Ongin útisetagudstænasta í DR

Fyri fyrstu ferð í nærum 80 ár fer DR ikki at varpað føroysku jólagudstænastuna út í ár. Tað hevur annars verið siður, at føroyska jólagudstænastan hevur havt sítt fasta pláss á skránni 2. jóladag á P1 hjá Danmarks Radio. Sambært Borgny Brünings-Hansen, føroyska prestinum í Keypmannahavn, bleiv føroyska jólagudstænastan fyrstu ferð varpað út úr Christiansborg Slotskirkju í 1938.

- Útisetar, sum eru komin til gudstænastu síðani 50’ini minnast einki annað, enn at DR1 hevur varpað hana út, sigur føroyski presturin í Keypmannahavn.

 

Í ár hevur leiðslan í DR so boða frá, at tey hava valt, ikki at senda grønlendskar og føroyskar gudstænastur, men heldur meiri journalistiskar sendingar.

- Hetta harmast vit sjálvandi um í Sankta Ólavs kirkjuliði, tí hetta var ein møguleiki hjá føroyingum í øllum Danmark og víða um lond at hoyra guðstænastu á móðurmálinum og hjá danskarum at fylgja við í einari føroyskari guðstænastu, sigur Borgny Brünings-Hansen.

 

Hon sissar tó kirkjuliðið og vissar tey um, at avgerðin hjá DR onga ávirkan hevur á gudstænastuna hjá føroyska kirkjuliðnum.

- Vit savnast sum vant 2. jóladag kl. 14.00 at hoyra jólaboðskapin og syngja jólasálmar, sigur hon.

 

Føroyskar guðstænastur eru tvær ferðir um mánaðin í Hans Egede kirkju á Vardegade 14, og jólaguðstænastan er eisini her. Eitt kór samansett til dagin fer at syngja eina útseting av Tað sótu seyðamenn á vakt, sum organistur hjá føroyska kirkjuliðnum hevur greitt úr hondum.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin til guðstænastuna og drekkamunnin aftaná, har høvi eisini er at fáa eitt hugnaligt prát, sigur Borgny Brünings-Hansen, føroyskur prestur í Keypmannahavn.