Hann vísir ákærunum aftur.
- Tað er bara kleyvarskapur, at eg framvegis ikki hava sent Listasavninum eina nærri frágreiðing. Eg kenni tað hinvegin sum, at eg eri skuldsettur fyri at stjala, og tað er púra burturvið.
Tað sigur Zacharias Heinesen, listamaður, sum harmast, og er samstundis ovfarin, um eitt brot í ársfrágreiðingina hjá Listasavni Føroya. Har skrivar Helgi Fossádal, fráfarni stjórin, at í búnum eftir William Heinesen vóru tríggjar vatnlitsmyndir eftir Sámal Joensen-Mikines, sum savnið hevur biðið um at fáa aftur frá arvinginunum.
- Savnið hevur síðan 2005 fregnast um myndirnar, og arvingarnir váttaðu, at myndirnar vóru í Williams húsi. Tó at hetta var lovað okkum, hendi einki víðari í málinum. Í ár vendi savnið sær einaferð enn til arvingarnar fyri at fáa tær tríggjar myndirnar heim, men tá vóru boðini frá arvingunum, at myndirnar vóru horvnar! Savnið bað arvingarnar um at greiða frá hesum tilburði í einum brævi, men onki er enn komið, skrivar fráfarni stjórin í ársfrágreiðingini 2010.
Tú fær ikki greitt svar í løtuni um, hvør hevur rætt. Tað veldst um, hvønn tú spyr.
Skrásettu listaverkini
Tá Helgi Fossádal tók við sum stjóri á Listasavni Føroya í 2003, fór hann undir at skráseta listaverk við talgildari skipan. Niðurstøðan var, at 80 málningar vóru horvnir. Savnið hevur fingið nakrar av málningunum aftur seinastu árini – men ikki vatnlitsmyndirnar eftir Sámal Joensen-Mikines.
Zacharias Heinesen sigur, at málningar hava verið á goymslu, men onkur er eftir øllum at døma farin avstað við málningunum.
- Eg havi boðað Listasavninum frá fyrr, at vit mettu okkum hava málningarnar. Meðan vit leitaðu, var greitt, at málningarnir eru horvnir, og eg veit ikki, hvar teir eru. Listasavnið hevur biðið um eina frágreiðing, og tað er bara kleyvarskapur, at tað ikki er fingið frá hondini. Eg havi verið upptikin og gloymt tað. Tað er hinvegin ikki nøkur orsøk til at skuldseta meg fyri at stjala. Eg havi ikki stolið nakað, sigur Zacharias Heinesen. Hann fer nú at tosa við nevndina í Listasavninum um málið.
Sosialurin ringdi til Helga Fossádal bæði fríggjadagin og í dag, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið viðmerkingar frá honum.









