Torført at samanbera óljóð frá havnaløgum

Men kemur ljóðið upp á 30 desibell, hoyrist tað væl

Tað er torført at greiða frá, hvussu markvirðini í nýggju kunngerðini um óljóð frá skipum kunnu upplivast, og tað er torført at samanbera tað við onnur ljóð.

Tað sigur Jóhannes Steingrund, stjóri í Steingrund Akustik, sum hevur veitt ráðgeving í sambandi við nýggju kunngerðina um óljóð frá skipum við bryggju.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur sent út kunngerð um óljóð frá skipum við bryggju til hoyringar, og í kunngerðini verður ásett markvirðið fyri "lágfrekventum" óljóði frá skipunum.

Markvirðini fyri lágfrekvent óljóð verða ásett í desibell, og tað er ikki bara sum at siga tað at greiða frá hesum virðinum og óljóðinum fyri tey, ið ikki eru von við at hoyra tað.

– Tað er ringt at seta orð á tað. Hatta er ein djúpur frekvensur frá 10 Hz til 160 Hz.

– Í rundum tølum, kann mann siga, at um talið til dømis var 10 desibell, so eru tað tey allarfægstu, sum hoyra tað. Tá tað so kemur upp á 20 desibell, eru tað tey flestu, ið siga, at tey hoyra okkurt. Kemur ljóðið upp á 30 desibell, er tað týðiligt, at øll hoyra tað, sigur Jóhannes Steingrund og ger greitt, at talan er um eitt brumm.

Í uppskotinum stendur, at markvirðið fyri óljóð mátað innandura í bústaðarbygningum, bústovnum og sjúkrahúsum verða 32 desibell millum kl. 7. á morgni til klokkan 23. um kvøldið, og 27 desibell millum kl. 23. um kvøldið og kl. 7. um morgunin.

1. januar 2023 broytast tey markvirðini til ávíkavist 28 desibell og 23 desibell, og 1. januar 2025 verða tey 25 desibell og 20 desibell.

– Ljóðið er eisini ymiskt, um tónin ella brummið er kraftigast við 40-60 Hz, ella um tað er kraftigast við 125 og 160 Hz. Tað ljóðar hvør sítt, sigur Jóhannes Steingrund.

Tað er eisini ymiskt, hvussu fólk uppfata sama frekvens. Summi hoyra betri ein frekvens, meðan onnur hoyra betri ein annan.

– Ert tú vanur við at hoyra hatta ljóðið, hatta brummið frá skipum, so kanst tú siga, at tað ljóðar sum eitt skip, sum liggur við bryggju. Men tað er tað, sum vit skulu lýsa.

– Eg havi ikki nakað líknandi óljóð, sum eg kann nevna, sum øll fólk kenna.