Steypavinnari
Nógvir av áskoðarunum mundu vera heldur bilsnir, tá tað undan finaludystinum var greitt, at Jónleif Sólsker var partur av liðnum hjá Kyndli. Royndi spælskiparin hevur annars als ikki verið við á liðnum síðani jólasteðgin, og tað ljóðaði annars, at hann var givin á besta liðnum, men hann fekk so ein seinasta møguleika, sum hann tók av.
- Nú er liðugt. Eg var sum so givin longu undan hesum, men tá eg fekk møguleikan at vera við í finaludystinum, so tók eg av. Tað var ein kjansur, sum eg ikki vildi lata fara.
Eitt er ein steypafinala. Men hvat um Kyndil skal spæla ein avgerandi dyst í FM-stríðnum um tveir mánaðir. Kundi tú so eisini hugsað tær at rætt eina hjálpandi hond?
- Nei. Nú er liðugt. Og so kann eg leggja afturat, at megna teir at koma í eina støðu, har talan verður um avgerandi dyst um tveir mánaðir, so klára teir nokk eisini at spæla tann dystin uttan meg.
Nú hann gevst á besta Kyndils-liðnum er einki at ivast í, at Jónleif framyvir fer at fáa nakað betri stundir til familjuna, men hóast hetta, so ætlar hann sær ikki heilt at gevast við hondbóltinum.
- Vit hava jú eisini aðru deild, og har rokni eg við, at eg fara at spæla framyvir. Har venja vit bara einar tvær ferðir um vikuna og spæla dyst, so tað man nokk fara at ganga.
Einasti spurningurin í so máta man helst vera, hvar Jónleif fer at spæla á næst besta liðnum. Í steypafinaluni slapp hann í øllum førum eisini at royna seg sum strikuspælari eitt lítið skifti, men hetta roknaði hann tó ikki við, skuldi vera nakað varandi stað.
- Wislander hevur altíð verið mín stóra fyrimynd, og hann endaði so strikuspælari, eftir at hann annars var spælskipari, so hvør veit. Neit tað verður nokk ikki har, at tit koma at síggja meg. Eg havi bara ætlanir um at halda fram sum miðspælari, sigur hann flennandi at enda.