøgustíli, sum næstan er gyklandi lættur uttan at fakligheitin nakrantíð verður við sviðið soð. Til tey, ið hava hug at dvølja eitt sindur meir við fakligu heitini, er ein orðalisti aftast í bókini, sum ongantíð dettur í felluna, har lesarin druknar í frøðiheitum. 



Eldhugaður serfrøðingur

Hóast bókin ongan iva letur vera um, at Inger Smærup Sørensen er serfrøðingur á sínum øki, er tað týðiligt, at hon ikki hevur gloymt at undrast yvir, stuttleika sær við og bara njóta listina. Hon aftrar seg ikki við at lata tað skína ígjøgnum, at onkuntíð er verkið líka við at gleppa henni av hondum í royndini at lýsa tað - nakað, sum eftir mínum tykki oftast bara ger lýsingina enn sterkari og listina enn meir livandi. Sum til dømis í lýsingini av Hanna Bjartalíð, har Inger S. Sørensen setur orð á, hvussu listamaðurin setur tað barnsliga, tað spontana og tað vaksna saman í sínum myndum:

" ... tað ótrúliga er, at tað verður hvørki annað ella hitt, tað verður ikki spontant, vaksið ella barnsligt. Tað verður til nakað heilt serstakt. Og Hanni Bjartalíð fær alt at tykjast so argandi lætt, men tað er øsandi torført, tí tað er ein heilt nýggjur máti at líta at heiminum ..."

Í slíkum løtum er tað ringt ikki at lata seg ávirkað av eldhuganum hjá høvundanum. Og hví ikki bara lata seg draga við?

Hevur tú bara eitt sindur av listarligum forvitni við tær, letur bókin Livandi List dyrnar upp til eitt sjálvtøkuborð, har tú kanst velja at eta teg proppmetta ella njóta leksiligu bitarnar í smáum og goyma nakrar til seinni. Bókini er nevniliga skipað soleiðis, at hon lætt kann brúkast sum uppslagsbók, har nøvnini á listafólkunum standa í bókstavarøð, og ongin tekstur er longri, enn at tú altíð hevur stundir at lesa hann.