verður í Havnar Kirkju klokkan 16 og tað verður Steintóra Erhardsdóttir, prestur, sum prædikar. Tónleikarar frá Tórshavnar Musikkskúla fara eisini at spæla og aftan á verður ein drekkamunnur í Beranum [...] vælkomin. Ein hálvan tíma aðrenn gudstænastuna, er høvi hjá teimum, sum vilja, at tendra ljós fyri barninum tey hava mist og at minnast tey í kvirru. Fyrstu ferð hetta minningarhaldið var, var í 1997. Undirtøkan [...] gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast barnið tey hava mist - sama nær, og í hvørjum sambandi, tey mistu barnið. – Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum
Tað var ein skelkandi løta hjá teimum umleið 10 ferðafólkunum, ið vóru umborð á Erlu Kongsdóttir fyrrapartin í dag, tá tveir rútar á stýriborðssíðuni á skipinum brádliga fóru í sor. – Fólk vóru skelkað [...] Anne Mette Greve Klemensen, prestur, ið var við á túrinum til Havnar. Anne Mette Greve Klemensen greiðir frá, at tað rullaði illa á túrinum, men tað var sum so einki óvanligt í tí. Erla Kongsdóttir sigldi [...] Manningin var uppiá, og tí var neyðugt hjá einum ferðafólki at siga manningini frá, at rútarnir vóru farnir í knús. Tað var ikki gjørt burturúr, meðan skipið framvegis var á sjónum, og Anne Mette Greve Klemensen
ónin hevur tvey sjómansheim í Føroyum og eitt í Íslandi. Tey eru í Havn, Runavík og í Reykjavík. Kirkjuliga Heimamissiónin hevur eisini trúboðarar í starvi her heima, eins og tveir eru uttanlands. Teir [...] vikuskiftið, at tað í ár eru hundrað ár liðin, síðan rørslan kom til Føroya. Dagurin er í heyst, og haldið verður í fleiri umførum gjøgnum árið. Fyrsta kornið varð lagt í jørðina suðuri í Vági á heysti 1904 [...] donsku Indre Mission. Í dag er kornið vaksið til eitt træ, sum himmalsins fuglar reiðrast í. Vagn Foldbo er í dag aðalskrivari hjá Heimamissiónini, sum hevur høvuðssæti í Leguhúsinum í Nesvík. Aftur at Vagn
ld í Dómkirkjuni fyri børn, ið eru farin. Tað verður Anne Mette Greve Klemensen, prestur, ið prædikar og Lovinda Halgaklett fer at syngja. Aftan á gudstænastuna verða øll boðin til ein drekkamunn í Po [...] fólk, sum doyðu á sjónum í farna árinum. Seinastu árini hevur eisini verið vanligt, fyrsta sunnudag í november at skipa fyri minningarhaldi fyri børn í farin eru. - Tað var í 1997, at Felagið Pinkubarnadeyði [...] hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt, sama nær og í hvørjum sambandi barnið er mist. - Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av
at gudstænastan í november altíð verður ein fastur siður, sigur Anvør Nielsen í einum tíðindaskrivi. - Vit vita, at tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð [...] fortíð og framtíð, sigur hon. Í ár verður minningarhaldið í Dómkirkjuni Alla Halganna sunnudag 5. novembur, klokkan 16.00 í Dómkirkjuni og har fer Marjun Lómaklett, prestur,at prædika og Heri Jacobsen fer [...] Minningarhaldið verður sum ein vanlig gudstænasta. Men tað verður eisini møguleiki hjá teimum, sum hava hug til tess at tendra eitt ljós, fyri tí barnið, ið farið er. Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga
neyðugir, so stendur lívi ikki í tí, sum tú eigur. Tað kemur ein løta í lívinum, tá vit skulu vera til reiðar at sleppa øllum veraldar krúnum. Men í øllum, sum broytist og fer í okkara heimi, hevur Gud givið [...] ikki mong, sum verða fødd til at bera ein kongakrúnu. Men nú er tað ikki bara kongakrúnan, sum telur. Krúnurnar kunnu í aðramátar vera so mangar og ymiskar. Vit liva í einum samfelag, har ídni og framburður [...] givið okkum hann, sum vit trygt kunnu halda fast við bæði í lívi og deyða, Jesus Kristus. Hansara heiðurskrúna var ein tornakrúna og heiðurssæti ein krossur. Haðani ljóðar boðskapurin: uttan kross eingin
Møtini eru ókeypis. Um ein ynskir at eta og gista í Nesvík, er neyðugt at boða frá luttøku áðrenn. Leguhúsið í Nesvík fyllir í ár 10 ár. Tað varð vígt og tikið í brúk á Ársmøtinum í 1993, og síðani tá hevur [...] og vaksin. Ein serstøk barnaskrá er eisini, so meðan foreldur eru til møti og annað, verða børnini ansað í ítrivrúminum og úti, har spælipláss, graslíkisvøllur og ein hylur er at rógva í. Eins og til vanligu [...] skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri tí vælumtókta ársmøtinum í Leguhúsinum í Nesvík, har nógv fólk úr øllum landinum plaga at savnast. Evnið í ár er Guds kall. Byrjað verður hósdagin 15. mai og hildið verður
fólkakirkjuna, tí hesin trupulleikin kundi í prinsippinum rakt eithvørt annað prestagjald í Føroyum, sum so eisini hevði ligið í prestaloysi. Okkara støða í løtuni hevur í øllum førum víst, at mentamálaráðið [...] umstríddi presturin Ólavur Rasmussen eru áhugað í, at Ólavur Rasmussen kemur aftur í prestastarvið í Hvalba. Eftir situr eitt kirkjulið, sum nú ongan prest hevur og ein kirkjuráðsformaður, sum ikki leggur fingrarnar [...] brýtur niður, sigur ein harmur Niclas Sigurheim, kirkjuráðsformaður í Hvalba og vísir til, at evsta avgerðin í hesum málinum liggur hjá mentamálaráðnum. Drepandi tøgn Hetta vátta tey eisini í mentamálaráðnum
Tað gav at bíta einaferð í sekstiárunum, tá ein hjálparprestur í Horten í Noregi skrivaði kirkjuni í Føroyum bræv um, at ein kvinna í býnum hevði latið sær eina oblateskju í silvuri. Á eskjuni stóð: Anno [...] smuglarahandil í Vágsbotni, og tá Nólsoyar Páll var ungur. Hetta var eisini, tá ið Skipar Hansen sigldi upp á Føroyar, og Roosenmeyer og Floor stýrdu í Vágsbotni. Í 1780’unum búðu 600 fólk í Havn. Bæði kirkja [...] Jenssøn Fers og Anna Sofía Weihe. Ein norskur sjómaður hevði keypt eskjuna í Føroyum, men nú høvdu hann og konan frætt í blaðnum Aftenposten, at kirkjusilvur var horvið í Føroyum. Tí hildu tey, at oblateskjan
heldur móðurmálið í dag – og tá hevði tjóðskaparligi samleikin ikki verið eins eyðsýndur, og hann er. Vensil Hammershaimb var sonur seinasta løgmann í Føroyum, áðrenn løgtingið var tikið av í 1816, Jørgen-Frantz [...] nevndur faðir at føroyska skriftmálinum. Í 1841 ferðaðist hann í Føroyum og fór tá at skriva upp fólkaminni. Í 1855 fór Vensil Hammershaimb heim til Føroya at vera prestur. Hann var Føroya próstur 1862-78, tá [...] at hvørva. Tá var tað miðskeiðis í 19. øld, at áhugi skaptist millum lærdar menn fyri føroyska skriftmálinum. V. U. Hammershaimb, sum læs gudfrøði í Keypmannahavn, var í hesum umhvørvi og gjørdist partur