Ongin veit alt

Sum so ofta, haldi eg, at Hanus Kamban reisir áhugaverdar spurningar, men grundleggjandi í fordómum er, at fordómar eru meting uttan nóg gjølligt innlit.

Eftir at hava lisið greinina hjá Hanusi Kamban í Sosialinum undir heitinum “Føroysk kjakmentan”, má sigast, at tað tykist, sum hann kennir seg ikki sørt sviknan av, at føroyski mentanarbulurin ikki náddi tær hæddir, hann hevði vónað og roknað við.

Hann gevur háskúlans monnum og Kristini í Geil sum vera mann, og sum hesir eisini hava uppiborið, góðan karakter fyri víðskygni, fyri góðan argumentativan førleika samstundis sum hann undrast á teirra vitan.

Hinvegin er tað, honum ikki óvanligt, at geva m.a. vaksandi tali av religiøsum trúarbólkum vánaligan karakter, fyri at hava givið eyðkenni av sínámillum kegli og givið samfelagið okkara eitt umhvørvi , sum meiri minnir um eitt avstikað spælipáss.
Her er eftir hansara metan ikki gróðrarbotnur fyri víðskygni í kjakmentan.

Í bókini, “Karriereledelse – vejen til et bedre liv” skrivað av tveimum dønum, (lat meg beinanvegin siga, at hetta er ikki nøkur andalig bók), har partur av einum kapituli viðger fordómar, staðfesta hesir einaferð enn, at fordómar eru “metingar, ið verða gjørdar, uttan at hava gjøllig innlit ella grundarlag”. – Sjálvandi ongin veit alt.

Kann geva eitt dømi: Í eini kringvarpsending segði fyrrverndi starvsfelagin, Høgni Hoydal, tá hann var spurdur, hvat han las, vísti hann á ymist. So legði hann afturat: “Eg lesi alt, sum kemur út á føroyskum”. Eg hugsaði beinanvegin kanska í fordómi, “mann hann nú lesa alla ta ørgrynnu av bókum og lesnaði, sum t.d. kemur út á forlagnum Leirkerinum”. – Ja, hvør sigur, at hann ikki ger tað. Tað hevði verið gott, hóast eg ivist. – Soleiðis ivist eg ofta um innilit í totala samfelagið, hjá einum og sama persóni.

Samfelagið altíð samansett
Hanus Kamban er áhugaverdur og vitandi høvundur, hevur sjálvsagt ávísa breidd innan sítt øki, men tá hann í so mongum av greinum sínum gevur “trúarrørslunum skuldina fyri”, at føroyska samfelagið ikki náddi teir mentanarligu tindar, hann kundi ynskt, so er hetta ov bíligt, grunt, fordómsfult og óumhugsað.

Haldi ikki, at trúarrørslurnar hava “avstikað” samfelagið og heldur ikki sett okkum uttanfyri heimssamfelagið. - Tvørturímóti. Trúarrørslurnar og kirkjan hava ídag helst mest umfatandi “globaliseringina” í samfelagnum og gjalda tað mesta sjálvi. – Tað verður bara ikki so nógv rópt upp um tað, ja, kanska verður ov lítið kunnað. Men hetta er annað og ólíkt arbeiði. Men sjálvandi eru trúarrørslurnar ikki uttan lýti.

Ísland fekk sína bíbliu í 1584, meðan føroyingar ikki fingu sína fyrrenn í 1949 og síðani aðra týðing 1961. Fyri nú 30 árum síðani, sat eg á fyrilestri í Kópavogi í Íslandi, har ein av kendu íslendsku málfrøðingunum tá helt fyrilestur. Í fyrilestrinum segði hann m.a., at ein orsøk til, at íslendska málið stóð so sterkt var, at teir fingu sína bíbliu so tíðliga, og legði hann afturat, at tað vísti seg, at allastaðni har bíblian var týdd til “hjartans” málið, stóð málið seg væl. Hon hevði eisini málsliga sera stóran týdning fyri fólkið.

Víðfevnda tøgnmentanin
Spurningurin er tí, gav mentanarfólkið í Føroyum Victori Danielsen nóg dyggan ans, og lærumeistara hansara Jákupi Dahl. Og spurningurin er eisini: “Hvussu stóran ans høvdu Hanus Kamban og hansara starvsbrøður givið Victori tá, hesum vælgávaða manni, men sum ikki hoyrdi til mentanarelituna, og kanska enn minni ídag.”

Vendir tøgnmentanin ikki eisini tann vegin, hóast hann ikki hevði trongd til at hoyra til mentanarelituna! Og hvør er førur fyri at gera upp í hesum?

Vit eiga at minnast til, at eitt samfelag er uppbygt á fjøld av ymiskligum súlum, mentanarligar, vinnuligar, heilsu, sosialar, viðgerð av yngri og eldri , á sjógvi og á landi,og nógvar afturat, eg vil pástanda, at tá vit hava eina – eftir meting hjá Hanusi – so skinkluta kjakmentan, kemur hetta helst eisini av, at øll eru ikki eins væl fyri, skrivliga og munnliga, at vera við í kjakinum, sum t.d. hann er. Hetta er ikki so einfalt ogher er onki antin/ella men alt er bæði/og, um gjøgnumbrot skulu fremjast.

Ofta havi eg hugsað, tá ávísir samfelagsbólkar hava verið álopnir, hví hesir ikki verja seg. Nei hesir, antin tíma teir ikki, tí eingin veit, hvar rásin endar, ella verður sagt, “lat hatta bara fara aftur við borðinum”. Kann vera eisini at orkan ikki er til tað.

Tað er nokk so stuttligt, tá Hanus tekur til um fólk: “Eg mundi skrivað eitt lesarabræv”, ella “Eg var tætt við at taka telefonina” o.s.fr. – Ja, eg havi kent nógv av tílíkum fólkum. Men, skulu tey ikki hava rætt til tað. Ofta havi eg hugsað, er ikki nóg nógvur ófriður í heiminum!

Inntikin skattur í rakstur
Nú nevnir hann eisini, at: “Politikarar tykjast hava gloymt, at teir sjálvir hava skapt hesa støðu (hallið á fíggjarlógini), tí teir fyri fimm árum síðani, á einum búskaparligum tindi, sýttu fyri at taka tað inn í skatti sum tíðin og vælferðin tá loyvdu og kravdu”.

Søguliga kann í øllum førum prógvast, at verður tikið meiri og meiri inn í skatti og gjøldum, fer hetta út í øktan rakstur. – So her eru mong ósamd við Hanusi í tí “harmiliga”, at ikki fleiri pengar vóru tiknir frá fólki. – Hava krøvini frá stovnum og leiðslum nakrantíð verið størri og meiri ágangandi enn ídag, nú optimalt verður tikið inn, og trýr Hanus veruliga, at vit fingu eins nógv fyri krónuna, sum hon er verd, við at tikið meiri pening frá fólki, fyri aftur at fáa tað út í “niðursettan, meiri bureaukratiskan og minni dynamiskan” rakstur? – Eg trúgvi ikki!

Ofta, tá akademikarar skriva, og seta harðari krøv til samfelagið, enn okkara framleiðlsa, útflutningur og soleiðis okkara bruttotjóðarúrtøka loyvir, haldi eg at teir seta ov smá krøv til sín sjálvs.

Ymiskliga mentan - ongan metropol
Tá hetta er sagt, og nógv átti at verið sagt afturat, tí fleiri spurningar og staðfestingar eru í greinini m.a. um djarvar bøndur, bakkamenn og sjómenn, samstundis sum Hanus spyr, “hvar er dirvið hjá okkara intelektuellu”! Tað er spurningur, sum verður standandi, til onkur gløggur pennur svarar.

Eisini viðgerð hann “sussimentanina”. Vit skulu minnast til, at tað eru ikki bara føroyingar, sum “sussa”. Heldur ikki eru tað bara føroyingar, sum hava eina “tøgnmentan”, men her sæst tað so væl, tí landið er lítið, tí personifiserað, og vit eiga ongan metropol og langt frá tí, sjálvt um onkur droymir.

Sum ofta, so haldi eg, at Hanus Kamban reisir fleiri áhugaverdar spurningar, har summir kunnu vendast, aðrir kunnu standa ósvaraðir og opnir, síðani er tað grundleggjandi innihaldið í fordómum, sum er “meting við ov lítlum innliti”. – Tí ongin veit alt!