Ongin sjálvberandi búskapur!

Ein stuðulsborðin búskapur

Í hesi greinini verður lýst, hvussu nógv og skjótt føroyski búskapurin førkar seg frá at gerast ein sjálvberandi búskapur og hvussu heftur búskapurin í veruleikanum er at ríkisveitingini og váðatengdum inntøkum.

 

Føroyar hava altíð í nýggjari tíð verið ein búskapur borðin uppi av donskum stuðli – ein umfatandi stuðul til íløgur og rakstur, sum serliga seinastu 40 árini er latin við tí endamáli skjótt at menna føroyska samfelagið innan almanna og heilsuøkið, skúlaøkið, vegir og lendingar o.a.

 

Um so er, at hesin stuðul ikki varð latin føroyska samfelagnum kann einhvør ímynda sær, at ongi fólk vóru búgvandi her á klettunum. Føroyar eru sum samfelag og vinna í kapping við útlandi og hava td. føroyingar ikki somu møguleikar sum onnur í grannalondunum, so flyta teir. Tí hevur stuðulin frá Danmark havt avgerandi týdning fyri at búgva í landinum við einum vælferðarstøði á hædd við onnur.

 

Øll kunnu vit semjast um, at tað besta fyri Føroyar varð, um landið kundi ment seg vinnuliga til at klára seg sjálvt búskaparliga - uttan ríkisstuðul. Men hetta kann bara gerast við einari størri, sterkari, sunnari og kappingarførari útflutningsvinnu. Tað eru nógv greið tekin um, at føroysk vinna ikki megnar at kompensera eina minking í ríkisstuðulinum og ongi útlit eru fyri at hetta hendir komandi 20–30 árini.

 

Tær minkingar, sum gjørdar eru í ríkisstuðlinum eru gjørdar undir hákonjunkturum ella við stórum búskaparvøkstri frá td. fiskivinnuni og avsmittandi vøkstri frá útlandinum. Tá nú lágkonjunkturur kemur í búskapin vanta hesir peningar i, sum seinastu tíðina eru skornir av ríkisstuðlinum – tí hava vit m.a. eitt stórt hall á fíggjarlógini fyri 2009. Tað eru sostatt ongar bygnaðarligar og aðrar grundleggjandi broytingar gjørdar, sum málrættað virka fyri, at føroyski búskapurin varandi kann gerast sjálvberandi. Politiska arbeiði byggir á passivitet og ongar ítøkjuligar handlingar, sum stuðla uppundir málið at gerast búskaparliga sjálvberandi.

 

Langt frá sjálvberandi búskapi

Føroyki búskapurin hevur ongantið verið longri burtur frá at kunna bera seg sjálvan, sum seinastu 6 árini – íroknað 2008. Ella sagt við øðrum orðum, føroyski búskapurin er vorðin fullkomuliga heftur at árliga ríkisstuðlinum uppá 615 mió. kr. Harafturat koma útreiðslur til rakstur av ríkisstovnum uppá umleið 350 mió.kr. árliga.

 

So tá ávísir politiskir flokkar, eitt nú Fólkaflokkurin og Tjóðveldi, uppí saman nevna sjálvberandi búskap sum eitt aðalmál í teirra politisku stevnuskrá og eisini samgonguskjølum – so er veruleikin og útgangsstøðið sera langt frá idealmálinum og dreyminum. Hugtakið ”ein sjálvberandi búskapur” er tí alt meira eitt abstrakt og veruleikafjart hugtak, sum er meira politiskt og tjóðskaparligt kensluborið enn grundað á fakts.

 

Ein gjøgnumgongd av handilsjavnanum seinastu árini og higartil 2008 vísir eina greiða mynd av, hvønn veg tað ber og hvussu skjótt gongdin ber frá málinum um ein sjálvberandi búskap.

 

Tøl frá samhandlinum hjá Føroyum vísa heilt greitt, at tað er ein stór gjógv millum inn- og útflutning av vørum. Í td. 2006 varð virðið av innflutninginum av vørum og tænastum 6,059 mia. kr. og á útflutninginum 4.905 mia. kr. Sostatt varð hallið á vøru- og tænastujavnanum 1.154 mió.kr. í 2006, svarandi til heili 24% av tí samlaða útflutningsvirðinum. Henda støðan svarar nøkunlunda til støðuna í Grønlandi.

 

Hvat er ein sjálvberandi búskapur

Ein sjálvberandi búskapur er ein búskapur, sum varandi klárar seg sjálvan uttan ríkisstuðul ella peningagávur frá einum øðrum landi og sum uttan stuðul megnar at geva borgarunum eina vælferð á jøvnum føti við grannalondini.

Høvuðsfortreytirnar fyri einum sjálvberandi búskapi eru m.a.

Náttúrugivið tilfeingi og veðurlag

Landastødd, fólkagrundarlag (humane kapital) og búsetingarmynstur – meginøkið kontra útjaðari

Geografisk plasering og topografi

Tøkniligt støði

Innan- og uttanhýsis kommunikatiónsviðurskifti

Útbúgvingarstøði (grund-, millum- og hægri útbúgvingar)

Umstillingarevnir

Infraskipan

Samhandilsfelagskapir

Hóskandi lutfall millum almenna og privata sektorin.

 

Nakrar av fortreytunum eru til staðar í Føroyum, meðan nakrar ikki eru tað og verða tað ongantíð ella muga mennast frá grundini av. Somuleiðis vil tað taka nógv ár at skapa nakrar av fortreytunum. Eitt gott dømið uppá álvarsligar bygnaðartrupulleikar í sambandi við ein sjálvberandi búskap, er vantandi fólkavøksturin, skeiva aldurssamansetingin og skeiva útbúgvingarliga samansetingin av arbeiðsføra fólkinum (vit útflyta humane kapital ella fólk við kappingarførari útbúgving). Harafturat er nakað, sum bendir á, at almenni sektorurin fyllir alt meira í samlaða búskapinum.

 

Handilsjavnin

Seinastu árini hevur handilsjavnin víst fylgjandi árlig hall (bara vørur - innfl. cif og útfl. fob):

 

- hall 953 mió.kr. í 2003 (útfl. 3.912 mió.kr, og innfl.4.866 mió.kr.)

- hall 74 mió.kr. í 2004

- hall 904 mió.kr. í 2005

- hall 823 mió.kr. í 2006

- hall 1,277 mió.kr. í 2007 – metár

- hall 780 mió.kr., higartil sept. 2008.

 

Mynd - Vørur og tænastur - 2003-2006

 

Á myndini er løgd iin ein linja, sum vísir, hvussu nógv ríkisstuðulin uppá 615 mió.kr. árliga fulnar av hallinum á vøru- og tænastujavnanum – restin av hallinum verður fulnað við m.a. inntøkuflytingum. Spurningurin er so, hvussu leingi við kunnu roknað við, at inntøkuflytingnar fulna hallið, orsaka av búskapar- og fíggjarkreppuni, sum eisini fer at raka føroyska búskapin frá 2008.

 

Ongin vøkstur er í útflutningsvirðinum av vørum í tíðarskeiðnum 2003-2008, meðan stórur vøkstur er í innflutningsvirðinum (undantikið 2004). Eisini er eitt árligt hall frá tænastum uppá umleið 500 mió.kr. sama tíðarskeið. Hetta merkir, at talan er um eitt hall á vøru- og tænastujavnanum uppá 1,2 til 1,3 mia.kr. í tíðarskeiðnum 2003-2006 – untantikið ár 2004. Vit kunnu siga, at hetta er búskaparliga úrslitið hjá fyritøkuni Føroyar viðvíkjandi grundrakstri mótvegis útlandinum.

 

Vantandi hækkingín í útflutninginum í fleiri ár á rað og vantandi innflutningur av hátøkni til nýggjar vinnur, er eitt greitt tekin um, at føroyska vinnan sum heild, ikki hevur havt hækkingar innan effektivitet og produktivitet – sostatt er nakað, sum bendir á, at kappingarføri er óbroytt og heldur fer at versna.

 

Føroyska útflutningsvinnan hevur seinastu árini ikki megnað at kompenserað fyri hækkandi innflutningsprísum og hægri nøgdum av innfluttum vørum og tænastum.

 

Støðan á handilsjavnanum er eitt greitt tekin um, at føroyski búskapurin, tvs. grundraksturin í samfelagnum, hevur álvarsligar bygnaðartrupulleikar og at tað, sum í síðsta enda heldur lív í føroyska búskapinum og skapar vælferðina, eru inntøkuflytingar netto frá útlandinum (td. lønir og ognarinntøkur) og rakstrarinntøkur (td. blokkstuðulin). Tí er avgerandi fyri búskaparstøðuna mótveigs útlandinum, hvat gjaldsjavnin vísir, herundir kapitaljavni (ogn og skuld uttanlands).

 

Gjaldsjavnin

Gjaldsjavnin vísir alt búskaparligt millumverandi við útlandi – vørur, tænastur, inntøkuflytingar og rakstrarflytingar. Tað framgongur av búskaparhagtølunum, at stóra hallið frá vørum og tænastum verður fíggjað við ognarinntøkum netto frá útlandinum (avkast frá virðisbrøvum o.a.) og blokkstuðlinum. Hesar serligu inntøkur hava við sær, at gjaldsjavnin hevur víst umleið javnvág í tíðarskeiðnum 2003-2006 - untantikið 2004, sum gav eitt stórt avlop. Hetta merkir td., at varð ríkistuðulin skorðin allur burtur, so íkom eitt tilsvarandi hall á gjaldsjavnanum, sum onkursvegna skuldi fíggjast við fremmandafígging.

 

Landskassin fekk herfyri frá Modey´s eina kredit-rating til Aa2, sum er 3. hægsta. Ein slík meting inniber m.a., at lánsveitarar kunnu hava álit á føroyska búskapin og at landskassin kann lána á altjóða marknaðum fyri kappingarføran kostnað. Men tað er væl skiljandi, at kredit-ratingin hjá Modey´s, av føroyska búskapinum útilokandi er treytað av ríkisstuðlinum – ein føst rakstrarflyting, sum kemur uttan eina realframleiðslu aftanfyri og sum danski staturin er garantur fyri.

 

Ratingin av føroyska búskapinum er í veruleiknum treytað av danska kreditvirðinum – vísandi til, at danski staturin undir búskaparkreppuni fyrst í 1990´unum hevði skyldu at bjarga Føroyum sum integeraður partur av danska kongaríkinum. Tað ber heilt einfalt ikki til, at ein partur av ríkinum fer á heysin ella hevur eitt kreditvirðið, sum ikki hongur nøkunlunda saman við hinum partinum av ríkinum.

 

 

Konjunkturelt ella bygnaðarliga sjálvberandi búskapur

Tað er greitt, at tær skerjingar, sum gjørdar eru í blokkstuðlinum, eru gjørdar í tíðarskeiðum við hávøkstri uttanífrá, góðum fiskaskapi o.a., og ikki umvegis málrættaðar bygnaðarbroytingar Tað er eisini greitt, at raðfylgjan at skerja blokkstuðulin byggir á eitt model, sum kann kallast - skjóta fyrst, spyrja aftaná.

 

Politiskt er blokkstuðulin skerdur uttan greið mið og mál - halda fyri eygu og oyru og vóna síðan, at okkurt hendir í sambandi við ein sjálvberandi búskap. Men búskaparliga gongdin vísir beint tað øvugta – vit førka búskapin enn longur burtur frá einum sjálvberandi búskapi og gerast enn meira heft, at ríkisstuðlinum og øðrum váðatengdum inntøkum. Hetta heftni fer at fyrikoma enntá undir stabilum búskaparligum viðurskiftum og fortreytum, sum við muga liva við frá nú av.

 

Ítøkilig politisk tiltøk ímóti sjálvberandi búskapi

Tað gevur ikki meining politiskt at seta mál um ein sjálvberandi búskap uttan ítøkjulig tiltøk, sum stuðla uppundir eina málarættaða og skipaða tilgongd.

 

Tað kann staðfestast, at tað ongantíð er farin fram ein málarættað og skipað politisk tilgongd til ein sjálvberandi búskap – hetta sæst best við, at yvirtøkur og niðurskurður í ríkisstuðlinum eru framdur í hákonjunkturum, tá búskarparligi vøksturin partvíst er komin uttanífrá. Ein roynd at seta í verk eina skipaða tilgongd varð kortini gjørd, tá Høgni Hoydal stovnaði Sjálvstýrisverkætlanina. Henda verkætlan hevði tíverri ikki nakrar bygnaðarligar og fíggjarligar broytingar við sær og harvið ítøkjulig úrslit imóti einum sjálvberandi búskapi.

 

Tað eru ongi tekin, hvørki í samgonguskjalinum ella fíggjarlógini 2009, sum benda á, at tað verða tikin íøkjulig bygnaðarlig stig til ein sjálvberandi búskap. Ein tilvildarlig yvirtøka hist og her hevur onki við eitt málrættað arbeiði at gera á leiðini til ein sjálvberandi búskap og flytir onki uppá longri sikt. Tað landsstýrið risikerar við verandi tilvildarligu tilgongd, er at løgtingið noyðist at biða danir økja blokkstuðulin aftur, vegna nærmast varandi hall á fíggjarlógini ella gjaldsjavnanum.

 

Fortreytirnar fyri at skapa ein sjálvberandi búskap, er serliga fylgjandi:

- Broyta javnvágna millum almenna og privata sektorin

- Menna førleikan á arbeiðsmarknaðinum og herundir umstillingarevnini

- Umleggja samhandilin við útlandi

- Skapa nýggj arbeiðspláss og vinnur.

 

Henda uppgávan kann ikki loysast uppá stutt sikt, men er treytað av bygnaðarbroytingum í samfelagnum og vinnuni og broytingum í vanahugsan. Í Føroyum er lítið, sum bendir á, at politiska skipanin arbeiðir við at menna omanfyri nevndu fortreytir og annars arbeiðir langtsiktað við hesum – royndirnar prógva, at onki er hent á nøkrum av hesum økjum..

 

Fokusøkir til at náa málinum, um ein sjálvberandi búskap:

- Geva almennan stuðul til menning av vinnuligum karmunum

- Útbúgving og vitan

- Privatisering av almennum virksemi (tilfeingisflytingar)

- Kommunusamanlegging – bíligari og betri tænastur.

 

Hetta hevur við sær, at setast skal av førleiki og fígging til fylgjandi økir:

- Útbúgving – væl kvalifiserað arbeiðsmegi til allar vinnugreinar

- Arbeiðsmarknaður – arbeiðsmarknaður, sum stuðlar uppundir eina dynamiska vinnu

- Kappingarviðurskifti – privat vinna sum grundarlag undir sjálvberandi búskapi

- Infraskipanir og bústaðir – stuðul uppundir mobilitetin í arbeiðsmegini og vinnuni, og til kappingarførar prísir. Tað er serliga kritiskt at fáa loftvegis sambandið til útheimin effektivt og bíligt.

- Íverksetarí – menna eina dynamiska vinnu (krevur royndir og útbúgving)

- Innovatión – drívmegi aftanfyri menningina av vinnuni.

 

Tað er viðkomandi at staðfesta, at landsstýrið hevur fyri nógvum árum síðani fyrireikað og sett út í kortið at fremja privatiseringar av almennum vinnufyritøkum, sum ein liður í lættari at tilføra kaptal til at menna hesar fyritøkur og annars sleppa landinum undan av reka vinnuligt virksemi, sum annars kann gerast av privatum á einum fríum marknaði við kapping. Hetta er partvíst gjørt, men politiskt verður knappliga farið undir tjóðartøku av vinnufyritøkum, Politiska signalið er greitt – tað verður ikki hugsað um, at ein sterk føroysk vinna skal verða við til at skapa ein sjálvberandi búskap og tryggja vælferðina.

 

Sjálvgleðin er skaðilig

So slogani um, at føroyski búskapurin eru væl fyri, er beinleiðis skeivt og virkar heldur sum sovikoddi og er við til at taka drivið burtur frá aktørunum í samfelagnum. Politiska sjálvgleðin er skaðilig fyri alla menning, tí alt kann gerast nógv betur. Politikarar og aðrir aktørar eiga at vera sjálvkritiskir um búskaparstøðuna við teimum fakts, sum fyriliggja, soleiðis at vit kunnu hava álit á, at skipanin ikki er hildin uppat at virka.

 

Tað er nógv meira trúverdugt og álitisvekjandi, at politikarar vísa á teir strategisku trupulleikar, sum veruliga eru í samfelagsbúskapinum og síðan siga, hvørji politisk mál eru neyðug at seta, hvar fokus skal setast og hvørjar loysnir hóska best og hvørji vinnupolitisk prinsippir eiga at haldast. Alt hetta má síðan síggjast aftur í leiðslu- og stýringaramboðum sum fíggjarlóg, serlógir, vinnupolitikkur, bygnaðarbroytingar o.a.

 

Boðskapir

1. Vøru- og tænastujavnin vísir, at primeri raksturin mótvegis útlandinum er, og hevur verið tey seinastu árini, út av lagi vánaligur - gongdin í 2007 og 2008 sær út til at halda áfram og versna. Her eiga fíggjarpolitisk tiltøk at verða sett í verk fyri at venda gongdini – eitt nú við at seta fokus á at produktmenna og betra kappingarføri hjá útflutningsvinnuni og menna nýggjar vinnur og fyritøkur.

 

2. Vøru- og tænastujavnin vísir, at føroyska vinnan megnar ikki at kompensera fyri einari minking í ríkisstuðlinum - gongdin vísir tað øvugta við lítlum vøkstri í útflutninginum av vørum og tænastum í fleiri ár. Hetta bendir á ein búskap, sum ikki megnar innovatión og tillagingar – skilt á tann hátt, at produktiviteturin og effektiviteturin í realframleiðsluni sum heild stendur i stað ella minkar í útflutningsvinnuni.

 

3. Gjaldsjavnin vísir, at føroyski búskapurin hongur í síðsta enda saman av inntøku- og rakstrarflytingum. Men týðandi partar av inntøkuflytingunum fara at broytast munandi komandi árini vegna fíggjarkreppuna. Og tí kann væntast við rímuliga stórum halli á gjaldsjavnanum longu í 2008, serliga vegna vantandi avkast frá virðisbrøvum.

 

4. Føroyski búskapurin hevur eitt versnandi kappingarføri, er bygnaðarliga ósunnur og er annars serliga viðbrekin yvirfyri broyttum náttúrugivnum fortreytum – jo-jo-búskapur. Versnandi kappinagrføri sæst best við at hyggja eftir, hvussu útflutningurin haltar meira og meira afturút í mun til innflutningin. Føroyski búskapurin er bygnaðarliga ósunnur vegna almennan stuðul til vinnuna, avskeplaður kommunubygnaður og tað at ongar nýggjar virðisskapandi vinnur verða settar á stovn.

 

5. Tað er nógv, sum bendir á, at Føroyar verða raktar meira og minni av fíggjarkreppuni, men eisini av einari búskaparkreppu. Greiðu tekinini um eitt turn-around í búskapinum komandi árini eru: 1. vánaligur fiskiskapur, 2. vantandi lønsemi og hall í høvuðsvinnuni, 3. høgir oljuprísir, 4. høgir matvøruprísir, 5. handlar geva ikki kredit, 6. peningastovnar eru sera varnir at veita lán 7. arbeiðsloysi í lokalu økjunum og 8. ongin netto fólkavøkstur.

 

6. Verður ríkisveitingin minkað fer hetta at fáa katastrofalar avleiðingar fyri raksturin hjá landinum mótvegis útlandinum og fyri landshúsarhaldið isolerað sæð. Fyri at rætta gjaldsjavnan uppaftur, hevði verið neyðugt við stórum skjeringum í rakstrinum á fíggjarlógini (avleiðingin er ein fallandi eftirspurningur eftir útlendskum vørum og tænastum), ella noyðist landskassin at fíggja hall við innistandandi ella lántøku (uppá eitt sindur longri sikt ber hetta seinna ikki til). Hetta vísir eisini metingin frá Modey´s – kreditvirðið hjá Føroyum er fult út treytað av ríkisveitingini og at danski staturin stendur sum garantur aftanfyri føroyska búskapin.

 

7. Í løtuni er tað meiningsleyst at tosa um ein sjálvberandi búskap komandi árini – tað, sum er neyðugt, er at rudda upp í ineffektivum skipanum, flyta tilfeingi frá almennum til privat virksemi, fremja stórar bygnaðarbroytingar og skapa vinnuligar karmar, sum ger tað møguligt yvirhøvur bara at tosa ein sjálvberandi búskap.

 

8. Seinastu árini hevur leikluturin hjá løgtinginum og landsstýrunum verið passivur og tilvildarligur í dreymatosinum um ein sjálvberandi búskap. Skjeringar í blokkstuðlinum ella fastfrystan av sama hava útilokandi verið stýrdar av há- ella lágkonjunkturum. Tað eru so at siga ikki skaptar nakrar nýggjar bygnaðarligar fortreytir fyri at menna ein sjálvberandi búskap – heldur hendir tað øvugta.

 

Útlitini fyri einum sjálvberandi búskapi

Einasti hátturin at spáa um framtíðina, er at royna at skapa hana sjálvur. Útlitini verða ikki betur enn tey mál og tann orka, sum politiska skipanin brúkar til at náa einum sjálvberandi búskapi. Í løtuni gevur tað ikki meining at meta um nøkur útlit, annað enn, at fortreytirnar í búskapinum eru tær, sum vit altíð hava kent tær og tí kunnu ikki væntast nakrar broytingar mótvegis einum vinnuliga haldgóðum sjálvberandi búskapi. Tvørturímóti kann staðfestast, at er løgtingið og landsstýrið er farið undir at tjóðartaka vinnufyritøkur og annars venda aftur til almennan rakstur av vinnufyritøkum.

 

Búskaparvøksturin í Føroyum fer at steðga upp komandi árini og tí er nógv, sum bendir á, at landsstýrið noyðist at heita á donsku stjørnuna, um at hækka ríkisstuðulin komandi 10 árini við umleið 300-500 mió.kr. árliga.

 

Vit kunnu tí hóskandi enda við einum slogan um niðurskurð í blokkstuðlinum sum: “Droym tað - royn tað ikki”.

 

Vit eru í nov. 2008, men tað fyriliggur enn ongin samlað uppgerð fyri vøru- og tænastujavnan 2007 og ongin uppgerð fyri kapitaljavnan ultimo 2007 (ogn og skuld).

 

Sostatt fyriliggur ongin uppgerð fyri gjaldsjavnan 2007 og heldur ikki higartil 2008. Hvussu skulu vit vita, hvar vit skulu fara, tá vit ikki vita, hvar vit eru. Hvussu kann Búskaparráðið o.o. veita álítandi og stýringarrelevanta ráðgeving við nærmast søguligum búskaparupplýsingum.

 

Keldur: Hagstova Føroya, Fællesudvalget for erhvervsudvikling i Grønland, okt. 2003