Lívið sum fótbóltsspælari kann vera skiftandi, og landslagið kann skjótt broytast. Arbeiðsplássið hjá einum yrkisleikara kann meira enn so verða skift út, og lagnan er oftast langt frá trygg.
Ein av teimum, sum hevur sannað hetta, er Nocko Jokovic. Hann spælir fyri tíðina við Havnar Bóltfelag, og saman við liðfeløgunum roynir hann at tryggja felagnum føroyameistaraheitið.
Nocko spælir í dag við einum føroyskum felag, men so seint sum fyrr í ár spældi hann í teirri bestu donsku deildini, eins og hann hevur roynt seg í teirri bestu skotsku deildini.
Nú er hann so endaður í Føroyum. Hóast hann ikki heilt vil avvísa ein longri steðg, so røkka ambitiónirnar út um føroysku landoddarnar.
Úr Jugoslavia
Foreldrini hjá Nocko Jokovic eru úr Jugoslavia, men hann sjálvur er føddur og hevur altíð búð í Danmark. Bæði hann sjálvur og foreldur hansara búgva í Silkeborg í Jútlandi. Hann heldur sjálvsagt ikki til í Silkeborg, tá hann er í fótbóltsørindum aðrastaðni.
Longu í sínum fyrsta ári sum tannáringur legði hann leiðina til AGF og Århus. AGF er víðagitið fótbóltsfelag í Danmark, og teir dugdu væl at síggja, hvør dugur var í tí tá unga Nocko Jokovic. Seks ár seinni royndi hann seg fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá felagnum í Superligaini.
Í 1996 gekk leiðin aftur á kendar gøtur, tá hann skifti felag til Silkeborg, ið tørvaði ein góðan áleypara sum Nocko. Tað var kanska í Silkeborg, at hann hevði sína bestu tíð sum fótbóltsspælari. Gamli danski landsliðsvenjarin Sepp Piontek, sum var venjari hjá Silkeborg, dugdi at fáa tað besta frá Nocko. Eisini spældi hann í hálvt triðja ár saman við vágbinginum Jan Allan Múller, sum hann kennir rættiliga væl.
Í februar mánaði skifti hann aftur til AGF. Hesaferð gjørdist steðgurin ikki so drúgvur ? tvey ár. Eftir næsti steðgin í AGF spældi hann í tríggjar mánaðir í Livingstone. Nocko og Livingstone samdust um ein trý ára sáttmála. Báðir partar høvdu tó ein møguleika (optión) eftir tríggjar mánaðir, har partarnir kundu siga sáttmálan upp. Eina viku áðrenn, at teir tríggir mánaðirnir vóru runnir, so fór stóra sjónvarpsfelagið í Bretlandi ITV á húsagang, og hetta rakar øll fótbóltsfelag meint, tí inntøkurnar frá sjónvarpsrættindunum hvørva at kalla.
- Hetta gjørdi, at felagið (Livingstone, blðm.) bjóðaði mær eitt heilt annað tilboð enn tað, ið vit í fyrstu atløgu vóru samdir um. Eg valdi at siga nei til tilboðið, tí lønin var munandi minni enn hana, vit upprunaliga høvdu avtalað. Eg skilti kanska ikki heilt, hvat tað var, sum hendi, og eg roknaði ikki við, at tað fór at spreiða seg til onnur lond eisini, so eg valdi at royna okkurt annað stað, men tað skuldi so vísa seg, at sjónvarpsfeløgini vóru komin illa fyri í so at siga øllum londum, og tískil gjørdist tað ógvuliga trupult at finna eitt felag. Mann kann siga, at tað er eitt sindur spell, at húsagangurin ikki kom eina viku seinni, tí so hevði eg spælt har fyri tað upprunaligu lønina, sigur Nocko Jokovic.
Í dag sigur hann seg ikki iðra seg um, at hann ikki valdi at skriva sáttmála við skotska felagið, hóast føroysk feløg ikki kunnu fylgja við teimum í Bretlandi, tá tað viðvíkur lønum.
- Eg tók ein kjans, og tað gekk ikki sum ætlað, men eg siti ikki og angri nakað, sigur hann.
Við til søguna hoyrir eisini, at seinast í august er tann sokallaða "transfer deadline". Eftir 31. august ber ikki til at skifta feløg í Evropa til eftir nýggjár, soleiðis at teir leikarar uttan sáttmála mugu spæla saman við áhugaleikarum, um teir einki felag hava áðrenn.
Hetta sama gjørdi eisini, at tað gekk ógvuliga skjótt hjá Nocko við at koma til Føroya og gera sáttmála. Tað gingu tveir dagar frá tí, at hann fyrstu ferð varð kontaktaður av HB, til hann var í Føroyum fyri at royna seg.
Síðsti møguleiki?
Kann mann so siga, at hetta í Føroyum var tín síðsti møguleiki?
- Eg veit ikki rættiliga, tí eg arbeiddi heilt til tað síðsta. Tað vóru eisini samráðingar við felag uttanfyri Danmark, sum duttu niðurfyri til síðst.
- Tað, sum eg ynskti sjálvur, var at finna eitt í øllum førum miðalgott lið í Evropa til rímiligar pengar, soleiðis at eg kundi fáa nakað burturúr tí fíggjarliga eisini. Hetta skuldi so ikki vísa seg at vera møguligt av fleiri orsøkum.
- Høvuðsorsøkin er, at feløg í Evropa hava sera stórar fíggjarligar trupulleikar í løtuni. Bara í Skotlandi, tá ITV fór á húsagang, vóru tað 600 spælarar í Bretlandi, sum fingu sekkin. Tað merkir so, at tað eru 600 góðir spælarar, sum gjørdust arbeiðsleysir.
- Tað endaði so við Føroyum, tí eg kundi síggja, at nakrar dagar áðrenn evstamark hevði eg einki felag funnið, og eg kundi velja ímillum at koma til Føroya at spæla ella ikki gera nakað.
Á tann hátt var tað síðsti møguleiki, sigur Nocko Jokovic.
Hann kendi ikki tað stóra til Føroyar og føroyskan fótbólt. Frá Jan Allan og øðrum hevði hann fingið at vita eitt sindur, og hann visti, at støðið ikki var so høgt. Men tað má ein rokna við, sigur Nocko.
Áhugin í Føroyum kom óvart á Nocko, men hann dugir eisini at síggja, at fyri eitt føroyskt felag, so er hann ein ógvuliga áhugaverdur leikari.
Tað er væl ikki eitt framstig fyri teg, nú at vera endaður í Føroyum?
- Nei, so avgjørt ikki. Eg verði noyddur at síggja tað positiva í hesum. Eg eri júst vorðin 29 ár, og tað er upp á ein máta tann besti aldurin. So eg vil ikki gera nakra neyðsemju við meg sjálvan og siga, at nú er tað liðugt. So leingi tað er okkurt, so er tað vón fyri stavn.
Sjálvandi fari niður á eitt lægri støði, men eg haldi ikki, at tað fer at ávirka tað stóra, um tað bert er í nakrir mánaðir sum hesum førinum. Var talan um fleiri ár, so vildi mítt støði eisini lækkað, greiðir Nocko frá.
Vil tað so siga, at tú ikki ynskir at halda fram í Føroyum?
- Eg havi tað framvegis soleiðis, at marknaðurin letur upp í desember-januar, og tá satsi eg upp á at finna mær eitt útlendskt felag.
- Eg vil tó ikki avvísa nakað, tí tað kann lættliga miseydnast aftur hesaferð. Eg vóni, at tá marknaðurin aftur letur upp, so eru feløgini og lønirnar aftur komnir á eina góða legu, sigur Nocko Jokovic.
Amatørar
Hóast talan er um Føroya størsta fótbóltsfelag, sum hann spælir fyri, so merkir hann væl, at talan er um amatørar.
- Eg merki væl, at talan er um eitt øðrvísi lyndi í Føroyum enn aðrastaðni, har eg havi verið. Tá tað er sagt, so hava teir persónar, sum eg havi havt við at gjørt í sambandi við fótbóltin, virka rættiliga professjónellir. Tað er ikki bara soleiðis, at ein kann koma til Føroya og halda, at talan er um fólk, sum ikki vita, hvat tey gera.
Eftir føroyskum mátistokki er HB eitt ógvuliga stórt felag og virkar rættiliga professjónelt. Skal eg samanbera við tey støð, har eg havi verið, so er tað klárt, at støðið er nógv lægri. Soleiðis er tað bara í einum lítlum samfelag. Tingini henda bara eitt sindur seinni í Føroyum - og kanska serliga í fótbóltinum, sigur Nocko Jokovic.
Tosar ikki við BT
Sum fótbóltsspælari á hægsta stigi, fæst ein nógv við fjølmiðlar. Sjálvur hevur Nocko verið nógv frammi í donsku fjølmiðlunum millum ár og dag, men eisini tann partin av lívinum hevur hann vant seg við.
- Sum ungur spælari, tá tú byrjar at koma fram í fjølmiðlunum, so skalt tú ansa eftir, hvat tú sigur, men tað lærir tú eisini við tíðini.
Tað kunnu vera nakrir ógrundaðir journalistar, sum skriva um teg og endurgeva teg skeivt. Við tíðini lærir tú at fáast við fjølmiðlafólk, soleiðis at tú velur, hvørji fólk tú tosar við, og hvat tú vilt tosa um. Tað er týdningarmikið, at tú sjálvur setir tíni mørk, um tú kennir teg órættvíst viðfarnan, sigur Nocko.
- Tað er ein stórur partur av arbeiðinum at fáast við fjølmiðlar. Sum alment kendur persónur, og tað er tú sum fótbóltsspælari í Danmark, tí stórt sæð øll vita, hvør ein er, sigur Nocko.
Er tað so onkur fjølmiðil, ið tú ikki tosar við?
- Ja, eg tosi ikki við BT. Tað var nýliga, tá eg júst var komin til Føroya, tá gjørdi eg BT greitt, at eg ikki vil tosa við blaðið longur.
Einaferð verður tað nóg mikið. Líkamikið hvat er hent og ikki hent sum frá er liðið. Eina heksajagstran tað tímir tú ikki at finna teg í. Serliga tá víst verður til ting, sum ikki eru sonn. Tá tímir tú bara ikki longur, sigur Nocko.
- Tá eg kenni, at fólk lúgva fyri mær og skriva ósannindi ferð eftir ferð, og nøkur ting verða tikin fram, sum eg haldi eru ótíðarhóskandi og farin, har seti eg markið. Tað er hetta, ið eg havi sagt við BT. Tað kunnu tey so nýta ella ei. Eg havi so einki meira at siga við tey, sigur Nocko.
- Tað er ikki nakað eg geri av egnum fríum vilja. Eg havi ongantíð havt tað soleiðis, at eg meti tað vera neyðugt at vera góður vinur við fjølmiðlarnar ? als ikki. Eg eri eisini kendur í Danmark fyri at vera ein persónur við egnum hugsanum, sum sigur, hvat hann meinar. Hóast hetta kanska gevur meira rís enn rós viðhvørt, sigur Nocko.
Síðani Nocko boðaði BT frá hesum, so hevur blaðið ikki ringt til hansara, so roknast má við, at blaðið virðar hansara avgerð.
- Í øðrum samanhangum kann mann nýta fjølmiðlarnar til at fremja seg sjálvan. Eg kenni tað ikki soleiðis sjálvur, at eg havi gagnnýtt fjølmiðlarnar fyri egnan vinning. Tað hava altíð verið miðlarnir, sum hava viljað tosað við meg um hetta ella hatta, sigur Nocko.
Ein óskrivað lóg innan fótbóltin er kanska, at tú skalt halda teg góðan vinir við fjølmiðlarnar, tá hugsað verður um sponsorar og annað, greiðir Nocko frá. Sjálvur hevur hann tó ongantíð lagt seg eftir hesum.
Trívist
- Vit taka tað sum eitt upplivilsi, sigur Nocko, tá spurt verður, hvussu tað er at koma til Føroya. Við sær til Føroya hevur hann konu sína og seytjan mánaðir gomlu dóttir sína. Fyrrapartar ansar hann eftir dótturini, meðan konan er til arbeiðis. Tey lata øll væl at øllum í Føroyum. Fólkini eru fitt og vinarlig, veðrið hevur verið til vildar og alt hevur riggað, sum tað skal.
- Tíðin í Føroyum hevur verið positiv, og so er her eisini so sera vakurt. Uttan iva er hetta eitt fantastiskt stað hjá børnum at vaksa upp, sigur Nocko.
At fólk eru hjálpsom í Føroyum hava hann og familjan sannað. Eyðsæð er, at munur er á at vera í Føroyum og í Silkeborg.
- Tað er ógvuliga lætt at fella inn í Føroyum, fyrst og fremst tí øll duga danskt. Øll eru hjálpsom. Eitt nú hevur ein granni hjá okkum latið okkum nýtt hennara frystiboks, tí vit onga hava í okkara íbúð. Hetta sigur bara um føroyingar, at tað er einki hóvasták, sigur Nocko.
- Í allar mátar virka føroyingar lagaligur, leggur hann afturat.
Nocko hevur við sínum drúgvu royndum vant seg við lívsstílin sum fótbóltsspælari, og tað, sum hartil hoyrir ? eisini sum familjumaður.
Spyr ikki
Hvørja uppfatan heldur tú, at fólk hava av tær í Føroyum. Hevur tú lagt til merkis, at fólk vænta nakað av tær í Føroyum?
- Tað kann eg gott merkja. Sjálvandi rokna fólk við, at eg kann vera við til at tryggja meistaraheitið. Eg eri heldur ikki í toppformi í løtuni, men eg havi spælt undir nógv størri trýsti enn her, so hetta burdi eg klárað, sigur Nocko.
- Nú kann eg ikki lesa føroysk bløð, tí eg dugi ikki málið. Og mann kann siga, at eg spyrji heldur ikki um nakað, um eg síggi meg sjálvan í bløðunum. Minni eg veit, lættari verður tað fyri meg, sigur Nocko.
Hann fjalir ikki útyvir, at hann helst vil fara til eitt annað land at spæla fótbólt, men avvísir ikki heilt, at steðgurin í Føroyum kann gerast til meira enn bert nakrar mánaðir.
·??????????
FAKTA
Navn: Nocko Jokovic
Aldur: 29 ár
Yrki: Fótbóltsspælari
Feløg: AGF (1986-96), Silkeborg (1996-2000), AGF(2000-2002), Livingstone (3 mánaðir í 2002), HB(2002-
Í Føroyum: Síðani august og fyribils sáttmála restina av kappingarárinum










