Ársmøti í Nesvík

Jesus Kristus frelsari heimsins. Undir hesi yvirskrift bjóðar Heimamissiónin øllum vælkomnum til Ársmøtið í Nesvík. Ársmøtið verður í dýrabiðidagshalguni komandi vikuskifti frá 10. til 13. maj.

 

Tað verður mangt og fjølbroytt innihald á skránni hesar dagarnar ? bæði fyri børn, ung og vaksin. Kór og sangbólkar koma at taka lut við sangi og vitnisburði og talað verður um besta vinin av øllum, Jesus Kristus, frelsara heimsins.

Byrjað verður við inngangsgudstænastu, hósdagin, kl. 19.30 við Norðskála kirkju, og hildið verður fram til sunnudagin, har endað verður við møti kl. 18.00 í Leguhúsinum í Nesvík. Nógv áhugavert og viðkomandi verður at hoyra allar dagarnar.

Fríggjadagurin er allur settur til tað yngra ættarliðið við evnum og pallborðsorðaskifti um anda-liga arbeiðið millum børn í dag. Frelsa til eitt nýtt ættarlið er yvirskriftin yvir møtið fríggjakvøldið.

Leygarmorgunin er evnið: Heimurin frelstur við honum, har víst verður á týdingin av at bera gleðiboðskapin út til onnur fólkasløg eisini.

Seinnapartin er sum vant formansfrágreiðing, arbeiðsfrágeiðing og fíggjarfrágreiðing umframt orða-skifti um arbeiðið. Hesa løtuna verður høvi at taka upp og viðgera arbeiðið í Heimamissiónini.

Leygarkvøldið og sunnu-dagin verða so aftur møti í Nesvík og gudstænastur í kirkjunum her rundan um.

Í skránni er eisini ein áhugaverd ungdómsskrá, har ungdómurin skipar fyri við sangi, lovsangi, vitnisburði, café, kórum, sangbólkum og drama-framsýning.

Eisini er fjølbroytt barnaskrá við bíbliusøgu, søgu, sangi, spølum, filmum, kappingum, familjumøti, barnakóri o.ø. Tað verður eisini høvi at útvega sær góðan kristiligan lesnað frá forlagnum, sum vísir fram tilfar til allar aldursbólkar.

Tað er alt gott at fáa hjá øllum. Men fyri at tryggja tær innivist og mat undir Ársmøtinum, mást tú melda teg til í góðari tíð og í øllum førum í seinasta lagi, mánadagin, 7. maj. Øll eru hjartaliga vælkomin á Ársmøtið í Nesvík.