Men fullveldisfløgan er farin aftur at mala við fullari megi, sum um hetta skuldi verða ein stór nýggjheit hesaferð. Hóast hetta 100 ára heimsmet í loysingarsnakki, so verður lagt á aftur av nýggjum. Og hesaferð verður við stórum stavum boðað frá, at í komandi valskeiði verður loysingin veruleiki, hóast Skaale eisini her hevur boðað frá, at tað verður av ongum, tí ongin loysingarmeiriluti finst á Føroya løgtingi – so skilagóður og realistiskur er harra Skaale, men formaðurin Tjóðveldsins, harra Hoydal, hann framtúrar, hóast henda nakna veruleika við loysingarherrópinum, sum ein annar smartur sølumaður – maðurin hevur ikki lisið komunikatión (í DK!!) til fánýtis!
Og tá ikki eydnast at fáa føroyingar at leypa a bláman við tjóðveldinum, so verða aðrar leiðir royndar – og hon gongur, trúgv tí ella ei, sambært tjóðveldinum, igjøgnum danskar ráðharrastovur. Nú skal tað verða við hjálp frá donsku stjórnini, fyrst og fremst við hjálp frá danska forsætisráðharranum Anders Fog Rasmussen, at loysingin skal gerast veruleiki!
Hetta er í sjálvum sær ein stór andsøgn og tragikomiskt! Tjóðveldisflokkurin sum var stovnaður fyri at kvetta øll bond við Danmørkina, og luttók ikki á donskum fólkatingsvali mongu fyrstu árini eftir stovnanina i 1948, hann biður nú danskt stjórnarvald hjálpa til at taka avgerðir í Føroyum, at tryggja Føroyum eina grundlóg, og um føroyingar ynskja at taka loysingina, so vátta, at føroyski fólkaviljin verður fylgdur. Hetta er ússaligt og undirbrotligt út um alt mark, og umboðar eitt himmalrópandi uppgávulyndi, sum býður øllum føroyingum ímóti, hetta at biðja danir um hjálp at seta tjóðveldi á stovn, har teir eru oddviti í hesum “bardaga” fyri frælsi tjóðarinnar – makan til oyragass skal leingi leitast eftir. Og lat for guds skyld ongan uttan fyri landoddarnar hoyra tykkum við hasum skvaldurtosinum – láturligari kann tað snøgt sagt ikki verða! Bóðu t.d. íslendingar danir um hjálp at loysa frá Danmark í 1944?
Hesin flokkurin góðtekur ikki føroyska avgerðarrættin, sum sjálvsagt liggur hjá føroyska fólkinum heima í Føroyum og bara har! Og als ikki á nakrari danskari ráðharrastovu. Allir aðrir flokkar á løgtingi skilja og virða henda rætt, men tjóðveldi má leita sær stuðul á sjálvum danatingi, og har selja seg fyri hægstbjóðandi, fyri at vinna føroyingum “tjóðarfrælsi” – at tit tora at taka hetta vakra orð uppá tunguna – tá øll vita, at Høgni og Co. best trívast við feitu donsku kjøtgrýturnar á Christiansborg undir liðini á Kupi Kleist og Lars Emil. Tað eru einir vinir Høgni hevur funnið sær á Borgini, umframt gomlu kommunistarnar – vanligi føroyingurin, sum hevur sæð filmin “Flýggjanin úr Grønlandi” vamlast og tekur frástøðu, men Høgni heldur væl til standa saman við grønlandsfeðgunum báðum – men gleðiligt, at tú stendur einsamallur hetta fólkatingsvalið teimum við lið!