Ein serligur gestur

Eitt franskt rannsóknarskip hevur verið á Vestmanna

 

Næstsíðstu nátt kom eitt franskt rannsóknarskip inn á Vestmanna.

 

- Skipið, sum eitur Tara Polar Station, er ein flótandi granskingarstøð. Tað var liðugt bygt á vári í fjør.

 

Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at skipið hevur eitt serligt snið fyri at standa ímóti trýsti frá ísi og fyri at kunna ferðast á ísi.

 

- Endamálið hjá Tara Polar Station er at granska og skilja veðurlagsbroytingarnar í Arktis og í Norðurhøvum.

 

Umborð eru granskingarstovur, kømur, uppihaldsrúm og ein vælverustova til manningina, sum telir 12 fólk.

 

- Tað er ein umfatandi granskingarverkætlan, sum Tara Polar Station fer undir.

 

##med2##

 

Víst verður á, at higartil hevur skipið bara verið á royndartúrum, men nú verður farið undir ætlaðu verkætlanina.

 

- Kanningarferðirnar vera í 18 mánaðir í senn, og 10 slíkir túrar skulu gerast komandi 20 árini, verður lagt aftrat.