Tað skapti mikið rok, tá tað í vikuni kom fram, at Bogi Andreasen er ein teirra, sum leigur út bústað til fólk frá Sea Shepherd, nú tey hava stórt átak móti føroyska grindadrápinum.
Av fleiri verða hesi umhvørvisfólk skírd fyri terroristar, men hóast tey skuldu funnið upp á at framt atsóknir, so er framvegis ikki ólógligt at leiga út til hesi.
- Tú kanst bara dømast sum samsekur, um tú í hesum førinum við vissu veit, at talan er um fólk, sum vilja fremja ólógligar atgerðir. Tað skal vera ”med råd og dåd” sum tað eitur í lógini, og eingin kann vita, um Sea Shepherd fólkini veruliga ætla at fremja grov lógarbrot. Tí er einki juridiskt forgjørt í at leiga út til fólk frá eitt nú Sea Shepherd, sigur Jógvan Páll Lassen.
Hann sigur víðari, at tá felagsskapir av hesum slag vitja, so kann tað skapa nøkur dilemma. Og at hann eisini hevur merkt hesi sjálvur.
- Eg eri ein av átta sakførarum, sum eru útnevndir sum verjuadvokatar. Tað vil siga, at verður tað heitt á meg, so havi eg skyldu at virka sum verji, nærum líkamikið, hvat fólk hava gjørt.
Lesið eisini: Býráðslimur í Havn leigar Sea Shepherd hús
- Tá Sea Shepherd vitjaði seinast, fekk eg bræv, har eg varð spurdur, um eg kundi virka sum teirra sakførari. Eg svaraði teimum, at á ongan hátt tók undir við teirra virksemi. At eg tvørtur ímóti aktivt tók lut í grindadrápi, um eg hevði møguleika til tess. Og at hetta vóru fortreytir, sum eg vildi gera teimum púrasta greitt, áðrenn eg gjørdi nakað arbeiði fyri tey.
- Teirra svar var, at tað var í lagi. Tey bóðu meg kanna nøkur viðurskifti – millum annað um Paul Watson varð handtikin, um hann kom til Føroya, og eg kundi svara teimum, at tað varð hann ikki. Tey takkaðu fyri, og tað var tað, sigur Jógvan Páll Lassen, sum vísir á, at tað ræður um at virða samfelagsreglurnar, sum vit hava.
- Vit hava eitt rættarsamfelag og eitt demokratiskt samfelag. Tað inniber eina ávísa rættartrygd, og hesa eiga vit at virða. Eisini um vit eru ósamd í tí, sum Sea Shepherd stendur fyri, sigur Jógvan Páll Lassen.










