Ongar alternativar íbúðarmøguleikar á hesum sinni

- Hóast uppskotið um at skapa fortreytir fyri alternativum íbúðarmøguleikum varð felt, ásanna tingfólk, at ein tørvur er á øðrum bústaðarloysnum. Uppskotið hevur varpað ljós á málið, so eg ætli mær ikki at helma í, men komi við einum nýggjum uppskoti seinni, sigur Heðin Mortensen, tingmaður

 

BÚSTAÐARMØGULEIKAR

Tingfólk ásanna, at íbúðarmøguleikarnir í Føroyum eru ikki nóg fjøltáttaðir, men hava kortini ikki í hyggju at gera nakað við málið. Í seinastu viku feldi løgtingið uppskot til samtyktar um alternativar íbúðarmøguleikar, sum Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin legði fram. Í uppskotinum heitti hann á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið lógaruppskot, sum skapar fyritreytir fyri alternativum íbúðarmøguleikum. Her verður hugsað um lutaíbúðir, leiguíbúðir, íbúðir til eldri og brekað, sum til dømis sjálvsognarstovnar reka. Við øðrum orðum íbúðir til ein og hvønn tørv uttan mun til aldur, inntøku ella førleika.

Uppskotsstillarin heldur, at føroyski bústaðarmarknaðurin er fastlæstur. Tað vanligasta í Føroyum er framvegis at ogna sær eitt grundstykki og byggja eini stór sethús við kjallara. Men tað eru ung og eldri, sum ynskja sær aðrar bústaðarloysnir.

- Øll ynskja ikki at sita í einum stórum húsum og gjalda til tey alt lívið, men sum er hava tey lítlar og ongar møguleikar fyri øðrum. Ei heldur ynskja tey at seta seg í eina nýggja stóra skuld bara fyri at flyta í okkurt annað. Eg eftirlýsi ein skipaðan politikk á bústaðarøkinum, har landið stingur út í kortið, hvat vit vilja og skapar fortreytir hareftir, sigur Heðin Mortensen.


Varpar ljós á

Undir viðgerðini av uppskotinum í tinginum sást, at tingfólk ikki tóku málið í serlum álvara. Funnist varð at tí fyri at vera ov lítið ítøkiligt, óneyvt orðað og at tað tessvegna ikki leggur nóg stórt trýst á landsstýrið. Tað hildu eisini bæði meirilutin og minnilutin í Trivnaðarnevndini. Minnilutin mælti kortini til at samtykkja uppskotið fyri at staðfesta, at vit í Føroyum ikki hava ein skipaðan íbúðarpolitikk, sum veitir fólki valmøguleikar og í ávísum førum ongar møguleikar útvegar yvirhøvur fyri at tryggja fólki tak yvir høvdið. Hóast meirilutin í Trivnaðarnevndini ásannar, at íbúðarmynstrið í Føroyum ikki er nøktandi, metir nevndin, at ætlanir um alternativar íbúðarmøguleikar er eitt ógvuliga fevnandi politiskt tiltak, og at fyrireikingarnar av einum alternativum íbúðarpolitikki eigur at vera ein nátúrligur partur av samgongusamstarvinum hjá øllum samgongum.

Hóast uppskotið varð felt, ætlar uppskotsstillarin seinni í ár at leggja nýtt uppskot fyri tingið, sum skapar fortreytir fyri alternativum íbúðarmøguleikum.

- Hóast uppskotið varð felt, ásanna tingfólk, at ein tørvur er á alternativum íbúðarmøguleikum, og uppskotið hevur varpað ljós á málið. So eg ætli mær ikki at helma í, men komi við einum ítøkiligum og væl útgreinaðum uppskoti, hóast landsstýrismaðurin átti at tikið tað til sín og arbeitt við tí sjálvur, sigur Heðin Mortensen.


Aftur í trýssini

Eingin kanning er gjørd, men vit vita, at tørvurin á alternativum íbúðarmøguleikum er ovurhonds stórur. Og verður einki gjørt fyri at útvega fleiri bústaðir í høvuðsstaðnum eitt nú, koma vit aftur í støðuna, sum var trýssunum.

- Støðan bara versnar og verður einki gjørt fara fólk at leiga hvørt kamar og hvønn krók út. Tað kunnu vit ikki bjóða okkara borgarum. Hóast tað er ein kommunal uppgáva at útvega borgarum bústaðir, eiga landspolitikararnir at seta út í kortið, hvørjir møguleikar eru. Tað gagnar eisini føroyska búskapinum at fáa alternativar møguleikar, soleiðis at øll ikki byggja sær eini stór sethús, sigur Heðin Mortensen.

Í almanna- og heilsumálastýrinum hava tey í fleiri ár arbeitt við at broyta viðtøkurnar fyri Húsalánsgrunnin soleiðis at tað verður lættari og einfaldari hjá tí almenna og kommunum at kunna fara undir alternativa íbúðarbygging. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur í hesum sambandi sagt, at arbeitt verður við málinum framvegis.