loysingin veruleiki, hóast Skaale eisini her hevur boðað frá, at tað verður av ongum, tí ongin loysingarmeiriluti finst á Føroya løgtingi – so skilagóður og realistiskur er harra Skaale, men formaðurin Tjóðveldsins [...] Føroyum eina grundlóg, og um føroyingar ynskja at taka loysingina, so vátta, at føroyski fólkaviljin verður fylgdur. Hetta er ússaligt og undirbrotligt út um alt mark, og umboðar eitt himmalrópandi uppgávulyndi [...] Men fullveldisfløgan er farin aftur at mala við fullari megi, sum um hetta skuldi verða ein stór nýggjheit hesaferð. Hóast hetta 100 ára heimsmet í loysingarsnakki, so verður lagt á aftur av nýggjum.
Kaldi veruleikin er tann, at er tað handilsliga og tað fíggjarliga ikki komið upp á pláss, so kanst tú bíða leingi eftir tí mentanarliga. Hóast føroyski bókamarknaðurin í sær sjálvum ikki er væl lýstur á hesum [...] upp í 15 mill. kr. eftir trimum árum, tá mundu vit verið etin. Játtanin er í dag, 10 ár seinni, komin upp á 4.5 mill. kr. So her er ómetaliga langt eftir á mál. Tá ið vit fyri fimm árum síðan fingu eina [...] Pisaáliti. Vit hava ongan mentanarpolitikk, sum er verdur at reypa av, men landið er fult av mentanarligum slítarum, sum vit øll kunnu vera erpin av. Tað er støðan. Nærlesur tú umhvørvið, so kanst tú altíð
at leggja mál fram. Tað er gleðiligt, at hugburðurin millum flokkarnar síðan er broyttur so nógv, at vit nú hava fingið Marknaðarføringslóg og Brúkaraumboðsmann. Næsta stigið er at fáa lógina um Brúkar [...] sett verður á stovn brúkarakærunevnd”. Men lógaruppskotið er jú klárt. Tað verður við hesum aftur lagt fram fyri almenningin, og landsstýrismaðurin er vælkomin at taka tað og leggja tað fram í komandi tingsetu [...] ikki viðgera kærur frá brúkarum um ítøkilig mál, har ein brúkari kennir seg snýttan. Veruleikin er, at føroyski brúkarin hevur ongan myndugleika at kæra til um handilskeyp – annað enn at fara í rættin. Og
Skráin fyri EM-undankappingina hjá føroyska U-19 landsliðnum í kvinnufótbólti er nú løgd. Føroyar komu her í bólki við Onglandi, Skotlandi og Kroatia, og einki er at ivast í, at talan verður um sera trupla [...] trupla uppgávu. Føroyski venjarin, Álvur Hansen, er tó farin undir uppgávuna við góðum treysti, og hann hevur nú úttikið bruttohópin til ferðina. Í hesum eru Rannvá Poulsen, Simona Heinesen og Vilhelmina
guðstænastur eru tvær ferðir um mánaðin í Hans Egede kirkju á Vardegade 14, og jólaguðstænastan er eisini her. Eitt kór samansett til dagin fer at syngja eina útseting av Tað sótu seyðamenn á vakt, sum organistur [...] komin til gudstænastu síðani 50’ini minnast einki annað, enn at DR1 hevur varpað hana út, sigur føroyski presturin í Keypmannahavn. Í ár hevur leiðslan í DR so boða frá, at tey hava valt, ikki at senda [...] úr hondum. - Øll eru hjartaliga vælkomin til guðstænastuna og drekkamunnin aftaná, har høvi eisini er at fáa eitt hugnaligt prát, sigur Borgny Brünings-Hansen, føroyskur prestur í Keypmannahavn.
væl fyri, skrivliga og munnliga, at vera við í kjakinum, sum t.d. hann er. Hetta er ikki so einfalt ogher er onki antin/ella men alt er bæði/og, um gjøgnumbrot skulu fremjast. Ofta havi eg hugsað, tá ávísir [...] spælipáss. Her er eftir hansara metan ikki gróðrarbotnur fyri víðskygni í kjakmentan. Í bókini, “Karriereledelse – vejen til et bedre liv” skrivað av tveimum dønum, (lat meg beinanvegin siga, at hetta er ikki [...] Víðfevnda tøgnmentanin Spurningurin er tí, gav mentanarfólkið í Føroyum Victori Danielsen nóg dyggan ans, og lærumeistara hansara Jákupi Dahl. Og spurningurin er eisini: “Hvussu stóran ans høvdu Hanus
búskap og tryggja vælferðina. Sjálvgleðin er skaðilig So slogani um, at føroyski búskapurin eru væl fyri, er beinleiðis skeivt og virkar heldur sum sovikoddi og er við til at taka drivið burtur frá aktørunum [...] samgonguskjølum – so er veruleikin og útgangsstøðið sera langt frá idealmálinum og dreyminum. Hugtakið ”ein sjálvberandi búskapur” er tí alt meira eitt abstrakt og veruleikafjart hugtak, sum er meira politiskt [...] 2003-2008, meðan stórur vøkstur er í innflutningsvirðinum (undantikið 2004). Eisini er eitt árligt hall frá tænastum uppá umleið 500 mió.kr. sama tíðarskeið. Hetta merkir, at talan er um eitt hall á vøru- og
gjørdu bretar eina umfatandi tilbúgvingarætlan til ein støðu, sum hesa, tí tað er týðiligt, at tað er hendan ætlanin, sum nú er sett í verk. Samstarvið millum tær ymsu bjargingardeildirnar gongur væl, og [...] Undirgrundarjarnbreytin í London er jú eitt upplagt yvirgangsmál. Stóran part av degnum er hon stúgstappað við fólki, sum lítlan og ongan møguleika hava, at sleppa burtur. Samstundis er hetta, sum sagt eitt fe [...] ógvusligu bumbuatsóknina í miðbýnum í enska høvuðsstaðnum í gjár. Føroyski sendimaðurin í London, John Rajani, fylgir neyvt við gongdini, men enn er onki frætt um føroyingar, sum eru saknaðir ella hava fingið
ríkisborgari er deyður ella hevur fingið løstir í yvirgangsálopinum í Nice. Tað merkir eisini, at eingin føroyingur er særdur ella deyður í yvirgangsálopinum. Tað upplýsir Sigmundur Isfeld, føroyski sendiharrin [...] at tað enn er tíðliga, so kunnu vit siga, at eingin føroyingur er deyður ella særdur í álopinum. Vit samstarva við danska Uttanríkisráðið, ið hevur upplýst, at eingin danskur statsborgari er deyður ella [...] løstaður í álopinum. Sendiharrin upplýsir, at tað eru starvsfólk hjá donsku sendistovuni í Paris, ið er í samband við franskar myndugleikar, løgregluna og sjúkrahús. Frá teimum fáa tey upplýst tjóðskapin
mun til aldur, inntøku ella førleika. Uppskotsstillarin heldur, at føroyski bústaðarmarknaðurin er fastlæstur. Tað vanligasta í Føroyum er framvegis at ogna sær eitt grundstykki og byggja eini stór sethús [...] í Trivnaðarnevndini ásannar, at íbúðarmynstrið í Føroyum ikki er nøktandi, metir nevndin, at ætlanir um alternativar íbúðarmøguleikar er eitt ógvuliga fevnandi politiskt tiltak, og at fyrireikingarnar [...] tí sjálvur, sigur Heðin Mortensen. Aftur í trýssini Eingin kanning er gjørd, men vit vita, at tørvurin á alternativum íbúðarmøguleikum er ovurhonds stórur. Og verður einki gjørt fyri at útvega fleiri bústaðir