Sunnudagin klokkan 16 verður minningarhald í Dómkirkjuni fyri børn, ið eru farin.
Tað verður Anne Mette Greve Klemensen, prestur, ið prædikar og Lovinda Halgaklett fer at syngja.
Aftan á gudstænastuna verða øll boðin til ein drekkamunn í Posthúskjallarinum í Tórsgøtu.
Tað er Felagið Pinkubarnadeyði, sum skipar fyri og felagið sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin.
Alla Halganna dag, sum er í morgin, 1. november, minnast flestu kirkjurnar í Føroyum tey fólk, sum doyðu á sjónum í farna árinum.
Seinastu árini hevur eisini verið vanligt, fyrsta sunnudag í november at skipa fyri minningarhaldi fyri børn í farin eru.
- Tað var í 1997, at Felagið Pinkubarnadeyði tók stig til eitt minningarhald á fyrsta sinni. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt, sama nær og í hvørjum sambandi barnið er mist.
- Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.
- Saman minnast vit tey farnu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð.
Minningarhaldið verður sum ein vanlig gudstænasta og tey, sum hava hug, fáa høvi til at tendra eitt ljós, fyri tí barni, ið farið er.
- Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv uppá, at vit liva lívið til fulnar. Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið, sigur felagið Pinkubarnadeyði.
- Tá ið vit tendra ljós í kirkjuni fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtum foreldranna.