Politiskt ráðaloysi í prestaósemju
Prestaósemjan í Hvalba hevur elvt til ósemju millum mentamálaráðið, fíggjarmálaráðið og bisp um, hvussu prestaósemjan skal loysast. Eftir sita eitt kirkjulið uttan prest og tveir prestar í hvør síni óynsktu støðu
<InvalidTag content="" name="Titel" />
<InvalidTag content="" name="Nøgleord" />
<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />
<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />
<o:p> </o:p> <o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Avgerðin um, hvussu ósemjam um prestastarvið í Hvalba skal loysast, er eftir øllum at døma vorðin ein kastibløka millum mentamálaráðið, fíggjarmálaráðið og bisp. Hetta hóast hvørki kirkjuliðið ella umstríddi presturin Ólavur Rasmussen eru áhugað í, at Ólavur Rasmussen kemur aftur í prestastarvið í Hvalba.<o:p></o:p>
Eftir situr eitt kirkjulið, sum nú ongan prest hevur og ein kirkjuráðsformaður, sum ikki leggur fingrarnar ímillum.<o:p></o:p>
- Um Helena Dam á Neystabø ikki hevur vilja ella rygg til at loysa hetta málið, eigur hon at leggja kongin. Slíkt støðuloysi kann hon hvørki bjóða kirkjuliðnum, prestunum ella fólkakirkjuni, tí tað bara brýtur niður, sigur ein harmur Niclas Sigurheim, kirkjuráðsformaður í Hvalba og vísir til, at evsta avgerðin í hesum málinum liggur hjá mentamálaráðnum.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Drepandi tøgn<o:p></o:p>
Hetta vátta tey eisini í mentamálaráðnum, har mentamálaráðharrin samstundis undrast yvir støðuna, sum nú er íkomin.<o:p></o:p>
- Eg helt, at hendan ósemjan varð loyst áðrenn jól, so hetta má eg fara at kanna nærri, sigur Helena Dam á Neystabø. <o:p></o:p>
Hóast evsta avgerðin um at seta ella loysa ein prest úr starvi liggur hjá mentamálaráðnum, er hetta kortini ikki so einafalt, visir hon á. Kurilin, sum nú er komin á tráðin, hongur møguliga saman við, at fíggjarmálaráðið ikki metir grundarlag vera fyri at loysa Ólav Rasmussusen úr starvi við løn, heldur Helena Dam á Neystabø, sum ikki vil gera fleiri viðmerkingar í málinum, tí talan er um eitt persónsmál.<o:p></o:p>
Semja var annars millum kirkjuráðið í Hvalba, Ólav Rasmussen og bisp um, at keypa prest leysan úr starvinum á ein hátt, sum ikki kom at kosta tí almenna eitt oyra. Men av onkrari orsøk hevur mentamálaráðið vrakað hetta semingsuppskotið. Hví tað er hent, er tað hvørki eydnast okkum ella kirkjuráðsformanninum í Hvalba at fáa svar uppá frá mentamálaráðnum.<o:p></o:p>
- Vit hava ringt og ringt til mentamálaráðið, fyri at vita, hvat hendir, men har valdar bara drepandi tøgn. Eftir øllum at døma tvíheldur mentamálaráðið um, at Ólavur Rasmussen skal aftur í starvið, men vit hava heldur ongi boð fingið um, nær tey ætla, at hann skal byrja aftur, sigur Niclas Sigurheim.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Onki at koma aftur til<o:p></o:p>
Eftir hansara tykki átti heldur ongin at havt áhuga í at givið Ólavi Rasmussen harraboð um at fara aftur í eitt starv, sum hann ikki vil hava til eitt kirkjulið, sum ikki ynskir hann.<o:p></o:p>
- Um hann kemur, fer hann at sita einsamallur í kirkjuni, tí hann hevur onki kirkjulið at koma aftur til, og kirkjutænararnir fara ikki aftur til arbeiðis við honum sum presti. Alt hetta vita bæði mentamálaráðið og Ólavur Rasmussen, og hann hevur langt síðani góðtikið støðuna, minnir Niclas Sigurheim á.<o:p></o:p>
Støðuloysið hjá mentamálaráðnum hevur ikki bara havt við sær, at sóknin ongan prest hevur frá næsta sunnudegi. Tað syrgiliga er, at hetta politiska støðuloysið eisini hevur kroyst ein góðan prest úr starvi, sigur kirkjuráðsformaðurin, og vísir á støðuna hjá virkandi prestinum, Símun P. Jacobsen, sum nú fer í annað prestastarv.<o:p></o:p>
- Vit vóru øll glað fyri at hava Símun P. Jacobsen sum prest, og hann var glaður fyri at vera her og vildi fegin verða verandi. Men tá mentamálaráðið ikki kann taka støðu til, hvat skal henda við hansara starvi, sigur tað seg sjálvt, at hann má finna onkra aðra loysn. Slíka óvissu kann man ikki bjóða fólki, tí hann hevur eisini sína familju at hugsa um, minnir kirkjuráðsformaðurin á.<o:p></o:p>
Hann leggur afturat, at so leingi hendan óvissan valdar kring prestastarvið í Hvalba, fer neyvan nakar annar prestur at bjóða seg fram at røkja tað.<o:p></o:p>
- Øll hendan støðan sigur mær so mikið sum, at mentamálaráðið ikki er ført fyri at umsita fólkakirkjuna, tí hesin trupulleikin kundi í prinsippinum rakt eithvørt annað prestagjald í Føroyum, sum so eisini hevði ligið í prestaloysi. Okkara støða í løtuni hevur í øllum førum víst,  at mentamálaráðið sum evsti kirkjuligi mynduleiki í Føroyum ikki hevur evni ella vilja til at loysa eitt slíkt mál, sigur Niclas Sigurheim, kirkjuráðsformaður.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Greið lóg<o:p></o:p>
Fyribils má kirkjuráðið bara bíða, tí sum Bergur Berg, fulltrúi í kirkjumálum, vísir á, so hava kirkjuráðini ongar heimildir, tá talan er um at loysa ein prest úr starvi. Tað einasta, tey kunnu gera fyri at ávirka støðuna, er at heita á bisp, sum tey longu hava gjørt.<o:p></o:p>
Sum nevnt hevur bispur eisini longu roynt at gera sína ávirkan galdandi og sambært lógini átti hansara støða at viga tungt í hesum málinum. <o:p></o:p>
Í § 30d í tænastumannalógini stendur nevniliga, at
»Eftir tilmæli frá biskuppi kann sóknarprestur verða sagdur úr starvi eftir § 29, vegna álvarsama ósemju millum sóknarprest og kirkjulið, ið hevur verið til munandi bága fyri kirkjuliga lívið og trivnaðin á staðnum.«
Men hóast bæði lógin, kirkjuliðið, prestur og bispur hava eina greiða støðu í hesum máli, hevur mentamálaráðið eftir øllum at døma tørv á at kanna málið nærri, áðrenn ein avgerð kann takast.
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>