Sunnudagin, tað er sætta novembur, verður minningarhald fyri børn, sum eru farin. Minningarhaldið verður í Havnar Kirkju klokkan 16 og tað verður Steintóra Erhardsdóttir, prestur, sum prædikar. Tónleikarar frá Tórshavnar Musikkskúla fara eisini at spæla og aftan á verður ein drekkamunnur í Beranum.
Hóast talan er um eitt serstakt minningarhald, siga fyrireikararnir, at øll eru vælkomin. Ein hálvan tíma aðrenn gudstænastuna, er høvi hjá teimum, sum vilja, at tendra ljós fyri barninum tey hava mist og at minnast tey í kvirru.
Fyrstu ferð hetta minningarhaldið var, var í 1997. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast barnið tey hava mist - sama nær, og í hvørjum sambandi, tey mistu barnið.
– Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika, siga fyrireikararnir. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, antin tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina, ella vit hava livað saman við teimum.
– Saman minnast vit tey farnu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð. Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv fyri, at vit liva lívið til fulnar. Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið.
Tá ið vit tendra ljós fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtu foreldranna, siga fyrireikararnir.