Minningarhald fyri deyð børn í Dómkirkjuni

At halda minningarhald fyri børnini, sum eru mist, er ein vakur siður og tí vilja tey halda fram við tí

 

Minningarhald
 

 Fyri nøkrum árum síðani tók Felagið Pinkubarnadeyði stig til at halda eina gudstænastu at minnast tey børn, sum eru farin
Undirtøkan var so góð, at avgjørt varð at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast deyða barn sítt – sama  nær og í hvørjum sambandi  barnið er deytt.
Hóast felagið pinkubarnadeyi ikki  er til longur, vilja vit virka fyri at gudstænastan í november altíð verður ein fastur siður, sigur Anvør Nielsen í einum tíðindaskrivi.
- Vit vita, at tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annahvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.
- Saman við børnunum í familjuni – tey sum vóru og tey, sum eru komin – minnast vit tey deyðu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan. Einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð, sigur hon.
Í ár verður minningarhaldið í Dómkirkjuni Alla Halganna sunnudag 5. novembur, klokkan 16.00 í Dómkirkjuni og har fer Marjun Lómaklett, prestur,at prædika og Heri Jacobsen fer at spæla.
Minningarhaldið verður sum ein vanlig gudstænasta. Men tað verður eisini møguleiki hjá teimum, sum hava hug til tess at tendra eitt ljós, fyri tí barnið, ið farið er.
Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv fyri at vit liva lívið til fulnar.
- Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir  til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið. Tá ið vit tendra ljós í kirkjuni fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtum foreldranna, sigur fyrireikarin