Onki at bíða við: her er uppskot til lóg um Brúkarakærunevnd

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður
-------

Av manglandi brúkarapolitikki í Føroyum og av tí at brúkarar ongan kærumyndugleika hava uttan ta drúgvu og dýru leið at leggja sak og fara í rættin, lat Javnaðarflokkurin gera ”Àlit um brúkarapolitik” fyri nøkrum árum síðani.

Í álitinum vóru tvey ítøkilig lógaruppskot. Annað var ”Uppskot til lóg um marknaðarføring”. Hitt var ”Uppskot til lóg um brúkarakærunevnd”.

Fullveldissamgongan feldi brúkaralógina
Fyri at betra møguleikan fyri hesum andstøðuuppskotum, varð annað tikið fyrst, nevnliga tað um marknaðarføringslóg lagt fyri tingið á vári 2002. Men táverandi fullveldissamgonga var náðileys og feldi uppskotið. Uppskotið um brúkarakærunevnd kom ikki fyri tingið, tí tá var farið út um freistina at leggja mál fram.

Tað er gleðiligt, at hugburðurin millum flokkarnar síðan er broyttur so nógv, at vit nú hava fingið Marknaðarføringslóg og Brúkaraumboðsmann. Næsta stigið er at fáa lógina um Brúkarakærunevnd. Tjóðveldið leggur nu uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har teir biðja landsstýrið ”fyrireika og leggja fram lógaruppskot, har sett verður á stovn brúkarakærunevnd”.

Men lógaruppskotið er jú klárt. Tað verður við hesum aftur lagt fram fyri almenningin, og landsstýrismaðurin er vælkomin at taka tað og leggja tað fram í komandi tingsetu.

Brúkaraumboðsmaðurin viðger ikki brúkarakærur
Onkur heldur, at tá vit hava ein Brúkaraumboðsmann, hava vit ikki brúk fyri Brúkarakærunevnd. Men so er ikki. Hesi hava hvør sína uppgávu. Brúkaraumboðsmaðurin skal ansa eftir, at handilsfyritøkur gera eftir lógini um marknaðarføring og ikki villeiða brúkarar við skeivum upplýsingum ella ólógligum søluháttum. Men hann kann ikki viðgera kærur frá brúkarum um ítøkilig mál, har ein brúkari kennir seg snýttan. Veruleikin er, at føroyski brúkarin hevur ongan myndugleika at kæra til um handilskeyp – annað enn at fara í rættin. Og tað fer ongin, tá tað snýr seg um vanligt brúkarakeyp.

Bert Brúkarakærunevnd kann viðgera brúkarakærur
Tað er bara ein brúkarakærunevnd við lógarheimild til at viðgera og avgera trætumál millum brúkarar og handilsfyritøkur, sum man kann venda sær til við ítøkiligum klagum ella kærum, tá man sum brúkari kennir seg skeivt viðfarnan. Slík kærunevnd skal tí setast við lóg. Hetta lógaruppskotið tekur støðið í norðurlendskari lóggávu, men er eisini lagað til okkara viðurskifti.

Í kærunevndini skal formaðurin lúka vanligu treytirnar fyri at gerast dómari og má vera óheftur av vinnu- og brúkaraáhugamálum. Harumframt skulu vera aðrar limir, umboðandi brúkara- og vinnuáhugamál. Landsstýrismaðurin tilnevnir nevndarlimirnar fyri 4 ár í senn, og ásetir í reglugerð hvussu nevndin skal arbeiða.

Kann blíva ein sterkur brúkarastovnur
Brúkarakærunevndin skal hava eina skrivstovu við fakfólkum at útgreina og fyrireika einstøku kærumálini. Upplagt er at henda skrivstova verður ein felags skrivstova saman við Brúkaraumboðsmanninum, tí arbeiðsøkið er nøkulunda tað sama. Nevndin kemur so saman við ávísum millumbilum at viðgera og taka avgerð í málunum, sum skrivstovan hevur fyrireikað.

Við Brúkaraumboðsmanni, Brúkarakærunevnd og eini felags skrivstovu við fakligum førleika, høvdu vit havt ein sterkan Brúkarastovn í Føroyum, sum eisini kundi átikið sær sakliga brúkaraupplýsing – sum í dag als ikki er til.

Lógaruppskot um brúkarakærunevnd

§ 1. Kærur frá brúkarum um vørur, arbeiðs- og tænastuveitingar kunnu leggjast fyri Brúkarakærunevndina, sum er ein av landsstýrismanninum óheft nevnd, skipað umsitingarliga undir landstýrismanninum.
Stk. 2. Kæran kann snúgva seg um øll rættarviðurskifti partanna millum.

§ 2. Landsstýrismaðurin ger reglur um, í hvønn mun kærur frá brúkarum viðvíkjandi vørum ella arbeiðs- og tænastuveitingum frá almennum virksemi kunnu leggjast fyri nevndina til viðgerðar.

§ 3. Nevndin viðger ikki kærur á økjum, har lóggáva frammanundan er um kærumannagongd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta, at ávísar vørur og arbeiðs- og tænastuveitingar ikki kunnu leggjast fyri nevndina, ella avmarka viðgerðina til vørur og arbeiðs- og tænastuveitingar, sum hava ein prís omanfyri ella niðanfyri ávísa upphædd.

§ 4. Nevndin verður skipað við einum nevndarleiðara og 2 føstum limum umboðandi ávikavist brúkara- og vinnuáhugamál. Herumframt verða tilnevndir nevndarlimir sambært stk. 3. Til nevndarviðgerðir kann nevndin avgera at víðka nevndina við tilnevndum nevndarlimum ella lata aðrar nevndarlimir umboða teir føstu limirnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya, leiðaran, sum skal lúka vanligu treytirnar fyri at gerast dómari og skal vera óheftur av beinleiðis tilknýti til brúkara- ella vinnuáhugamál, umframt hinar nevndarlimirnar, harav tveir 2 fastar, umboðandi brúkara- og vinnuáhugamál eftir fingið tilmæli frá avvarðandi áhugabólkum og -feløgum. Varalimir fyri leiðaran og føstu limirnar verða somuleiðis tilnevndir eftir sama leisti. Nevndarleiðari og nevndarlimir verða tilnevndir fyri 4 ár og kunnu afturveljast.
Stk. 3. Landstýrismaðurin ásetir í kunngerð talið av nevndarlimum umboðandi ymisk brúkara og vinnuáhugamál og tilnevnir hesar.
Stk.4. Til nevndina er knýtt ein skrivstova, sum í virksemi sínum fyri nevndina er óheft av landsstýrismanninum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð reglugerð fyri Brúkarakærunevndina.

§ 5. Til nevndarviðgerð krevst, at leiðarin og í minsta lagi 2 limir aftrat umboðandi ávikavist brúkara- og vinnuáhugamál luttaka. Limir umboðandi brúkara- og vinnuáhugamál eiga at verða javnt umboðaðir á nevndarfundum.

§ 6. Kæra kann vendast móti einum og hvørjum, sum sambært rættargangslógini kann rættarsøkjast í Føroya Rætti um slíkt, sum eitt rættarmál kundi snúð seg um.
Stk. 2. Avtalur, sum eru gjørdar um, at rættartrætur skulu viðgerast í gerðarrætti ella á annan hátt, forða ikki fyri, at kærað verður til Brúkarakærunevndina.

§ 7. Nevndin kann vísa frá sær kærur, sum hon metir ikki hóska til viðgerð í nevndini.
Stk. 2. Nevndin kann nokta at viðgera eina kæru, um hon metir tað eyðsýniligt, at brúkarin ikki fær viðhald í kæruni.
Stk. 3. Nevndin kann heimila skrivstovuni at taka avgerðir smbrt. stk. 1 og stk. 2.

§ 8. Meðan kærumálið verður viðgjørt í nevndini, kunnu partarnir ikki leggja málið fyri rættin viðvíkjandi tí, sum kæran snýr seg um.
Stk. 2. Um rættarmál longu er byrjað, og brúkarin ynskir málið viðgjørt í nevndini, steðgar rætturin málinum fyribils og flýggjar nevndini tað, uttan so at tað er eyðsýniligt, at brúkarin ikki fær viðhald í kæruni, ella málið ikki hóskar til nevndarviðgerð.
Stk. 3. Um málið er byrjað í gerðarætti ella á annan hátt, og brúkarin ynskir málið viðgjørt í nevndini, skal málið fyribils steðgast, til tað er viðgjørt í nevndini.

§ 9. Ongin av pørtunum rindar kostnað fyri nevndarviðgerð til hin partin.
Stk. 2. Nevndin rindar kostnaðin fyri fingnar sakkønar frásagnir, sum nevndin metir neyðugar til málsviðgerðina.
Stk. 3. Nevndin kann avgera, at tann tapandi parturin heilt ella lutvíst skal rinda kostnaðin fyri fingnar sakkønar frásagnir ella goldin gjøld.

§ 10. Tá ið nevndin hevur tikið avgerð í einum kærumáli, kunnu partarnir hvør í sínum lagi leggja málið fyri dómstólin.
Stk. 2. Um ein avgerð, sum nevndin hevur tikið, ella ein semja, sum er gjørd saman við nevndini, ikki verður hildin, leggur skrivstovan hjá Brúkarakærunevndini málið fyri dómstólin vegna brúkaran, um viðkomandi biður um tað.

§ 11. Bert tann í hesi lóg umrødda nevnd hevur rætt at nýta heitið “Brúkarakærunevndin”.
Stk. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, sum banna øðrum at nýta heitir, sum kunnu koma í bland við tað í stk. 1 nevnda heiti. Brot á slíkt bann verður revsað við bót.

§ 12. Brúkarakærunevndin kann góðkenna, at kærur, sum nevndin kundi viðgjørt, ístaðin verða viðgjørdar í øðrum kærunevndum, sum settar eru innan ávís øki.
Stk. 2. Slík góðkenning verður bert givin, um viðtøkurnar hjá hesi kærunevnd hava reglur um bygnað og málsviðgerð, sum tryggja partarnar nóg væl.
Stk. 3. Góðkenningin kann tíðaravmarkast og afturkallast, um fortreytirnar fyri hesari mugu metast at vera burturi.
Stk. 4. Avgerðin hjá Brúkarakærunevndini sambært Stk. 2-3 kann ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 5. § 6, stk. 2, § 8 og § 10 eru somuleiðis galdandi fyri mál, sum verða løgd fyri eina góðkenda kærunevnd.

§ 13. Landsstýrismaðurin kann lata heimildir sínar sambært hesi lóg til Brúkarakærunevndina, herundir eisini avgera, at kærast ikki kann um avgerðir, tiknar av Brúkarakærunevndini, til annan fyristingarmyndugleika.

§ 14. Lógin kemur í gildi tann ....

Bert Føroya Banki og Arbeiðsgevarafelagið vóru negativ
Bæði lógaruppskotini, um marknaðarføring og um kærunevnd, vóru í 2002 til hoyringar hjá 11 ymiskum pørtum, m.a. fakfeløgum o.ø. Av teim 11 vóru einans 2, sum mæltu frá: Føroya Banki og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Men tað sigur jú ikki so lítið.

Tíðin er komin, til at Brúkarakærunevndin verður sett á stovn. Ivist ikki í, at ABC-samgongan og hesin landsstýrismaðurin, ið hava framt nógv onnur stórmál, eisini megnar hetta.