Ongar fráboðanir um skaddar føroyingur

Danska uttanríkisráðið boðaði fyrr í morgun frá, at eingin danskur ríkisborgari er deyður ella hevur fingið løstir í yvirgangsálopinum í Nice. Tað merkir eisini, at eingin føroyingur er særdur ella deyður í yvirgangsálopinum. Tað upplýsir Sigmundur Isfeld, føroyski sendiharrin í Keypmannahavn.


- Við tí fyrivarni, at tað enn er tíðliga, so kunnu vit siga, at eingin føroyingur er deyður ella særdur í álopinum. Vit samstarva við danska Uttanríkisráðið, ið hevur upplýst, at eingin danskur statsborgari er deyður ella løstaður í álopinum.


Sendiharrin upplýsir, at tað eru starvsfólk hjá donsku sendistovuni í Paris, ið er í samband við franskar myndugleikar, løgregluna og sjúkrahús. Frá teimum fáa tey upplýst tjóðskapin á teimum, ið eru deyð ella særd.


Føroyingar vóru annars mitt í rokanum í gjár. Í samrøðu við in.fo í nátt greiddi Tummas Pauli Juul hvussu hann, unnusta hansara Gunrid Hansen og teirra børn vóru saman við systir Tummas Paula og familju hennara stødd mitt í ruðuleikanum í Nice.


Til ber at lesa tí greinina her.